Ellisakfør 20 ár

Áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyllir 20 ár leygardagin 4. februar. Felagið varð stovnað á fundi á Lærlingaheiminum í Havn 4. februar 1992.

Í sambandi við at 20 ár eru liðin síðan felagið varð stovnað, fingu limirnir í desember eitt jubileumsblað upp á 86 blaðsíður við nógvum áhugaverdum tilfari um gomul ellisakfør og um søgu felagsins.

Leygarkvøldið 4. februar kl. 19 verður 20 ára fagnaðarveitslan hjá Føroya Ellisakførum á Tjarnargarði við Hoyvíksvegin. Nevndin heitir á limir við maka um at tekna seg til skjótast til ber. Tilmelding fer fram á info@ellisakfor.com ella tlf. 222511. Seinasta freist at tekna seg er mánakvøldið 30. januar