Ellemann var bara verjumálaráðharri í 73 dagar

Jakob Ellemann-Jensen var verjumálaráðharri í 73 dagar. Tað ger hann til tann verjumálaráðharra, sum hevur sitið stytst.

Jakob Ellemann-Jensen kom aftur til verjumálaráðharrasessin 1. august. Tríggjar vikur seinni er hann farin úr starvinum sum verjumálaráðharri fyri at gerast búskaparmálaráðharri. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Ráðharraskiftið í dag merkir, at Jakob Ellemann-Jensen gevst sum verjumálaráðharri.

Hann skiftir um ráðharrasess við Troels Lund Poulsen og verður nú búsksparmálaráðharri.

Ráðharraskiftið kemur bara tríggjar dagar eftir, at Jakob Ellemann-Jensen kom aftur til arbeiðis sum verjumálaráðjarri eftir sjúkramelding við strongd í seks mánaðir.

Sambært danska miðlinum Altinget er hann tann verjumálaráðharrin, sum hevur sitið stytst í starvinum.

Her er listin yvir, hvussu leingi tey seinastu ráðfólkini hava sitið verjumálaráðharri ella verjumálaráðfrú:

* Jakob Ellemann-Jensen (V): 73 uttan sjúkrameldingina.

 

* Morten Bødskov (S): 314 dagar.

* Trine Bramsen (S): 953 dagar.

* Claus Hjort Frederiksen (V): 941 dagar.

* Peter Christensen (V): 425 dagar.

* Carl Holst (V): 94 dagar.

* Nicolai Wammen (S): 688 dagar.

* Nick Hækkerup (S): 676 dagar.

* Gitte Lillelund Bech (V): 587 dagar.

* Søren Gade (V): 2131 dagar.

Keldur: Folketinget, Altinget.

 

/ritzau/

 

Jakob Ellemann-Jensen kom aftur til verjumálaráðharrasessin 1. august. Tríggjar vikur seinni er hann farin úr starvinum sum verjumálaráðharri fyri at gerast búskaparmálaráðharri. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix