Simonsenættin í Hoyvík hevði sum kunnugt ættarstevnu 1. august. Her vóru eisini fólk úr USA. Tey umboða eina áhugaverda søgu, sum hevur samband við gravsteinin hjá Petronellu Samuelsen, sum verður umrødd í hesi grein.
Ein dóttir Johan Simonsen í Hoyvík æt Kristianna. Hon giftist við Samuel Samuelsen, son Magnus Samuelsen, sum gekk burtur á útróðri í 1888, sum fyrr greitt frá í hesi røð.
Ein beiggi Sámal var Vilhelm Tórsheim (1881-1954.) Hann var giftur fyrru ferð við Petronellu Petersen (1876-1910) úr Funningi.
Nella kom til Havnar at tæna hjá teimum í Geil, sum var ættin hjá Isalinu konu Knút, beiggja hennara, men hon giftist skjótt við Vilhelm. Hann var óførur, átti hús og giftist bert sum 18-19 ára gamal.
Nella eigur sítt sætta barn Evu Margrethu 21. august 1910. Men tær doyggja dag um dag mánaðin eftir, mamman tann 17, og dótturin tann 18. Tískil eru tær farnar í somu grøv.
Elsa var tá knapt trý ára gomul. Hana taka Kristianna og Sámal tískil til fosturs.
Í 1912 fer Sámal út at sigla. Hann búsetist eftir ein tíð í USA og sendir boð eftir Krístionnu at koma yvir við børnunum. Fyrri heimsbardagi var byrjaður, og tá slapst ongan vegin.
Men í 1919 fer Kristianna avstað við sínum trimum børnum og Elsu.
Hetta gongur væl, til tey koma til passeftirlitið í USA. Pappírini hjá Kristionnu og børnunum vóru í lagi. Kristianna hevur eitt pass, har hennara børn eru skrivað inn.
Men Elsa hevur einki pappír at vísa fram, og hetta skapti trupuleikar. Kristianna gav so børnunum boð um, at tey skuldu bert tosa føroyskt, so passeftirlitið skuldi fáa ta fatan, at tey bert tosaðu eitt mál, sum eingin annar skilti. Tí máttu tey heldur ikki tosað danskt. Tá kundi henda, at onkur skilti hetta, og so var spælið spilt.
Tað endaði so við, at eftirlitið ikki tímdi meira og slepti teimum ígjøgnum.
Hetta førdi so eisini við sær, at Elsa kom at búgva i USA við ongum pappírum, eins og so nógv onnur gjørdu. Tískil tordi hon ikki at fara úr USA og til Føroyar at ferðast, tí so slapp hon ikki heim aftur. Tað var ikki fyrr enn Jimmy Carter gjørdist forseti í USA 1976-80, at hesi fingu amnesty og harvið pass. Men tá var so langt fráliðið, at Elsa ikki hevur nýtt hendan møguleikan.
Tey búsettust í New Jersey, sum er grannastatur hjá New York.
Fostursystkini hjá Elsu, sum fóru til USA, vóru Elsebeth, John, brekaður og á stovni meginpartin av lívinum, og Erland, sum búsettist í Texas. Í USA fingu tey so Johonnu, sum var mamma og omma tey, sum vóru við á ættarstevnuni, og sum eru ein kelda til hesa grein.
Tað er ógvuliga lítið, vit vita um Elsu. Tá sigst, at hon vann vakurleikakapping sum ung. Hon giftist við James O’Neil, og tey fingu tvær døtur Eileen og De De, sum doyði ógift á ungum árum.
Eileen varð gift, men er so skild aftur. Hon hevur ikki samband við ættina hjá fosturforeldrunum, so tað er ikki meira sum kann sigast um hana ella ættina hjá Elsu.
Ættarfólkini hjá Nellu
Foreldrini vóru Petur Andreasen (3.01.1833 -10.01. 1896.) Giftur 08.08.1854 við Malenu Knudsdatter (26.04.1833 - d.14.01.1901.) Tey vóru úr Funningi.
Systkinini hjá Nellu vóru:
1. Andreas Petersen (20.05.1855 – 10.11.1889) g.v. Malenu Johannesen úr Elduvík.
2. Malena Sofía (20.09.1857 - d. 29.08.1886.)
3. Knud Petersen
f. 22.02.1860 g.v.Isalinu Isaksen f. 02.09.1859, d. 1923. Knút búði í Havn og er kendur sum tann eldri Knút Skómakarin, sum doyði 1932.
4. Samuel Petur
f. 04.05.1862, deyður fáar dagar gamal
5. Marianna f. 01.03.1864 g.v. Johannes Petersen undir Reyni
6. Carolina Susanna (27.04.1868 - d.25.03.1959)
g.v. Osvald Jacobsen í Funningi. Dóttir teirra Malla gjørdist 100 ár
7. Anna Sofía (30.04.1871- 31.01.1951)
g.v. Johan Hendrik Egholm (23.02.1872 - 20.07.1960.) Tey búðu eisini í Havn. Tey fingu 12 børn, og ein dóttir teirra, sum varð fødd beint eftir, at Petronella doyði, varð uppkallað eftir henni. Hetta var Nella, gift við Petur Dahl.
8. Joen Petur f.20.12.1873.g.v. Malenu frá Gjógv, búðu í Funningi
9. Petronella Malvina (6.09.1877 - 16.09.1910) var yngst
Um børnini hjá
Nellu kann sigast
Magnhild f. 1901, giftist í Danmark við einum svenskara Albin Gustavson. Tey fingu fýra børn, tríggjar gentur og ein drong, sum æt Ib. Hann var nógv í Føroyum. Ein dóttir kallaðist Elsa. Hon er helst uppkallað eftir mostrini í Amerika.
Mia fór niður at vera hjá Magnhild, og giftist við beiggja mann hennara, Robert, sum var telefonverkfrøðingur. Tey fingu eingi børn. Tá ið Mia gjørdist einkja, kom hon aftur til Føroya, her hon doyði í 1984.
Petur fór út at sigla tíðliga í 30-unum. Hann búsettist í USA og sigldi eisini undir krígnum sum skipari. Her var hann við at vera álopin av kavbátum, men kom væl frá tí. Hann var tríggjar ferðir í Føroyum eftir kríggið. Hann hevði svenska konu, men tey fingu eingi børn. Petur plagdi at skriva í føroyskum bløðum tíðindi úr USA.
Tey vóru so eitt skifti trý systkin í USA, og tey høvdu øll samband við hvørt annað.
Magnus var føddur 20. juni 1905 búði og í Havn. Hann arbeiddi saman við pápanum Vilhelmi Tórsheim, sum gjørdi fleiri grót- og byggiarbeiði, t.d. garðin við amtmanshúsini. Vilhelm gjørdi eisini fleiri brýr í Havn. Magnus var arbeiðsmaður og handverksmaður, mest innan grót og betongarbeiði, og hann stóð fyri fleiri byggiarbeiðum í Havn og aðrastaðni m.a. kommunuskúlan í Havn.
Magnus var býráðslimur 1952-60. Hann var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í gott 10 ár.
Magnus gjørdist stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í 1944 og seinni formaður.
Tann góða stjúkmannan
Tað er eisini ein partur av hesi søgu, at Vilhelm giftist aftur við Onnu, sum var úr Miðvági. Tey fingu eisini seks børn. Tað er tiltikið, sum Anna var eitt gott fólk, og hvussu væl, hon eisini tók sær av børnunum hjá Nellu. Tey kallaðu eisini elsta barnið, eina gentu, fyri Eva Petronella eftir teimum báðum, sum doyðu.
Komandi partur
Komandi hósdag
verður greitt frá Onnu Katrinu Simonsen, konu Johannes múraran, og ommu hennara, Anna Katrina Hansen sum er elsta fólk í kirkjugarðinum. Spurningurin var bert, um hon var 101 ella 103 ár