5. partur
Tók allar tablettirnar sama dag
Vit eru framvegis í Konso. Lívið heldur áfram við smærri og stórum upplivingum.
Tað er ymiskt sum hendir, sum er bæði láturligt og grátuligt. Ein gamal maður kom ein dagin og hevði ymsar klagur, sum bendu á eina ávísa sjúku. Blóðrannsóknir váttaðu, at so var. Hann fekk tí tablettir heim við sær, og hann var biðin um at taka eina hálva tablett um dagin í 10 dagar. Hann játtaði hesum og fór heim. Nakrar fáar dagar seinni kom hann aftur í góðum lag og takkaði mær so hjartaliga fyri tær góðu tablettirnar. Eg spurdi, hví hann longu var aftur, tablettirnar vóru jú til 10 dagar. Jú, hann hevði tikið allar sama dagin, hann fekk tær, og nú var hann nógv betri. Eg visti ikki, um eg skuldi flenna ella ikki. Hetta kundi verið ein vanlukka. Men tíbetur sá tað ikki út, sum at maðurin hevði fingið nakað mein.
Malaria var eisini ein plága. Hetta kundi føra til, at miltið, sum ein vanliga einki merkir til, kann gerast so stórt, at tað hongur niður frá búkinum.
Hóast tað mugu tey arbeiða úti á markini. Men fáa tey viðgerð, kunnu tey lekjast, og so minkar miltið so við og við.
Sjálv havi eg havt malaria og eisini tyfus. Men eg fekk viðgerð og gjørdist frísk. Annars hevur heilsan verið góð alt lívið. Gud havi lov.
Fyri at fara út sum trúboðari, skal ein vera sterkur bæði sálarliga og likamliga. Mann møtir so nógvum. Tað er eitt annað fólk og ein onnur mentan. Og tey hugsa á ein annan hátt.
Vit høvdu eisini aðrar uppgávur. Vit vórðu ofta biðin um at skriva váttan um deyðsorsøkina, tá ið fól vóri deyð. Tey komu berandi við líkinum til klinikkina. Her vóru vit sum so, ikki serfrøðingar og máttu avmarka okkum til tað, sum kundi staðfestast.
Teir komu eisini viðhvørt við uppgrivnum líkum at fáa váttan um deyðsorsøkina, men har máttu vit bert siga, at hetta var hopleyst at siga.
Lærdu kvinnurnar hondarbeiði
Vit báðar Ayana, ein av prestakonunum, fóru til Djarso til hondarbeiði og bíbliuklassa. Leiðin gongur ígjøgnum Bedengeltu, bygdina sum liggur tætt við missiónsstøðina í Konso. Gøtan er smøl, so vit máttu ganga gásagongd. Gjøgnum girðingarnar, sum eru báðumegin gøtuna, sóu vit fólk sita í túninum uttanfyri smátturnar.
“Asjamma” - góðan dag – róptu tey, tá ið tey bóru eyga við okkum, hvar fara tit?
Vit heilsaðu aftur og søgdu, hvagar vit fóru. Nakin smábørn stóðu í durunum í smáttunum og komu rennandi ímóti okkum við framrættari hond til at heilsa.
Vit komu fram við Mora. Tað er plássið í bygdini, har fólk kemur saman at práta og at hugna sær við spølum og tílíkum. Nakrir menn sita og spæla eitt kúluspæl. Teir hugdu upp, tá ið vit komu framvið og spurdu eisini, hvar vit fóru.
Konsofólkið er eitt arbeiðssamt fólk. Tey arbeiða hart, meðan tey arbeiða, og so, meðan kornið veksur, taka tey sær meira av løttum.
Vit komu út um bygdina, og gøtan gongur oman í ein lítlan dal, og niðan aftur hinumegin. Hon heldur síðan áfram ígjøgnum nógvar akrar. Her var sáað ymisk sløg av korni, mais, hveiti, masjilla og teff. Inn ímillum raktu vit við bummullsplantur.
Akrarnir vóru ymiskir á at líta. Tey kornsløgini, ið ikki tørva nógva vætu, vuksu væl her. Men hinir akrarnir vóru ein døpur sjón at síggja. Tað kom ov lítið av regni í ár, so ein stórur partur av akrunum vóru avsvidnir.
Ayana segði mær, at hetta var sera vandamikið. Um eitt slíkt ár kom afturat, var vandi fyri, at tað kundi koma hungursneyð. Vit frættu, at hungursneyð var í norðara parti av landinum, av tí at fleiri hallár høvdu verið hvørt eftir annað. Fólk í túsundatali lógu fram við vegnum har norðuri. Tey bóðu um mat, tá ið bilar og onnur ferðandi komu framvið. Nakað av mati var sendur frá Addis Abeba til tann partin av landinum, men hvat var tað til so mong?
Tað er ikki vanligt fyri bøndurnar á hesum leiðum at leggja niður fyri til fleiri ár. Tað mest vanliga er at sáa so mikið, at tað kann røkka til næstu regntíð. Men teir mugu tó hava niðurfyri til fleiri umfør av sáing. Tað hendir jú, at ein sáing verður avsviðin, og so má sáast av nýggjum. Men sákornið, sum er fortreytin fyri komandi heystinum, eta teir ikki. Tá doyggja teir heldur.
Vit komu yvirum eitt eiði, og útsýnið hiðani er avbera vakurt. Røðin av fjøllum síggjast langan veg. Nú gekk leiðin omanbrekku hinumegin eiðið. Har møttu vit Berisja Gunsjulla. Hann var lærari her á missiónsstøðini, er giftur og tey búgva í Derra, sum er ein av bygdunum í Djarso.
Berisja hevði verið sera ágrýtin og hjálpsamur við at leggja arbeiðið til rættis fyri okkum báðar í Djarso. Fyrrapartin gekk hann runt í bygdini og segði frá í hátalara, at vit komu. Nú kom hann ímóti okkum og segði, at hann var bangin fyri, at vit kanska ikki fóru at koma, hóast tað, at vit vóru í góðari tíð.
Tá ið vit nærkaðust plássinum, har vit vóru von at koma saman, fór Berisja inn aftur í bygdina Derra og rópar í hátalaranum, at nú var klokkan trý, og nú máttu tey koma.
Skjótt savnaðist fólkið saman. Tað var ikki av tí mesta av kvinnum í dag. Tær søgdu, at fleiri vóru farnar á marknaðin í Gidole, og nógvar vóru úti á akrunum at lúka illgresi. Ein fjøld av børnum var komin, minst hundrað í tali, og nakrir menn vóru eisini. Vit funnu fram hondarbeiðið til teirra, sum høvdu verið fyrr og góvu teimum nýtt, sum ikki høvdu verið áður. Nú í løtuni seymaðu allar blusur til sín sjálvs ella til børnini.
Gangurin var nógvur. Øll tosaðu í senn. Tú mátti næstan rópa, um tú skuldi siga okkurt við tann, sum var næst við. Summar settust niður á steinar, meðan aðrar stóðu og seymaðu. Tá ið tú fór gjøgnum rúgvuna av fólki at hyggja eftir, sást tú ymiskt stuttligt. Ein staðni stóð lítli sonurin ella dóttirin og togaði í faldin, meðan mamman seymaði. Aðra staðni sat maðurin og seymaði, meðan konan hugdi at. Onnur høvdu arbeiðið við sær. Tey sótu og spunnu bummull á hondsnældu.
Tá ið vit høvdu hildið á í tveir tímar, vórðu hondarbeiðini løgd saman í eina pappdós til næstu ferð.
Øll settust niður, og so varð hildin andakt.
Ov lítið av regni
Nú eru vit komin til 1974, árið við stóru hungursneyðini. Tað var munur á. Heima í Føroyum var óivað nóg mikið av regni. Her longdist okkum eftir regni nú. Grasrótin var brend av í summum støðum eisini. Hetta bøtti ikki um støðuna.
Konurnar bóru vatn higar at selja, men nú søgdu tær, at keldurnar vóru farnar at torna upp eisini.
Trúboðarin Skúli Svavarson, sum tá var stjóri á missiónsstøðini, var í Arba Minch ein av døgunum. Har var nóg mikið av vatni. Hann tók við sær øll tey íløt, sum rúmaðust í bilin, og kom aftur við teimum fullum av reinum og góðum vatni. Fólkið her í Konso var nú av álvara farið at líða neyð av svongd.
Tær tvær seinastu regntíðirnar vóru alt ov stuttar, so tað gjørdist hallár. Nú var hjálp komin ymsa staðni frá. Serliga var tað Kirkens Nødhjælp og Redd Barna í Noregi, sum sendu pening. Tey sendu eisini arbeiðsfólk út at býta út kornið og mjólkapulvur. Kornið varð fyri ein stóran part keypt fyri hendan pening úr øðrum landslutum í Etiopia, sum ikki vóru so hart raktir av turkinum. Nógv skal til, og dýrt var at frakta vørurnar langar teinar á ringum vegi. Til tær bygdirnar her í Konso, sum koyrast kann til, varð hjálpin fraktað við tveimum Landrover-bilum, sum vóru gáva frá Noregi til hetta sama endamálið. Tær allarflestu av bygdunum høvdu ongan veg, og hagar mátti so alt berast av asnum ella fólkinum sjálvum. Ein partur av hjálpini varð býtt út á klinikkini til teirra, sum tørva hjálp.
Tað fór vist at ganga ein mánaði í minsta lagi til regnið fór at koma.
Fekk nýggja nøs og mann
Á klinikkini gekk alt sína gongd. Tað høvdu verið nógvir sjúklingar í seinastuni, upp ímóti 100 um dagin.
Demmese og Halge fóru til Addis-Abeba til læknaviðgerð. Tað var Demmese, har annar fóturin var kropnaður, sum áður er greitt frá. Ein ortopedur, sum arbeiðir í Addis Abeba, vildi royna at gera okkurt við fótin á honum. Hann skuldi vera burtur eitt hálvt ár í minsta lagi. Men fóturin var so illa farin, at har gjørdist einki. Hann fekk at vita, at her var einki at gera, og hann kom skjótt heim aftur.
Halge vaskaði klæðir á klinikkini. Hon hevði sum smágenta eina sjúku sum gjørdi, at nøsin hvarv, og andlitið gjørdist heilt avskeplað. Læknin í Gidole gjørdi henni eina nýggja nøs. Hetta var nú ikki bara sum at siga tað og mátti gerast í fleiri umførum. Hann sendi nú Halge til Addis Abeba til hendan sama læknan, sum skuldi royna at fríðka hana enn meira. Hon rýmdi tó, áðrenn viðgerðin var av. Tað var ikki bert sum at siga tað at koma úr Konso til Addis Abeba. Har var hon einsamøll, og hon dugdi heldur ikki málið. Hetta gjørdist ov mikið fyri hana, hon fekk eina psykosu. Av henni gjørdist hon frísk aftur. Seinni giftist hon kortini og fekk eitt barn.
Hungursneyð av álvara
Nú er komið longri út á árið. Hungursneyðin var farin at gera um seg av álvara. Tað var sagt at hundratúsindir doyði í hungir. Vit vóru við í hjálpararbeiðinum. Kornið kom við lastbilum úr Addis Abeba. Her var tað so lagrað upp við missiónsstøðina í Konso.
Tað vóru tveir helikoptarar, ein úr Noregi og ein úr Eysturríki, sum førdu kornið út til bygdirnar, har tað varð slept niður til fólkið. Har vóru so onnur fólk, sum býttu út, og øll fingu sítt. Her hjálptu vit til, so frægt sum vit kundu.
Men her var ein øgiligur gangur og rok. Viðhvørt fóru og komu tyrlur áttanda hvønn minutt. Alt var so skróturt av turkinum. So her var eitt rok av dusti hvørja ferð. Samstundis skuldi mann vera á klinikkini og arbeiða við sjúklingum. Men vit fingu hjálpt sera nógvum fólkum.
Summi lond góvu nokk so nógv fyri at hjálpa fólkinum. Tey sendu kornið við skipi til Djibuti, sum liggur við Reyða Havið. Men hiðani vóru flutningsmøguleikarnir sera ringir við vánaligum toksambandi og enn vánaligari vegum.
Av hesi orsøk varð kornið fyri ein stóran part liggjandi har og fór fyri einki. Tí kom tað eisini út millum fólk í vesturheiminum, at tað nyttaði einki at senda hjálp til tey svøltandi. Veruleikin var, at tey á staðnum høvdu ikki førleika fyri einsamøll at fáa hjálpina fram. Skal hjálpast, má hjálpin koma allan vegin fram til dyrnar hjá teimum, sum hava brúk fyri henni. Tað var júst tað, sum hendi hjá okkum.
Avleiðingar av hungri
Ofta síggjast myndir frá hungursraktum økjum, har búkurin á børnum er so stórur.
Tað eru tvinni eyðkenni hjá fólki í slíkari støðu.
Hjá teimum, sum fáa ov lítið at eta, blíva armar og bein sera kløn og búkurin verður stórur. Eisini kemur hetta av, at børnini hava orm, sum kappast við tey um matin. Tað finst heilivágur fyri tí.
So eru tað tey, sum fáa skeivan mat við lítið av eggjahvítastoffum. Tá bar til at síggja gott út, men tað sást, at her var talan um skeiva føði. Tey blivu vatnut undir húðini, tí tey ikki fingu neyðugt eggjahvítastoff.
Regn, men framvegis trupulleikar
Vit eru nú komin fram til páskirnar í 1974. Ein mánaða undan páskum fór at regna. Regnið var tó ikki so ógvisligt, sum tað tíðum var her í tropunum, heldur javnt og støðugt. Tað kom væl við, tí at her eru so at siga bara brekkur, og alt er uppdyrkað. Fyri at halda vætuna í jørðini, eru allar veltur laðaðar upp í trappum við gróti frammanfyri. Tessvegna er eisini stórur vandi fyri, at moldin verður skolað burtur, tá ið øgiligt regn kemur.
Nú var farið at næla alla staðni, og alt var avbera vakurt og grønt. Tað tekur tó sína tíð, til kornið búnast, so fólkinum tørvaði framvegis nógva hjálp enn, og hon helt eisini fram. Síðan tað fór at regna gekk tað meira striltið við at frakta kornið til Konso. Vegirnir vóru so uppbloyttir, at tað var nærum óframkomandi hjá bilunum. Vanliga, tá ið tað er turt, koyra teir frá Arba Minch til Konso í 4 tímar. Nú nýttu teir fleiri dagar um ferðina, tí bilarnir lættliga standa fastir. Men her hjálptu tyrlunar væl, hóast tær ikki tóku so nógv hvørja ferð.
Red Barnet tók sær mest av sjúkrahjálpini og serliga hjá børnum. Nógv vóru sjúk av mattroti, og so komu umfarssjúkurnar. Tvær norskar sjúkrasystrar vóru her og gjørdu eitt gott arbeiði í bygdunum. Teir sjúklingar, sum vóru ringast fyri, vórðu sendir á klinikkina til viðgerð, sum kundi taka longri tíð.
Læknin mátti lata sítt egna blóð
Tað er mangt sum hendir á klinikkini. Eg fari at greiða frá eini konu, sum var stungin við spjóti. Tað er ikki sjáldan, at tað hendi.
Klokkan hálvgum tvey eina náttina vaknaði eg við, at tað varð bankað á dyrnar. Eg fór fram at vita, hvør tað var. Uttanfyri stóð Kusia, sum helt vakt á klinikkini um næturnar. “Tú mást koma beinanvegin”, segði hann, “tey eru komin við einari konu, sum er stungin við spjóti.”
Eg skundaði mær niðan. Konan lá á einari børu við einum neytaskinni undir sær. Hon hevði fingið spjótið inn í búkin, og tað er torført at siga, hvussu hon sá út. Mín fyrsta hugsan var, at her var eingin vón.
Vanliga var eingin lækni á støðini. Ein lækni plagdi at koma ein dag eina ferð um mánaðin úr Gidole. Tá viðgjørdi hann teir sjúklingar, har vit einki kundu gera.
Var nakað akutt kundi koyrast til Gidole, har tað kom sjúkrahús og lækni eftir, at eg var komin. Hetta er bert 50 km. Burtur. Men á hesum vánaligu vegum tekur tað 2-3 tímar at koma fram.
Men til alla lukku var læknin Øyvind Solberg júst komin á sína vanligu vitjan kvøldið fyri. Okkum til hjálpar var eisini Kjelrun, konu Skúla, leiðaran á støðini. Hon var útbúgvin sjúkrasystir
Her var ikki nógv av framkomnari útgerð. Tað var greitt, at sjúklinginum tørvaði blóð, so nógv sum hann hevði mist. Tað vísti seg, at læknin hevði somu blóðtypu sum hendan konan. So læknin legði seg niður á eina brík. Eg tók síðan hálvan litur av blóði av læknanum og lat tað inn í æðrarnar á konuni. Læknin kundi so reisa seg upp aftur og halda á at arbeiða. Soleiðis kann eisini gerast, tá ið á stendur. Vit hildu á meginpartin av náttini.
Konan var við barn, men barnið var deytt, ein fullborin drongur. Fór hon eisini at doyggja, fór maður hennara, sum hevði stungið hana, at verða dømdur til deyða. So galið gekk tó ikki, men hann fekk so sína straff.
Men konan ressaðist við, og tá ið tríggjar vikur vóru farnar, fór hon heim frísk.
Flettu geit á sjúkrastovuni
Tað vanliga var sum sagt, at læknin ikki var til staðar, og her skal verða greitt frá eini søgu um, hvussu hetta kundi ganga.
Eitt kvøldið komu teir við einum illa sjúkum ungum manni til klinikkina. Berarar høvdu borið hann langa og trupla leið. Tá ið eg kannaði mannin, kom eg fram til, at hann hevði “tarmslyng”. Hann hevði ligið heima eina viku í vón um, at hann fór at batna. Men nú var hann so úttambaður og illa fyrikomin, at teir høvdu valt at koma higar.
Maðurin var so illa fyri, at tað var ikki hugsingur um ar flyta han til Gidole, har læknahjálp kundu fáast. Vegurin var so ringur eftir regn í fleiri dagar, at tað kundi neyvan koyrast ímillum í bili. Morgunin eftir tosaði eg við læknan, Øyvind Solberg í Gidole. Tá ið hann hoyrdi um støðuna hjá sjúklinginum, skuldu hann royna at koma við motorsúklu. Hálvan triðja tíma seinni var hann eisini framkomin brúnur av rununi, hann hevði koyrt ígjøgnum.
Hann fór beint á klinikkina. Sjúklingurin varð lagdur undir skurð, og tók hetta tveir tímar. Tað var framvegis sera óvist, um lív var lagað hesum manni. Læknin fór avstað aftur uttan at hava fingið ein bita, tí sjúklingar bíðaðu eftir honun í Gidole. Hann gav mær boð um ta røkt, ið skuldi gevast.
Í tríggjar vikur lá hesin maðurin og sveimaði millum lív og deyð. Hann fekk eisini bruna í skurðin og bøtti hetta ikki um støðuna. Hesa tíðina sat pápin hjá honum bæði dag og nátt. Men so fór hann at batna og fór so við og við at eta vanligan mat.
Pápin spurdi so meg, um sonurin nú kundi fara at eta kjøt, sum var tað besta honum dámdi. Ein dagin helt eg, at nú mátti hetta fara at bera til. Pápin var fegin og takkaði mær fyri.
Dagurin fór so við øðrum á klinikkini, men áðrenn eg fór til hús, hugdi eg inn til feðgarnar. Tá ið eg opnaði hurðina inn til sjúkrastovuna, sá eg eina ótrúliga sjón. Á gólvinum lá skinni av eini nýflettari geit, og á tí lá høvdið og innvølurin.
Krovið var sundirlimað og var hongt upp í sjúkrastovuni á eina ás, sum var lagt millum báðar sengurnar, sum vóru inni á stovuni. Ungi maðurin sat uppreistur í seingini og tugdi við góðum matarlysti bita av hesum feska kjøtinum. Pápin sat húkandi á gólvinum og reinsaði vombina. Andlit teirra lýsti av gleði og nøgdsemi. Nú skuldu teir báðir hátíðarhalda, at sonurin var komin aftur til lívs!
Hóast sjúkrastovan ikki var rætta staðið at slakta eina geit, segði eg einki. Stutt eftir fór ungi maðurin saman við pápanum heim aftur. Sonurin hevði ikki bert fingið heilsuna aftur, men báðir vóru blivnir kristnir, meðan teir vóru á sjúkrahúsinum.
Kommunistarnir taka ræðið
Hailie Selassi sat á trúnuni fram til 1974. Tá tóku kommunistarnir ræðið í landinum. Haile Selassie hevði vælvild fyri missón. Hann vildi fegin, at vit skuldu reka skúlar og sjúkrahús, tí hetta trongdi so nógv til. Myndugleikarnir hjálptu til á ymiskan hátt sum til dømis at útvega grundstykkir og líknandi.
Hungursneyðin kostaði nógv mannalív. Hetta førdi til sosialan ófrið í landinum. Hildið varð, at keisarin hevði ov lítið av umsorgan fyri teimum svøltandi.
Hetta førdi til, at í september 1974 varð keisarin settur frá. Eitt hernaðarráð tók valdið, í fyrsta umfari í navninum hjá krónprinsinum, meira ella minni tvungið. Men tað var skjótt, at tað heldur ikki var pláss fyri honum, og keisararadømið varð avtikið.
Á pappírinum var tað eitt hernaðarráð, Dergen, sum hevði ovasta vald. Bert orðið Dergen fekk seinni hárini at reisa seg á fólki av ræðslu. Fyrst vóru ognir hjá keisaranum tjóðartiknar og síðan privat virkir og stór jarðarøkir.
Sum áður greitt frá, áttu fólk so mikið av jørð, sum tey kundu dyrka til egna nýtslu. Men tað vóru jarðareigarar, sum áttu størsta partin av jørðina. Fólkið arbeiddi hjá teimum fyri løn. Hetta er ein skipan sum vinstrahallar kollveltingar altíð hava havt ringt eyga á. “Loysnin” var at taka jørðina og býta hana út til fólkið. Hetta ljóðaði væl, men trupulleikin er bert tann, at verður hetta ikki gjørt við skili, gerst støðan enn verri hjá tí meiniga manninum, sum ætlanin er at hjálpa. Hetta vísa allar royndir aðra staðni frá. Tað var eisini júst tað, sum hendi her. Jørðin fór í órøkt og grøðin minkaði munandi.
Kollveltingin át síni egnu børn
Upprunaliga vóru tað fleiri bólkar í kollveltingini. Teir komu eisini at stríðast um valdið sínámillum. Í 1977 var tað tann mest víttgangandi parturin undir leiðslu av Mengistu Haile Mariam, sum fekk endaliga valdið. Eftir blóðugar útreinsingar fram til 1979, har minst 10.000 mótstøðufólk vóru fyribeind, varð eingin ivi um, at Mengistu hevði tryggjað sær veruliga valdið í landinum. Tað var tó ikki fyrr enn í 1987, at hann fekk heitið av forseta.
Hann knýtti landið nær til Sovjetsamveldið og Cuba. Hann fekk samstundis stóra hernaðarhjálp til at halda seg til valdið. Eitt úrslit av hesum var, at nógvir smádreingir vórðu tiknir frá foreldrunum og sendir til Cuba at “læra upp”. Vápnini úr Sovjet vóru sera framkomin, og tey kravdu servitan bæði til at brúka og til at umvæla. Hesar fortreytirnar vóru als ikki til staðar hjá fólki, men partvíst enn nýtti spjót sum vápn. Henda stóra hernaðarhjálpin skuldi eisini forða fyri, at Eritrea og Ogaden skuldu loysa seg frá Etiopia.
Tað komu eisini læknar úr Kina. Hesir vóru á donskum kallaðir “barfodslæger”. Teir høvdu ikki tann stóra førleika. Teir høvdu eina stutta praktiska útbúgving og hjálptu eftir førimuni.
Teir vóru dámligir menn. Sum fólkið á staðnum hevði ikki stóra tiltrúgv til teirra. Skemtandi varð sagt, at teir góvu tríggjar litir av tablettum: reyðar til sjúkur omanfyri hálvsvølin, gular niður til nalvan og grønar fyri sjúkur frá nalvanum og niður eftir. Eg spurdi, hvussu leingi teir ætlaðu at vera her. Jú, til allir trupulleikar vórðu loystir. Tað kundi koma at taka langa tíð!
Í fyrsta umfari merktu vit ikki so nógv til kollveltingina. Hesar hendingar fóru fram í Addis Abeba og haðani var langt suður til okkara. Vit frættu bert í radio, hvat ið hendi. Hesi tíðindini vóru sjálvsagt litað av makthavarunum. Vit høvdu onga telefon. Tó høvdu vit tá fingið eina radiotelefon, sum var opin hálvan tíma fyrrapart og tað sama seinnapart. Annars kundu vit frætta frá onkrum, sum kom higar ørindini ella á vitjan.
Gjørdust syndabukkar
Men tað gjørdist tó rættuliga skjótt greitt, at vit eisini fóru at standa fyri skotum. Slíkar stýrisskipanir skulu jú hava sínar syndabukkar. Ofta eru tað útlendingar, sum standa fyri skotum.
Teir søgdu, at vit trúboðarar vóru imperialistar, og at vit bara vóru komnir fyri at útarma og únytta fólkið. Fólk vórðu heilavaskað, og hetta varð eisini galdandi fyri mong trúgvandi. Tað var hetta, sum var so syndarligt. Boðskapurin í radio var hvønn dag: “Sendið teir heim, koyrið teir út.” Men samstundis boðaðu valdsharrarnir útheiminum frá, at tað var trúarfrælsi, so tað bar heldur ikki so væl til beinleiðis at koyra okkum av landinum. Her kom ein stór atsókn móti teimum trúgvandi. Tey blivu pínd, og tað vóru nógv, sum misti lívið fyri sína trúgv. Onnur vórðu koyrd í fongsul og illa viðfarin. Seinni í røðini verður greitt meira frá hesum.
Í fyrsta umfari fingu vit stóran part av fólkinum ímóti okkum. Vit fingu brøv frá ymiskum, har vit vórðu løgd undir líkt og ólíkt. Onkur av trúboðunum toldi hetta ikki, men fór heim. Eg fekk eisini mítt.
Tað var ræðuliga ringt. Eg hevði fingið eitt kall at hjálpa fólkinum. Nú bóðu tey okkum fara heim og kallaðu okkum apur, imperialistar og líknandi. Eg bað Gud siga mær, hvat eg skuldi gera.
Kommunistarnir lovaðu teimum gull og grønar skógir. Hesum trúðu nógv í fyrsta umfari. Men sum tíðin leið, gekk tað bert verri og verri í landinum. Fólk gjørdist fátækari og fátækari, men vit vóru tey somu. Tað, sum vit høvdu sagt, og tað sum vit høvdu gjørt, tað broyttidst ikki. Tey komu aftur til okkara, og vit fingu tey sum vinir á ein nógv betri hátt enn áður.
Kirkjan styrknaði
Ágangurin móti teimum kristnu førdi til eina undirgrundskirkju. Fólkið tordi ikki at koma í tær vanligu kirkjurnar. Tey samlaðust úti í bygdunum. Men tey máttu fara varðliga fram. Tey tordu ikki at syngja, tí tað kundi hoyrast. Tey lósu nøkur skriftstøð, tey dugdu uttanat.
Kirkjan styrknaði í Etiopia í hesum trongu tíðunum. Tá sóu tey, at tað kostaði at vera ein trúgvandi.
Tey fyrstu 14 árini eg var í Etiopia undir Haile Selassie, var tað kanska sum tey kalla tað í Kina, tey rískristnu. Tey fingu hjálp og skúlagongd frá trúboðarunum, og roknaði seg tí fyri at vera kristin uttan altíð at vera tað í hjartanum.
Hesi vóru tey fyrstu at fella frá, tá ið kommunisman kom saman við nøkrum av hinum.
Komandi partur:
Nú byrjar tað rættuliga at merkjast, at kristindómurin ikki verður toldur. Ágangurin
verður verri og verri