Eftir at nýggju bý- og bygdaráðini tóku við á nýggjárinum, varð nýggj nevnd vald fyri Eysturoyar Ellis- og Røktarheim.
Nú hevur nevndin skipað seg, og nýggj forkvinna er Elin á Torkilsheyggi, bygdaráðslimur í Nes kommunu.
Elin hevur drúgvar royndir í nevndini. Hon hevur sitið í nevndini síðani á nýggjárinum í 2005. Síðani á nýggjárinum í 2009 hevur hon verið næstformaður, og nú er hon vald at vera forkvinna.
Bý- og bygdaráðini, sum hava ábyrgd av heiminum, velja hvør sín nevndarlim, og nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni.
Hinir nevndarlimirnir eru Sigga Óladóttir Joensen, Fuglafjarðar kommuna, sum er næstformaður, Oluffa Joensen, Eysturkommuna, Lisa Frederiksberg, Sjóvar kommuna, Asbjørn Djurhuus, Sunda kommuna, Jónleyg Hammer, Runavíkar kommuna, og Annvør Jacobsen, Eiðis kommuna.
78 búfólk eru á heiminum, sum varð bygt í Runavík og tikið í nýtslu á vári í 1984. Tá vóru tað trettan kommunur, sum tóku seg saman at byggja heimið.
- Tá heimið varð tikið í brúk, vóru tað 32 búpláss. Tað varð útbygt í 1992, so rúm varð fyri fjúrtan búfólkum aftrat, og eftir útbyggingina í 2006 er rúm fyri 78 fólkum.
Á heimasíðu síni sigur Nes kommuna, at sambært roknskapinum fyri 2012 er rakstrarkostnaðurin 41,7 miljónir krónur.
- Tað eru umleið 120 starvsfólk á lønarlistanum, og lønirnar til starvsfólkini vóru í fjør 35,1 miljónir krónur. Raksturin rindar Almannaverkið, sum veitir ávísa upphædd fyri hvørt búfólkið, sigur Nes kommuna.