SEV:
Orkutørvurin í oynni er nógv vaksin og fer at vaksa munandi næstu árini. Tað er serliga nýggja smoltstøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík, sum fer at krevja meira elorku.
Í løtuni brúkar Sandoyggin umleið 1,5 til 2 megawatt. Tá smoltstøðin er liðug og komin í fullan rakstur, verður samlaða nýtslan mett at koma upp í umleið 7 megawatt.
Tí er neyðugt at lyfta elnetið úr 10 kV upp í 20 kV, so meira orka kann flytast trygt gjøgnum netið.
Nýggju transformararnir vórðu koblaðir á netið mánakvøldið 20. juli og inn í týsnáttina 21. juli.
Arbeiðið kravdi, at streymurin varð tikin í eystaru helvt av oynni. Tí varð arbeitt um náttina, tá órógvið var minst.
Fleiri arbeiðstoymi fóru út til ymisku trafostøðirnar í oynni, meðan ein koblingsleiðari á Landavegnum í Havn hevði samlaða yvirlitið og samskipaði arbeiðið.
Transformararnir vórðu koblaðir á stigvíst. Fyrst varð netið koblað frá og trygt, síðani varð spenningurin mátaður, áðrenn netið og brúkararnir vórðu koblað til aftur.
Sambært SEV gekk arbeiðið væl, og klokkan 02.35 var ljós aftur í allari eystaru helvt av Sandoynni.
Tað eru sjey ár síðani, at seinasta el-linjan í Sandoynni varð tikin niður, eftir at alt elnetið í oynni varð lagt í kaðal.
Nú er netið í eystaru helvt eisini styrkt við nýggjum transformarum.
Elnetið, sum førir streym til Sands og Skopunar, verður væntandi eisini styrkt í september, tá nýggja 60 kV-netið verður sett til.












