Elsa Andreasen er als ikki bangin fyri at geva sær sjálvari avbjóðingar. Fyri fimm árum síðani valdi hon at byrja sum fótbóltsdómari, og er hon í løtuni einasti kvinnuligi fótbóltsdómarin í Føroyum. Leygardagin varð hon kosin besti dómari í kvinnudeildini 2012.
Elsa, sum er útbúgvin námsfrøðingur, hevur eisini álitisuppgávur uttanfyri fótbóltsvøllin. Hon arbeiðir dagliga á økinum Børn og Ung undir almannaverkinum, og so er hon eisini býráðslimur í Sunda Kommunu, har hon hevur sitið seinastu fýra árini.
- Eg bleiv spurd, um eg var áhugað í at stilla upp til býráðsvalið, og eg helt, at hetta var áhugavert. Eg hugsaði ”ja, hví ikki eg eins og onkur annar”, og eg má viðganga, at eg ikki væntaði at koma inn, og tað vóru eisini bara ein ella tvær atkvøður, ið skiltu meg og ein annan uppstillara, sigur Elsa, sum nú takkar fyri seg í lokalpolitikki.
- Eg havi sitið har í fýra spennandi og avbjóðandi ár, men eg havi valt ikki at stilla upp aftur í ár, sigur hon.
Elskar fótbólt
Mong kenna Elsu, og munnu tey flestu kenna hana umvegis fótbóltin. Í einum hópi av dómarum, har stórt sæð einans mannfólk eru, tuskar Elsa sum einasta kvinnan í Føroyum mitt á vøllinum í gulu troyggjuni vikuskifti eftir vikuskifti.
Hvussu upprann áhugin til at døma fótbólt?
- Eg elski fótbólt og spældi sjálv sum ung, men gavst tó tíðliga. Tað byrjaði ímóti kappingarenda 2006, tá ið eg tók sjónband upp fyri kvinnurnar hjá EB/Streymi. Tær spældu ímóti KÍ á Mølini á Eiði. Fyri at vera erlig, so var tað tann sera vánaliga dømingin, sum spann øði í meg og valdi eg síðani at senda ein teldupost til FSF, har eg spurdi, um kvinnur ikki eisini kundu døma fótbólt. Eg haldi eisini eg skrivaði um okkurt, sum hevði øst meg, flennur Elsa, tó álvarsom aftur alt fyri eitt:
- Eg fekk skjótt boð aftur frá FSF um at eg skuldi vera vælkomin á skeið næstuferð, og tað var als einki, ið forðaði kvinnum í at døma fótbólt. Áðrenn kappingarbyrjan 2007 tók eg fyrsta skeiðið og eg kláraði próvtøkuna, greiðir Elsa frá.
Tað liggur ómetaliga stór ábyrgd á einum dómara. Tað var eiheldur heilt uttan nervar, at Elsa dømdi sín fyrsta dyst.
- Eg byrjaði fyrstuferð sum hjálpardómari í dysti ímillum Víking og KÍ. Eg fekk ikki at vita fyrr enn stutt frammanundan, at eg skuldi vera við til henda dystin, so tað var ikki sørt av nervum eg fekk, tá ið eg frætti, at annað liðið var KÍ. Nú eru nervarnir tó burtur, vissar Elsa.
Tú mást tola nógv
Elsa Andreasen hevur tikið øll viðkomandi skeiðir innan fótbóltsdøming. Hon manglar tó enn at megna rennitestina, sum er rímiliga trupul til tess at venja dómarar til at vera í sera góðari kropsligari venjing og við góðum úthaldni. Tað kropsliga er ein partur av at vera dómari, men tað er serliga tað fakliga og tað sálarliga, sum hevur týdning sum dómari, metir Elsa.
- Tað krevst góður kunnleiki til fakið og at skilja spælið. Tað, at tú tekur og klárar tey dómaraskeið, ið FSF bjóðar, at tora at vera í fokus, tora at taka illa dámdar avgerðir og at tola nógv av sálarliga. Tú mást eisini duga at skilja ímillum, at tað ikki verður rópt eftir tær sum persónur, men sum dómari, sigur Elsa.
Elsa er sum kunnugt einasti kvinnuligi dómarin í føroyskum fótbólti. Hon metir ikki, at tað krevst nakað serligt hjá kvinnum, sum velja at døma.
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi somu krøvini sum mannfólkini. Fótbóltslógin er jú hin sama uttan mun til kyn. Sjálvandi er tað sera ymiskt at døma ein mannfólkadyst og so ein konufólkadyst. Hóast lógin er tann sama, so eru fysisku krøvini ymisk. Leikferðin er jú hægri hjá monnum, vísir Elsa á.
Hon hevur roynt at dømt ein manfólkadyst á hægsta støði. Tað var ein venjingardystur ímillum Effodeildarliðnini hjá EB/Streym og NSÍ.
Kvinnur mugu vilja tað
Tað, at einans ein kvinnuligur dómari er í føroysku fótbóltskappingini, er nakað, sum FSF ikki líkar serliga væl, men tað vísir seg at vera sera trupult at fáa kvinnur at taka kortini og floytuna fram. Vit hava spurt Elsu, hvat hon metir, at FSF kann gera.
- Tað er ilt hjá mær at siga. Sum eg veit um, so ger FSF tað, teir kunnu. Kvinnurnar mugu sjálvar vilja tað. Tað eru neyvan allar kvinnur, sum tíma at hoyra upp á skeld og grenj frá mars til oktobur. Tá er tað kanska betri at spæla fótbólt. Kvinde er kvinde værst, trívir Elsa í.
Ónøgdsemi við dómarar er vanligt allastaðni í heiminum, og kanska serliga eisini í Føroyum. Tað eru ikki júst góðar fyritreytir fyri at fáa nýggjar dómarar.
- Tú mást veruliga vilja og meina tað, um út velur at fara upp í hetta yrkið. Hóast tað er stuttligt og persónliga mennandi, so er tað eisini tungt til tíðir og ein hugsar veruliga um tað er vert at hoyra upp á øll orðini, tú fært omanyvir teg, sigur Elsa, sum tó ikki kennir seg sum eitt svart lamb í dómarafamiljuni.
- Tað ávirkar meg ikki nakað serligt. Eg eri í einum sera góðum dómarahópi, og teir hava tikið væl ímóti mær. Teir eru góðir stuðlar og eg kann altíð spyrja um vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi døming og einhvørjum øðrum, sigur Elsa.
Rolla í 90min
Dómarar hava í sínum starvi allir ymsar verumátar. Summir tola nógv av, summir tola minni av, summir vilja vísa, at teir ráða, og summir taka tað meiri lætt. Vit biðja Elsu lýsa seg sjálva sum dómari.
- Tað duga onnur kanska betri at orða enn eg sjálv, men eg haldi, at eg eri rættvís, smílandi, tori at vísa, at tað eri eg, sum ráði, og onkuntíð eisini at vera køld, tó ikki neiliga meint. Tá ið tú letur teg í dómaraklæðini, so fert tú í eina rollu í 90min, heldur Elsa.
Hon leggur seg eftir at koma beint víðari, tá ið ein dystur er av, men hóast tað, so tekur hon ímóti rísi, rósi og ráðum. Tað er ikki bara skeld, ið dómarir fáa.
- Ein fær tað eisini at vita, um ein hevur dømt ein góðan dyst. Tað er ordiliga gott og gevur einum mót at halda áfram. Eg havi eisini av og á eygleiðara at hyggja at mær, og tað er betri at lurta eftir honum enn einum frá einhvørjum liði, tú júst hevur dømt. Tað er sera gott, tí har fært tú at vita júst hvørjum tú skalt arbeiða við; hvat var gott og hvat var minni gott, vísir Elsa á.
Inn ímillum kann hon verða mint um, at hon er ein kvinna.
- Tá ið eg dømi mannfólk, koma tað nakrar viðmerkingar, men tað hoyrir bara til. Summir halda, at ein kvinna ikki veit nakað um fótbólt ella regluna um rangstøðu, men tí flenni eg bara eftir. Tað øvugta verður jú prógvað í dystinum, og tað eri eg ikki bangin fyri at siga, ljóðar tað sjálvtrygt frá Elsu.
Ársins dómari
Leygarkvøldið fekk Elsa Andreasen ein stóran heiður. Tá varð hon nevniliga kosin at vera besti dómari í kvinnudeildini í ár. Ein útnevning, ið Miðlanhúsið stóð fyri, og sum liðskiparar, venjarar og miðlafólk hava atkvøtt um.
- Hetta taki eg sum eitt stórt herðaklapp og eg eri sera takksom mótvegis teimum, sum valdu meg sum ársins dómara. Eg eri ógvuliga fegin og hetta ger at ein veruliga hevur mót til næsta kappingarár. Stóra takk fyri tað, og takk til leikarar og venjarar fyri eitt gott kappingarár, sigur Elsa.
Elsa dømdi í ár steypafinaluna hjá kvinnum á Tórsvølli og hevur samanumtikið verið ein hin mest støðugi dómarin í kvinnudeildini í ár. Man tað, at hon fær henda heiðurin, fara at geva henni mót uppá at sleppa at døma mannfólkafótbólt á hægsta støði?
- Eg havi roynt meg sum dómari og hjálpardómari í ymiskum mansdeildum fyrr, og tað var fínasta slag. Tíðin fer at vísa hvat eg fari at gera, men eg eri ikki bangin fyri at taka av avbjóðingini. Eg skal koma í betri form fyri at kunna fylgja við har, men at døma onkrar dystir uttanlands ljóðar meiri spennandi í mínum oyrum, sigur Elsa Andreasen at enda.