Elis trívist á toppinum

Nýggi dansitopplistin í sendingini í ÚF, Hvat Nú?, hevur rættiliga vunnið
frama hjá lurtarum. Tað er ein fegin útvarpsvertur, Elis Poulsen, ið kann
staðfesta, at lurtarar taka undir við listanum. Ikki bert í Føroyum, men
eisini í grannalandum okkara, har atkvøtt og lurtað verður dúgliga. - Hetta
er tað, ið er eydnast eina best øll míni ár í ÚF, metir Elis

Í sendingini Hvat Nú? hjá Elisi Poulsen, er ein nýggjur dansitopplisiti á
skránni. Elis hevur arbeitt við hesum tiltakinum leingi, men á skránni er
tiltakið nýtt, men longu merkist, at hetta hevur vunnið frama.
- Slíkar sendingar eru jú vanligar í grannalondum okkara.  Vit kenna t.d.
Svensktoppen og Dansktoppen, sigur Elis.
- Og tað er sera gleðiligt, at fólk taka so væl undir við hugskotinum.
Líka gleðiligt er, at sendingin røkkur út um landoddarnar. Vit hava
lurtarar og atkvøður í Danmark, Noreg og Svøríki, sigur Elis, ið eisini
hevur fingið afturljóð úr Íslandi.
Elis fegnast um heimasíðuna hjá Hvat nú?. Har atkvøða fólk á listanum,
bæði í Føroyum og í grannalondunum. Í gestabókina skriva fegin fólk úr
ymsum londum og Elis fær persónlig brøv frá fegnum lurtarum, útvarpsvertum
og tónleikarum, ið fegnast um listan.
- Ein kann jú á heimasíðu okkara trýsta seg inn á útvarp og lurta. Og vit
hava luttakarar og lurtarar í ymsum londum. Fólk atkvøða og svara eisini
við brøvum. Nakrar av fløgunum, ið vit hava drigið um, eru endaðar í
Íslandi og Noreg, sigur Elis.

Hittast í Føroyum
Í fjør vóru Elis og konan á einum festivali í Noreg, har tey hittu
útvarpsvertir og dansibólkar, umframt fjepparar. Hetta var stórt
upplivilsi, sigur Elis, ið viðmerkir, at blíðskapurin var óførur og at tey
vórðu borin á lógvum.
Nú er hann boðin til Svøríkis á festival.
- Eg hitti fleiri útvarpsvertir í Noreg í fjør. Avrátt er, at vit skulu
hittast at umrøða okkara starvsøki, dansitónleikin. Eftir ætlan skal hetta
fyrsta slíka "treff" verða í Føroyum, sigur Elis, ið als ikki skúgvar til
viks hugsanina um, at listin gerst sjálvstøðug sending, so góð sum
undirtøkan longu nú er.
- Í grannalondunum eru tey hugtikin av, hvussu skjótt og væl tað hevur
gingið. Og vit eru dagførd og kenna eisini gomlu løgini og tónleikasøguna.
Áhugin fyri samstarvi landanna millum er stórur, sigur Elis, ið hevur
fingið sambond við øll møgulig týðandi fólk á økinum, bæði vertir og
tónleikarar.
Slóðir til sendingina hjá Elisi eru á øllum týðandi heimasíðum, so sum
útvørpum og kendum dansibólkum, ið merta tað sum ein heiður at koma á
føroyska listan
- Eisini eru tey áhugað at fáa føroyskan tónleik sendandi, sigur Elis, sum
tó harmast um, at vit í Føroyum ikki eiga so nógvar bólkar, ið beinleiðis
hava lagt seg eftir hesum tónleikaslag.
Vestmenn eru nú við á listanum við einum eykalag, so spennandi verður at
vita, hvussu hepnast.

Føroyskt nótahorn
Greitt er, at nýggja tilktakið hjá Elisi ikki bert er  ein viðfáningur.
Áhugin er stórur, og á heimasíðuni sæst - og á brævahópinum til Elis - at
fylgt verður við bæði úti og heima.
Nýggja sendihugskotið er eftir ongari tíð vorðið okkurt stórt og týðandi,
bæði í Føroyum og ikki minst í londunum kring okkum, har henda
tónleikamentan jú rættiliga hevur  verið frammi í mong ár.
Heimasíðan hjá Hvat Nú?, og øðrum líknandi sendingum í grannalondunum, er
gott høvi at fylgja við í tí, ið hendir innan allan tónleik.
Tann bólkur, ið fær flest stig, tá talt verður upp seinni í ár, fær
heiðursgávu. Elis Poulsen hevur biðið Torgerð Suðuroy gera eitt serstakt
horn, ið vinnandi bólkurin fær, Det færøske melodihorn, Nótahornið.

Fegnir um føroyingar
Elis er fegin, tá hann greiðir frá gongdini í hesum nýggja tiltakinum, ið
hevur givið honum sambond og vinabond í  okkara parti av dansiheiminum og
sum hevur við sær, at hann við telduposti og vanligum posti rættiliga
merkir, at lurtarar og tónlkeikarar taka undir.
- Tónleikaslagið er í menning í londunum kring okkum og er eisini broytt,
so tað er meira vinarligt fyri yngri ættarlið, sigur Elis, ið hevur manga
góða løtuna at greiða frá, síðani hann spakuliga byrjaði uppá nýggja
tiltakið, sum nú hevur tikið dik á seg.
Og nútímans tøkni fyri at takka, so eru Elis og listin komin á
heimskortið hjá mongum lurtara uttanfyri føroyska sjómarkið.

Vitjanir á veg
Elis sigur, at tá Scandinavia vitjaði til dansitiltak á Skála, so var
hetta sera væl eydnað. Eisini tónleikarunum dámdi væl og teir koma fegnir
aftur. Eisini til sama helvtarprís, hóast teir hava úr at gera. Og fleiri
bólkar vilja koma, hóast grundarlag ikki er fyri at gjalda teimum somu
upphæddir, ið eitt kvøld á heimligum støðum gevur. Príslegan má lagast
eftir umstøðunum, men tónleikararnir vilja fegnir hava eitt upplivilisi.
- Uttan at avdúka ov nógv kann eg siga, at onkur av kendu dansibólkunum
er á veg til Føroya, sigur fegni útvarpsverturin, ið hevur ein
lurtaraskara, ið røkkur um stóran part av Norðurlondum.