Jakob Ellemann-Jensen kemur aftur til arbeiðis sum formaður í Vinstra, verjumálaráðharri og varaforsætisráðharri 1. august.
Tað skrivar hann á Facebook.
Ellemann-Jensen hevur verið sjúkrameldaður síðani 6. februar. Vikuna frammanundan hevði hann eitt dánilsi.
9. mars skrivaði hann á Facebook, at tað gemm framá, og at hann væntaði at venda aftur til Christiansborg.
– Eg veit, at nógv bíða eftir svari uppá, nær eg komi aftur, og tað skilji eg væl. tað er týdningarmikið at vita hjá Vinstralimum, fólki í floksorganisatiónini og fólkingsbólkinum og fyri samstarvsfelagar mínar í stjórnini.
– Eg kann siga tykkum, at eg eri avgjørdur um at venda aftur sum formaður í Vinstra, verjumálaráðharri og varaforsætisráðharri. Og eftir samráð við læknar og sálarfrøðingar, eg tosi við, havi eg gjørt av at koma aftur 1. august, tá nýggja politiska skeiðið byrjar, skrivar Ellemann-Jensen á Facebook í morgun.
Vinstra upplýsir í tíðindaskrivi, at tað at Ellemann-Jensen kemur aftur til arbeiðis merkir, at Troels Lund Poulsen tá gevst sum virkandi verjumálaráðharri og fer aftur í leiklutin sum búskaparmálaráðharri.
Tað merkir eisini at næstforkvinnan í Vinstra, Stephanie Lose, gevst sum virkandi búskaparmálaráðharri og fer aftur í leiklutin sum regioónsforkvinna í Region Syddanmark.
/ritzau/
##med2##