Elisabeth átti vakrastu tekningina

Hennara tekning fer tí at prýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu

Herfyri skipaði frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klaksvík fyri teknikapping. Vinnandi tekningin fer at myndprýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu í ár, og allar tekningarnar hanga nú uppi í Býráðshúsinum. Vinnarin gjørdist Elisabeth Jacobsen, sum gongur í 2.A á Skúlatrøð.

 

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt av at brúka tekningina hjá Elisabeth at myndprýða tey á leið 500 jólakortini, sum Klaksvíkar kommuna sendir út í desember, og í samband við avdúkingina lat Snjallabjalla eisini Elisabeth eina gávu, sum var ein tekniblokkur og ein breið vifta av litblýantum.

 

Allar tekningarnar úr Snjallubjallu eru nú komnar upp at hanga í Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu. Har kunnu øll koma framvið og síggja allar tekningarnar, boðar Klaksvíkar kommuna frá.

 

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.