Ellisakfør nýtt limablað

»Tíðindaskrivið Ellisakfør« er heitið á nýggja limablaðnum hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør.

Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um tiltøk felagsins sum t.d. túrar við bilum og motorsúkklum bæði í Føroyum og uttanlands.


Síðan Føroya Ellisakfør varð stovnað fyri 15 árum síðan, hevur felagið givið út limabløð. Fyrstu árini var heitið á blaðnum »Tíðindaskrivið Ellisakfør« í A5 stødd. Í 2003 skifti blaðið form og varð til eina avís í tabloid stødd (A3) og fekk navnið »Hjólið«. Nú er so blaðið aftur í upprunaligu støddini.


Í nøkur á hevur limablaðið hjá Føroya Ellisakførum verið at fingið til keyps á

Shell-støðunum kring landið, men nú er tað eitt limablað burturav og verður bert sent út til limirnar. Nevndin hevur sett sær sum mál at geva út tvey limabløð um árið.


Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen, næstformaður er Hans Korsgaard, Páll Danielsen er skrivari, Hans Jákup Michelsen er kassameistari og Finn Jespersen er nevndarlimur. Eykalimir eru John Christiansen og Búgvi Apol.