Ellisakfør rýma undan rennarum

Seinastu árini hava limir í Føroya Ellisakførum sýnt akfør síni fram á Kongabrúnni fyri og undir flaggdagshaldinum í Havn. Í ár verður tó øðrvísi.

Av tí at Bragdið skipar fyri flaggdagsrenning oman eftir Áarvegnum, hevur framsýningin hjá Føroya Ellisakførum órógvað renningina. Hetta er til ampa bæði fyri rennarar, framsýnarar og áskoðarar. Tí er nú avgjørt, at ellisakførini verða sýnd fram í Tórsgøtu hesaferð, tí tá slepst heilt undan trupulleikunum, og nevndin í Føroya Ellisakførum heldur, at Tórsgøta er betur egnað til endamálið.

Tórshavnar Kommuna hevur eisini seinastu árini roynt at gjørt Tórsgøtu til mentanargøtu, og tá eldradagurin varð hildin 1. oktober í fjør varð hann eisini hildin í Tórsgøtu - tá eisini nøkur ellisakfør vórðu sýnd fram. Nevndin í Føroya Ellisakførum fegnast um, at kommunan nú hevur tikið avgerð um, at akførini kunnu sýnast fram í Tórsgøtu, sum verður stongd fyri allari ferðslu millum klokkan 14 og 16 flaggdagin.

Limirnir í Føroya Ellisakførum møtast í felagshølinum yviri við Strond klokkan 13.30, og síðani verður koyrt í raðkoyring kring um í Havnini, áðrenn farið verður oman í Tórsgøtu. Aftan á flaggdagshaldið verður aftur raðkoyring niðan
til Effo í Gundadali, har Effo bjóðar kaffi og okkurt gott undir tonna.

Eitt ellisakfar er sambært Akstovuni ein bilur ella motorsúkkla, sum er eldri enn 25 ár. »Nýggjastu« ellisakførini í ár eru tí bilar ella motorsúkklur, sum eru skrásett í seinasta lagi fyri 25. apríl í 1986.

Á myndini omanfyri, sum varð tikin 6. mai í 2002, tá 80 ár vórðu liðin, síðani fyrsti bilur kom til Føroya, síggjast nakrir limir í Føroya Ellisakførum við 89 ára gamla Sverra Mortensen á odda. Teir sita á bryggjukantinum á Kongabrúnni, har fyrsti bilurin varð skipaður í land 6. mai í 1922. Farvegurin av skráanum hómast enn. Leggið til merkis jarnbesløgini, sum fylgja skráanum. Sverri Mortensen er einasti limur felagsins, sum varð føddur, tá fyrsti bilurin kom - tó at hann bert var tveir mánaðir gamal... ;-)