Elin heldur flaggrøðu á Giljanesi

Týsdagin 25. apríl kl. 16.00 verður flaggdagshaldí ítróttarhøllini á Giljanesi

Sum vant verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. 

Byrjað verður at ganga frá bygdaskúlanum í Miðvági kl. 15.40, og frá Virkishúsinum við ánna í Sandavági kl. 15.40.

 

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni. Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna.

 

Í høllini bjóðar borgarstjórin, Bjarni Prior, vælkomin. Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti,heldur flaggrøðuna, og Sørvágs tónleikarafelag spælir.

 

Kvøldskúlaframsýning verður eisini  flaggdagin.

 

Vevingin sýnir fram í Gamla skúla í Sandavági. Hinar lærugreinarnar sýna fram í fimleikahøllini á Giljanesi.

 

Framsýningarnar hava opið frá kl. 15.00 til kl. 18.30.

 

Aftan á flaggdagshaldið syngur Vágakórið, og gittarnæmingar hjá Holgari Jacobsen framføra.

 

Skótarnir selja kaffi/te, vaflur og køku.