Elinborg Feilberg

fødd í Vestmanna 1. august 1941 – deyð 8. januar 2008

Góða Elinborg! Mín elskaða systir og góða vinkona. Nú eru skjótt fýra mánaðir gingnir, síðan tú doyði, og eg sakni teg. Verðin er blivin minni, síðan tú so brádliga fórt frá okkum, kortini havi eg øll minnini um teg og tann varma og tað stórsinni, sum tú umgav okkum við.

Sum barn og ung í Vestmanna vart tú vøkur, stuttlig og dugdi altíð at finna uppá bæði í spæli og í gerandisdegnum. Tú fylti heim okkara við gleði, og tú varð elskað fyri títt deiliga sinni og tín humoristiska sans.

Seinri fluttu vit til Danmarkar, har tú bleivst útbúgvin fotografur. Eg minnist teg eisini fyri at hava nøkur góð og gevandi ár í Helsingør saman við manni tínum Debes. Sum tann einasta av okkum valdi tú at fara heim aftur til Føroyar, og fyrst í Fuglafirði og seinri í Havn skapti tú eitt deiligt heim fyri Debes og tykkara børnum Mariu, Jóhannu og Hákuni.

Men tú skapti eisini eisini eitt heim fyri okkum »donsku« bróður og systrum og seinri øllum okkara børnum. Har vit hava kunnað glett okkum til tær nógvu góðu summar- og jólaferiur, sum vit hava hildið hjá tær og tíni familju. Øll hesi minnir verða altíð ógloymandi og hava verið við til at gera okkara lív ríkari. Tín blíðskapur var óendaligur, og við glógvandi eygum oyðslaði tú av tínum smittandi látri og hjartavarma. Tú vísti okkara børnum allan tað ríkidømið og ta stórheit, sum Føroyar eiga. - Út at dyrgja og burtur í haga, upp á Borgina! Góða, tað var ein stór gáva, sum tey øll elska teg fyri.

Títt sinni var so stórt, at tríggir synir hjá systkjum tínum valdu at búgva hjá tær eina tíð, og tú hevur við tíni umsorgan hjálpt teimum á veg í lívinum. Hjá teimum fert tú altíð at hava eitt stórt pláss í hjartanum.

Eisini mamma okkara var vælkomin til tykkara varma og blíðskap, tá hon sum gomul vildi flyta aftur til Føroyar. Her búði hon hjá tykkum og fekk seks trygg ár, inntil hon doyði sum 90 ára gomul.

Tey síðstu árini starvaðist tú sum heimahjálp í Havn, og eisini her kom tín persónligheit í karakter. Sum ein gestur til tína jarðarferð segði: »Tá Elinborg kom inn, var tað, sum ein eingil kom á vitjan.«

Góða – eg havi nógvar løtur, tá ið eg ynski, at tú vart her, um ikki annað so eina stund, at vera saman við tær í minnum. Eg eri har, sum Josva skrivar í kap. 10 vers 12: »Sól, statt still í Gibeon, og tú, máni, í Ajalonsdali.« 


Góða Elinborg! Eg vil siga tøkk.

Tøkk fyri okkara barndóm og spæl saman.

Tøkk fyri allan góðan látur saman.

Tøkk fyri okkara ósemju og semju.

Tøkk fyri vreiði og tøkk fyri gleði.

Tøkk fyri blíðskap og stórsinn.

Tøkk fyri humør og kreativitet.

Tøkk fyri, at tú hevur elskað okkum, og tøkk fyri fyrigeving.

Tøkk fyri at hava kent teg í 66 ár. 


Eg sendi tær kærastu heilsanir til øll tíni, Debes, Mariu, Jóhannu og Hákun, og til øll tíni deiligu ommubørn, sum tú hevur givið nógv á teirra leið víðari í lívinum. Má Gud styrkja tey í sakninum og sorgini.

Systir tín Elsa