Kristoffur Gaardlykke
Kálvalíðvegur 17
Miðvágur
---
Ellis og Avlamisheimið á Eftir at hava sæð Anniku Olsen sitið og gorrað um, at tað skal gerast avtala millum landið og Vága Kommunu um bráðfeingis ábøtur av heiminum Á Sýnini. Vil eg hervið skriva nøkur fakta um málið.
Hettar kundi verið støðgað fyri nógvum árum síðani, um bara eitt líti sindur av vilja var til staðar hjá okkara løgtingsumboðum í Vágum.
Tað var eitt liðugt uppskot um útbygging av Ellisheiminum fyri eftir hondini nógvum árum síðan. Tá var tað Felagskommunan í Vágum, iið tók sær av felagsmálum. Tað var klárt at fara í gongd, men av einari ella aðrari merkiligari grund blokeraði táverandi borgarstjórin í Sørvágs Kommunu fyri, at arbeiðið fór í gongd, fíggingin var tá 100% landið, alt var klárt, skuldi bara søkjast av øllum kommununum í Vágum.
So tað er kanska ikki so løgið, at stýrisformaðurin, sambandsmaðurin Marius Dam er fáorðaður nú, hann veit sjálvandi væl, at tað er avloysarin og partamaðurin Eivin Jacobsen, ip er atvoldin til, at støðan er sum hon er.
Eg kann ikki góðtaka, at okkara gomlu borgarar liva í einari kroysu tey seinastu árini av lívinum, tað hava tey ikki uppiborið.
At Annika Olsen situr í sjónvarpinum og skrápar um, at tað er landið, ið hevur ábyrgdina, og at tey í áravís hava vitað, at støðan er kritisk og lívsfarlig fyri búfólkini, so syrg fyri at hettar bráðfangis arbeiðið verður gjørt í stundini. Tú hevur súltað málið nú í 2 ár, og hetta eigur at kosta tær ministarapostin eygablikkiliga, men tað ger tað sjálvandi ikki í Føroyum.
At koma við fleir svadum um, at tað er tað og tað gjørt, kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst Annika, vit skulu hava tær 6 milliónirnar nú. Tað er tykkara uppgáva at finna tær, bara land og einki tvætl um land og kommunur bara land tit eiga heimi enn.