Tað eru ongi ellisheim bygd seinastu nógvu árini her í Suðurstreymi, samstundis sum fleiri gerast eldri, og alsamt færri kunnu búgva inni hjá børnum ella øðrum skyldfólki.
Eldraøkið er í dag eitt landsmál. Tað merkir, at landið skal gjalda og reka øll tiltøk á eldraøkinum. Men í staðin fyri at gera nakað við tað, hevur landið latið staðið til.
Kommunurnar hava tí av sínum eintingum gjørt ætlanir fyri eldraøkið. Tórshavnar kommuna hevur millum annað gjørt eitt greitt og drúgt eldraálit, kommunan hevur keypt Marinustøðina, og kommunan hevur gjørt fyrireikingar til byggjan av heimi til dement fólk. Kommunan hevur avsett sín part av kostnaðinum av íløguætlanini í ár til at byggja hetta heim.
Men, hóast tað ber til at samstarva um eldraøkið í býráðnum, so ber ikki til at fáa landsstýrið og sitandi samgongu at klúgva í tvey.
Landið, sum skuldi goldið fyri hesar íløgur, vil ikki gera annað enn gjalda eitt ískoyti, sum teir tó ikki hava sett pengar av til í komandi fíggjarár.
Tá landið soleiðis situr hendur í favn, gevur hetta eisini aðrar trupulleikar á eldraøkinum. Til dømis búgva ikki øll eldri fólk í somu kommunu sum børnini. Hevði landið røkt sína uppgávu, so øll ellisheim vóru landsstovnar, so vóru fólk verandi í sín heimbygd ella heimoyggj. Í staðin noyðast tey sum er at flyta aftan á børnunum, eitt nú til Havnar, og búgva í trongum korum saman við ommu- og abbabørnum, meðan bíðað verður eftir einum plássi. Hetta kann gerast ein stórur trupulleiki fyri nógvar familjur. Serliga tá eingin glotti er at hóma fyri framman.
Tí verður eingin pardón 30. apríl í ár: Tað verður ongin samgonga, uttan at ellisheim eru raðfyrst allarfremst á íløguætlanini.