Seinnapartin í dag fara Elin Heinesen og Annika Steintórsdóttir í luftina við nýggjari sending á Rás 2. Sent verður úr Pegasus Seinnapartssendingin Focus fer í luftina fyri fyrstu ferð í dag kl. 15.05. Sendingin verður send úr Pegasus, og tað eru tvær ungar kvinnur úr Norðoyggjum, sum standa fyri sendingini.
Focus er ein ungdómssending, og í fyrstu sendingini verður fokus serliga sett á tónleik og ferðing. Annika og Elin spyrja millum annað, hvar tey ungu serliga ferðast, og um tey ferðast alt árið. Ein nýggjur tónleikabólkur vitjar í studio og fer at spæla live.
Focus verður sent á Rás 2 í dag frá kl. 15.05 til 17.00