Elly Niclasen 85 ár

Í morgin, leygardagin 4. august, verður Elly Niclasen í Klaksvík 85 ár.

Elly er fødd í Klaksvík, og har hevur hon búð alla sína tíð. Foreldur hennara vóru Karolina og Karl Joensen. Hon var ættað úr Trøllagili, og hann var úr Norðurstovu í Gerðum. Karl var bóndi, og Karolina bóndakona. Karolina og Karl fingu átta børn: Johnhild, Óli, Lena (doyði sum smágenta), Elly, Trinilena, Karl Monrad, Hedvig og Mikkjal. Trinilena býr niðri, og øll hini búsettust í Klaksvík, har eftirkomararnir hjá teimum eru rættuliga nógvir.

Umframt Lenu eru Johnhild, Óli og Karl Monrad farin foldum frá.

Í bóndagarði var altíð nóg mikið at takast við, og parturin hjá Elly lá ongantíð eftir. Hon var røsk og nærløgd og røkin og familjukær.

Elly giftist 10. apríl í 1943 við Eivindi Niclasen, sum er ættaður úr Sørvági. Teir vóru fýra beiggjar, sum búsettust í Klaksvík. Tá ið Elly og Eivind giftust, fluttu tey inn í nýbygdu húsini á Gerðareiði, og har búgva tey framvegis.

Elly og Eivind eiga trý børn: Karolina, sum er gift Fischeri Hansen úr Mikladali, Ólavur sum er giftur Margit Olsen úr Klaksvík, og Ragnar sum er giftur Lis sum er ættað úr Canada.

Karolina og Ólavur búgva í Klaksvík. Hon hevur í mong ár arbeitt í Norðoya Banka og Føroya Banka, og hann hevur í mong ár verið lærari. Ragnar og konan hava í eini tredivu ár arbeitt í trúboðanarfelagsskapinum NTM í Filipsoyggjunum. Seinni í ár er ætlanin, at tey skulu flyta til Onglands at arbeiða í sama felagsskapi.

Ommubørnini hjá Elly eru ellivu – seks gentur og fimm dreingir. Í næsta ættarliðnum er eisini farið at leggjast afturat.

Eivind, sum mitt i síðsta mánað fylti 89 ár, var øll síni bestu ár sjómaður, og luturin hjá Elly var, sum hjá so mongum konum í Klaksvík tá í tíðini, at vera heima og í góðum grannalagi at taka sær av børnunum og húsinum.

Serliga vakur hevur urtagarðurin hjá Elly og Eivind altíð verið.

85 ára dagin verður Elly at hitta hjá dóttrini í Geilini 1, har øll eru væl komin millum klokkan 16 og 21. J