8. partur
Eg fari nú eitt sindur aftur í søguna enn eina ferð. Sum áður greitt frá var Haile Selassie keisari í Etiopia frá 1936-74. Hann royndi uttan iva tað besta hann kundi at stýra landinum, men tað var ikki lætt. Landið er stórt og er býtt sundur í størri og minni landspartar, sum hvør hevur sítt mál og livihátt. Hesir nógvu tjóðflokkarnir lógu í stríði við hvønn annan, og tað var annars lítið og einki samband teirra millum.
Tá ið eg kom til Etiopia í 1960 vóru bara 10% av fólkinum, sum dugdi at lesa. Vegirnir vóru heilt vánaligir. Tað vóru bert tríggir høvuðsvegir frá høvuðsstaðnum suður gjøgnum landið. Ein í eystara partinum, ein í vestara partin av landinum, og so ein mitt suður gjøgnum landið til Kenya. Annars vóru bert upptraðkaðir vegir ella gøtur, sum hava verið nýttar í øldir av menniskjum og arbeiðsdjórum. Landið er fruktbart, men bert ein partur er enn uppdyrkaður.
Sum áður greitt frá varð Etiopia rakt av hungursneyð í 1974. Teir kommunistsinnaðu fingu út í orð, at keisarin ikki vildi vera við, at hungursneyð var í landinum, og tí fingu tey hungursraktu ikki ta hjálp, sum tey kundu fáa. Teir vóru stuðlaðir í hesi ákæru bæði úr Sovjet og Kina.
Skúlaungdómur, serliga í Addis Abeba, byrjaðu at ganga mótmælisgongur móti keisaranum, og vildu hava hann avsettan. Broyting mátti koma í. Kommunisman var tað besta. Har var eingin munur á fólki. Øll vóru líka, varð sagt.
Heilatváttur fór fram í útvarpinum frá morgni til kvølds. “Etiopia fyrst” var slagorðið. Hetta ljóðaði gott, og nógv vóru ávirkað.
Nógvir útlendingar vóru í landinum, serliga í høvuðsstaðnum. Teir høvdu sett gongd í ymiskt virksemi. Millum annað høvdu teir forrætningar, har fólk kundi arbeiða. Hetta munaði tó lítið til so mong.
“Útlendingar eru her bert fyri at súgva blóðið úr okkum”, varð sagt í útvarpinum. Teir flestu útlendingar sluppu sær av landinum sum skjótast, og landið tók yvir tað, sum teir løgdu eftir seg.
Eg minnist munin at koma inn í eina forrætning aftaná kollveltingina, tá ið eg kom til Addis Abeba. Vørurnar minkaðu og áhugin at selja tær eisini. Tá ið tað ikki var teirra egna, kundi tað gera tað sama, um tey seldu nakað ella einki. Ein mátti næstan sjálvur taka vørurnar fram, sum lógu á hyllunum.
Tann 11. september 1974 varð keisarin tikin og settur fastur, og kollveltingin tók yvir stjórnina av landinum.
Deyði keisarans
Tann 27. august 1975 var ein minniligur dagur. Tónleikurin í útvarpinum stendur frá sum vanligt. So kemur steðgur í eina løtu. Síðan verður sagt: “Her er ein fráboðan. Fyrrverandi keisarin, sum hevur verið sjúkur, er funnin deyður í húsavarðhaldi sínum í gjárkvøldið. Jarðarferðin hevur verið.” Tað er neyvan ivi um, at keisarin varð myrdur.
So byrjar tónleikurin aftir. Smábørn sungu: “Etiopia fyrst. Einki blóð má flóta.” Tað vóru serliga nógv av teimum eldru, sum vóru góð við keisaran. Men eingin mátti vísa sorg. Tað at vísa samkenslu, tá ið onkur doyr, er so djúpt inngrógvið í mentanini í Etiopia.
Minnið um keisaran skuldi strikast út. Eingin mátti so mikið sum nevna navnið á honum. Nú var at halda áfram við nýggju ideologiini.
Tað varð sagt, at deyðadømdir fangar vóru sendir út at jarða líkið á Haile Selassie. Tá ið teir komu aftur, vórðu teir skotnir beinanvegin, so eingin skuldi vita, hvar hann var jarðaður. Tað vísti seg tó, at tá ið kollveltingin fall aftur, sat ein í fongsli, sum hevði verið við til at jarða keisaran. Hann segði nú, hvar hann var grivin, og tað var undir skrivstovuni hjá Mengistu Haile Mariam. Har funnu teir beinini av keisaranum, sum nú vórðu løgd í eina kistu og sett inn í eina kirkju. Í ár 2000 varð keisarin so jarðaður í Holy Trinity Cathredal í Addis Abeba undir liðini á keisarinnuni, sum var deyð langt frammanundan. Nógv fólk var tá í gøtunum, sum vildu sýna Haile Selassie tann seinasta heiður.
Fólk skuldu skifta hugburð
Tað mest umráðandi hjá myndugleikunum var at fáa fólkið at skifta hugburð. Fyrst og fremst skuldu tey fáast at halda, at eingin Gud var til. Hugburðurin var, at “vit kunnu megna alt sjálvi!”
Atsóknin móti teimum kristnu byrjaði. Tað var umráðandi at fólk ikki skuldu koma saman at hoyra Guds orð. Hetta var gjørt á tann hátt, at øll skuldu fara á politiskan fund ella út at arbeiða í kirkjutíð. Hetta kundi vera at fara út á plantagurnar at heinta bummull. Tey kristnu fluttu kirkjutíðina. Men hetta funnu teir skjótt útav, og so skuldi eisini arbeiðast hesar tíðir. Eitt stig var at skráseta tey, sum komu í kirkju, fyri at ræða tey.
Bóndafeløg vóru skipað, og her skuldu øll vera við. Fólkið skuldi upplærast í kommunismuni. Nú sást, at tað kom at kosta at vera trúgvandi framyvir. Tey kristnu, sum høvdu leiðaraevni vórðu sett til arbeiðis í “the red terror,” sum tað var kallað. Tey skuldu vera við til at leita upp fólk, sum vóru ímóti stjórnini. Síðan vórðu tey noydd at seta hesi føst og at fara illa við teimum.
Hetta vórðu tey noydd til undir hóttan um sjálvi at vera skotin. Hetta var ein ræðulig tíð. Nøkur stóðu fast og vildu ikki avnokta Kristus, uttan mun til, hvat ið tað kostaði teimum. Tann ateistiska andsmaktin virkaði millum tey kristnu, serliga tey sum høvdu lærdóm.
Nógv av teimum kristnu vórðu ørkymlað og lótu seg tøla. Summi fingu ábyrgdarfult arbeiði og meira løn frá myndugleikunum. Á hendan hátt kundu tey fáast at gerast partur í nýggja stýrislagnum og komu soleiðis at vera við í atsóknini móti teimum kristnu.
Eg kendi persónliga nøkur av teimum. Seinni upplivdi eg tað gleðiliga, at summi av hesum komu aftur til Jesus og fingu fyrigeving fyri tað, tey høvdu gjørt.
Var Karl Marx amerikanari?
Øll skuldu upplærast í kommunismu gjøgnum skúlarnar og útvarp ella hvar tað var.
Á sjúkrahúsinum vórðu arbeiðsfólkini tikin út mitt í arbeiðstíð til politiskar fundir. Kanska kundi eitt ella hægst tvey starvsfólk vera eftir á hvørji deild at taka sær av sjúklingunum, sum trongdu mest til hjálp.
Hini vórðu savnað í einum høli á sjúkrahúsinum og vórðu inndoktrinerað í hesi nýggju ideologi. Hetta var mest við at lesa úr bókum hjá og um Lenin, Mao, Marx og øðrum toppmonnum hjá kommunismuni. Eg hevði tó varhugan av, at tey lítið og einki fingu burtur úr hesi frálæru. Etioparar eru eitt stolt fólk og lata seg ikki uttan víðari taka á bóli av slíkum. Afturat hesum vóru hesir fundir ofta hildnir mitt á degi, tá ið tað var allarheitast. Summi sovnaðu mitt í tí heila, og tey vórðu tá koyrd út um. Eg sá ofta slík koma undir kranan at vaska sær um andlitið við køldum vatni fyri at vakna. Tá smíltust tey til mín.
Ein dagin í døgurðasteðginum kom eg framvið, har nøkur av starvsfólkunum stóðu og prátaðu saman í teirri stóru gongini á sjúkrahúsinum. Har var ein stór mynd av Karl Marx komin at hanga á eini hurð. Eg gjørdi meg eitt sindir óvitandi og spurdi, hvør ið hesin maðurin var. Nei, tey vistu ikki rættuliga. Tað var tá merkiligt, sigi eg. Hví hongur hann her, tá ið tit ikki vita, hvør ið hann er? Tá lat í einum: “Eg haldi, at hann er úr Amerika.”
Ein dagin fór eg eini ørindi út í vaskaríið. Har stóð uppsligið, at tað skuldi vera fundur um Lenin klokkan trý seinnapartin. “Lenin”, segði eg, “hvør er hann?” Nei tað kundi eingin rættuliga svara mær uppá. “Er tað fólk ella djór?” spurdi eg. “Fólk er tað ikki”, lat í einum. Eg sá, at áhugin fyri tí, sum tey skuldu læra um, var ikki so stórur, at tað gjørdi nakað, so eg skundaði mær burtur.
Dumpaðu í politikki
Tað kostaði eisini á annan hátt at vera ein kristin. Ungdómar, sum ætlaðu sær á hægri skúla, máttu hava gott ummæli frá bóndafelagnum á staðnum. Tað fekst ikki í mongum støðum, um tað var upplýst, at viðkomandi var ein Jesu lærusveinur.
Í skúlunum var ein stórur partur av næmingunum, sum dumpaðu. Hetta var serliga í teimum hægru flokkunum. Orsøkin var oftast, at teir ikki svaraðu rætt uppá politiskar spurningar. Tað vil siga, at næmingarnir góvu ikki tey svør, sum teir vildu hava. Best var eisini at halda teimum á skúlabeinkinum. Einki arbeiði var til teirra, tá ið tey vóru liðug við skúlan. At hava ein hóp av lærdum ungum fólki gangandi yrkisleys var ikki gott. Tað kundi elva til uppreistur.
Skúlanæmingar undraðust og søgdu: “Tey sum fyrr lærdu okkum um Gud og Jesus, siga nú, at Gud er ikki til”.
Ungdómur, sum misti eldhugan, varð skotin
Tað var eisini skúlaungdómur, sum hevði verið so íðin at byrja við í hesum nýggja stýrislagnum, sum skuldi broyta alt til tað betra. Tá ið tey sóu, at tað als ikki var nakað betri, men bara verri, lupu tey frá. Men her var heldur eingin náði. Tey vórðu skotin.
Tað var sagt, at stundum bundu teir nógvar av hesum unglingum saman og sprongdu teir í luftina.
Hetta var gjørt fyri eygunum á foreldrunum, og tey vórðu síðan kravd at gjalda fyri dynamittið.
Tað vóru eisini so nógvar greinir innan kommunismuna. Nógv av teimum fongslaðu vóru eisini kommunistar, men frá onkrari aðrari grein enn teirri “røttu”! Eisini tí føldu øll seg ótrygg.
Loyvi kravdist til alt
Tað gjørdist eisini á annan hátt stór broyting í landinum. Gerandisdagurin gjørdist ikki tann sami. Til dømis máttu øll hava loyvi til at koyra frá einum staði til eitt annað. Skuldi ein ørindi til Addis Abeba varð kravt eitt skrivligt loyvi, sum skuldi kunna vísast fram.
Við stuttum millumbilum á vegnum frá Arba Minch til Addis Abeba vóru forðingar tvørtur um vegin, har tað mátti steðgast. Loyvið skuldi vísast fram. Tað var ikki nóg mikið við tí. Alt í bilinum skuldi takast út fyri at verða kannað. Sjálvt toilettaskur máttu opnast. Eg minnist, at eg plagdi at spyrja, hvørjum teir leitaðu eftir. Var tað bumbum? Teir bara smíltust. Tað er ein spurningur, um teir sjálvir vistu, hvat teir leitaðu eftir.
Alt bleiv skamtað, eisini bensin. Alla staðni sóust fólk standa í bíðirøð fyri at keypa eitt sindur av mati ella okkurt annað. Ofta stóðu tey í tímavís. Alt var undir eftirliti. Bløðini vóru full av propaganda og fordøming av vesturheiminum, serliga av Amerika. Stórar tekningar sóust av útlendingum, sum rýmdu við fullum taskum av peningi. “Farið heim apur,” stóð nógva staðni. DDR, gamla kommunistiska Eysturtýskland, hjálpti teimum at seta í verk eina kúgingarskipan. Teir høvdu góðar royndir á hesum øki heima hjá sær sjálvum.
Tvingsilsflyting
Fólk, sum búðu hægri uppi í fjøllunum, og sum áttu hús og eitt jarðastykki rundan um, vórðu rikin oman á láglendið at búgva. Har vóru smá hús av sementi bygd í røð og rekkju. Ein syrgilig sjón.
Har skuldu tey so dyrka jørðina undir “skipaðum” umstøðum. Um onkur noktaði at fara oman í láglendið, vórðu tey tikin úr húsum teirra við makt og húsini vórðu brend í grund fyri eygum teirra. Tey trivust heldur ikki niðri í hitanum, og nógv doyðu av malaria.
Ali Musa: Harðrendi muslimurin, sum vildi hava Guds orð
Eina tíð var tað ein muslimur Ali Musa, sum ráddi fyri borgum í Arba Minch, meðan eg var har. Hann var serliga harður mótir teimum kristnu. Tað tyktist, sum at tað var honum ein fragd at fara illa við teimum. Øll ræddust hann.
Eg hevði ongantíð sæð mannin, visti ikki hvør hann var, men eg hevði hoyrt nógv um hann. Eitt kvøldið fór eg niðan á sjúkrahúsið at fáa fatur á læknanum, sum hevði vakt. Hann var inni á skrivstovuni. “Veist tú, hvør tað er sum situr úti á gongini?” spyr hann meg. Nei, tað visti eg ikki. Har sita tríggir menn á einum beinki, sigur hann. Ali Musa situr í miðjuni.
Tá ið eg hevði gjørt míni ørindi fór eg út. Eg heilsaði uppá menninar og spurdi, um tað var nakað, eg kundi hjálpa teimum við. Nei, teir bíðaðu bert eftir onkrum, sum var inni á deildini. So tað var í lagi. Nú hevði eg so sæð Ali Musa og visti, hvussu hann sá út.
Morgunin eftir var andakt hildin sum vant úti á verandaini, áðrenn arbeiðið byrjaði. Tá ið andaktin var liðug, fór eg sum vant at býta traktatir og bíbliupartar til fólkið. Eisini hesa ferð varð troðkan um meg, tí øll vildu hava. Mong rættu hendurnar fram móti mær og søgdu: “Gev mær!”
Áðrenn eg visti av, stóðu Ali Musa og tveir høgir menn frammanfyri meg. “Vilja tygum ikki eisini hava Guds orð?” spurdi eg og rætti honum tveir ella tríggjar bíbliupartar. Hann ypti øksl og fór framvið mær. Men so knappliga vendi hann sær á og segði. “Tað er í lagi, lat meg fáa”. Hann tók ímóti teimum og fór so víðari inn á sjúkrahúsið. Fólk sóu og undraðust stórliga. Hetta var heilt ótrúligt, at hesin maður hevði tikið ímóti Guds orði! Hesi tíðindi kom runt í býnum, at Elsa hevði givið sjálvt Ali Musa Guds orð. Fólk komu til mín at vita, um hetta veruliga passaði.
Eg frætti so ongantíð aftur, um Ali Musa las orðið, hann hevði fingið. Stutt eftir flutti hann frá Arba Minch til eitt annað stað at arbeiða.
Vitjan av Mengistu
Ein dagin fingu vit sjálvan forsetan Mengistu Haile Mariam á vitjan. Á eini rundferð í landinum var hann komin til Arba Minch. Her var ikki so nógv at síggja, so vitjan á sjúkrahúsinum varð løgd inn í skránna.
Á gongini var eitt borð, har tað lógu bíbliur og annar kristin lesnaður, sum vit seldu bíliga. Tað vísti seg nevniliga, at fólk virðismettu meira tað, tey keyptu, enn tað, tey fingu fyri einki.
Fleiri hildu, at hetta kundi ikki bera til at hava hetta tilfar liggjandi opið frammi við júst hesi vitjanini. Tað kundi vera sum at vísa hundi brand at lata fremstu ímyndina av atsóknunum móti teimum kristnu síggja eina Bíbliu. Tað vóru fleiri, sum mæltu til at rudda borðið. Men hetta segði eg nei til. Tað var eingin grund til at dylja sjálva orsøkina til, at vit vóru her. Soleiðis gjørdist tað eisini. Mengistu og hansara fylgi fóru framvið borðinum uttan at látast um vón.
Í samband við hesa vitjan vóru øll møgulig trygdartiltøk sett í verk. Slíkir despotar eru jú altíð ræddir fyri, at onkur fór at liggja teimum eftir lívinum. Eitt av trygdartiltøkunum var, at øll trø á sjúkrahússøkinum, har forsetin skuldi koma framvið, skuldu málast hvít upp í manshædd. So var lættari at síggja, um onkur snigskjútti krógvaði seg aftanfyri trøini.
Sum tað hevur verið greitt frá fyrr var Mengistu, sum hann vanliga varð kallaður ein harður harri. Hann var føddur í 1937. Pápi hansara var ein trælur, ættaður úr Konso. Tað at hann hevði Mariam til eftirnavn segði eisini, at hann var av ætt, sum var koptisk kristin. Haile merkir kraft, so seinni partur av navninum merkti “kraft Mariu.”
Sum majorur luttók hann í kvettinum í 1974. Aftaná at keisarin var avsettur, gjørdist hann næstformaður í fyribils hernaðarráðnum, har formaður var tann meira hógligi generalurin Andom. Mengistu fekk skotið Andom og nógvar aðrar á hansara veingi. Nýggjur formaður gjørdist generalurin Benti. Men hann fekk Mengistu eisini skotið. Tá gjørdist hann sjálvur formaður, og hann fekk alt valdið. Sum tað skilst, var tað ikki av ongum, at Mengistu varð kallaður “slaktarin frá Addis Abeba.”
Í 1991, tá ið hann misti valdið, rýmdi Mengistu til Zimbabwe, har tann lítið mætari Robert Mugabe hevur hildið hondina yvir honum. Tað verður sagt, at Mengistu hevur verið Mugabe ein hollur ráðgevi í hansara kúgan av fólkinum. Mengistu er dømdur til deyða in absentia í heimlandinum fyri fólkamorð, men Mugabe hevur noktað fyri at útflýggja hann.
Spurningurin er nú, hvussu tað verður, nú Mugabe er við at missa valdið.
__________________________________
Dana: Bæði fongslaður av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum
Á hospitalinum í Arba Minch, har eg arbeiddi, var ein sjúkrahússtjóri, sum æt Dana. Eg var yvirsjúkrasystir, so vit arbeiddu nógv saman. Hann byrjaði at arbeiða á sjúkrahúsinum í 1978, sum eg kom í 1977. Hann var heldur lágvaksin og fryntligur at koma á tal við. Tey søgdu, tá ið hann kom, at hann var ein trúgvandi maður, og at hann av hesi orsøk hevði sitið í fangahúsi
Vit arbeiddu væl saman og samtalaðu ofta um tey ymisku viðurskiftini á sjúkrahúsinum.
Stundum tyktist mær kortini, at hann var eitt sindur ótryggur og varin, serliga tá ið fólk kom inn á skrivstovuna.
Eg var glað fyri at hoyra, at hann var trúgvandi. Vit plagdu at hava morgunandaktir úti á verandaini fyri starvsfólki og sjúklingum, sum komu til ambulanta viðgerð.
Afturat teimum vóru tey avvarðandi, sum kundu vera nógv. Ofta var tað langur vegur at bera, og tað kravdi nógv fólk, tey kundu vera upp til 10-15, sum skiftust um at bera.
Har kundu vera eini 200 fólk, ið lurtaðu. Hátalarar vóru inn á sjúkrahúsið, so inniliggjandi og starvsfólk inni eisini kundu hoyra.
Vit skiftust um at halda andaktina. So spurdi eg Dana ein dagin, um hann ikki kundi halda andakt. “Nei,” segði hann stutt. Tað var í lagi, og so varð ikki sagt meira um tað. Men so hoyrdi eg, at hann var farin at arbeiða saman við kommunistunum og var í hóslag við teir, sum píndu tey kristnu og settu tey í fangahús, men hetta fekk eg meg tó ikki til at trúgva.
Dana verður tikin av sínum egnu
Ein dagin, vit koma til arbeiðis, frætta vit, at løgreglumenn høvdu verið um náttina. Teir høvdu tikið Dana og sett hann fastan. Eg var illa við, tá ið eg frætti hetta
Seinni um dagin kom onkur inn á skrivstovuna og segði við meg, at teir eru komnir við Dana. Hann var staddur á sjúkrahúsinum, og eg fór inn til hansara.
Løgreglumenninir vóru komnir við Dana hendan morgunin til tess, at hann kundi geva arbeiðið, sum hann hevði á sjúkrahúsinum, yvir til ein annan, sum skuldi avloysa hann. Hetta gjørdist onkur annar, sum arbeiddi á sjúkrahúsinum.
Eg gloymi ikki ta sjón, sum eg sá. Dana sat við borðið, har hann plagdi at sita. Hann var so ólíkur sjálvum sær, og hann sá so hjartkiptur og ólukkuligur út. Hann var skóleysur. Alt hárið var rakað av høvdinum, eyguni vóru innfallin, og hann sá bangin út. Eg heilsaði uppá hann men kundi ikki siga so nógv. Tað stóð ein hermaður við byrsu undir liðini á honum.
Eg segði nøkur orð við hann um at “tú kennir vegin.” Kona hansara sat í einum horni við einum lítlum barni. Eisini hon sá rædd út. Eg sigi við hann á enskum, so hinir ikki skuldu skilja tað: “Skal eg geva tær eina bíbliu?” “Nei,” sigur hann á enskum, “men gev konuni hana.” Tað gjørdi eg so beinanvegin, hon var eisini trúgvandi.
Teir fóru so við honum, og hann varð settur í fongsul. Hann sat har í eini tvey ár. Hann var ákærdur fyri at arbeiða ímóti landsins stjórn. Hann hevði verið í skeiva partinum.
Dana kom nakrar ferðir til viðgerð á hospitalinum, men hann var altíð umgyrdur av vaktum. Eg heilsaði uppá hann, men vit fingu ikki tosað saman. Eg fekk okkurt høvi til at teska til Dana, at vit biðja fyri tær. Hann segði bara takk, fekk ikki sagt nakað meira.
Í fongslinum í Arba Minch vóru einir 400 fangar. Har vóru ræðuligar umstøður. Tað vóru nógv, sum doyðu inni har, eisini tí tey fingu ov lítið at eta.
Tað gingu ofta umfarssjúkur í fongslinum. Teir komu ofta við fangum at fáa viðgerð á sjúkrahúsinum. Altíð vóru vaktir við. Eg keypti ein hóp av bíblium frá bíbliufelagnum í Addis Abeba fyri pengar úr Føroyum. So gav eg teimum bíbliur, men eg spurdi altíð teir, sum komu við fangunum, um eg kundi geva teimum bíbliur. Eg vildi, at alt skuldi ganga opið fyri seg, so eingin skuldi hava nakað at siga aftaná. Tað var altíð í lagi. Ofta vildu teir hava eina sjálvir eisini.
Aftur á leiðina
Men ein dagin kemur Dana og skal verða innlagdur á sjúkrahúsið. Vakt er við honum. Eg plagdi at koma niðan um kvøldini at hava andakt á stóru 16 manna stovuni, har hann lá, eins og eg hevði andakt á øðrum stovum eisini.
Eitt kvøldið eg kom niðan á stovuna, har hann lá, var henda vaktin júst farin út okkurt ørindi. Tá eg skuldi fara avstað, veittraði hann meg yvir til songina. Hann vildi tosa við meg. Hann visti, at tað var ikki nógv tíð, tí vaktin kundi altíð koma aftur. So fortaldi hann mær:
“Elsa, eg eri ein trúgvandi maður. Eg havi fyrst sitið í fongsli fyri Kristi skuld, og eg varð píndur og plágaður. Men tað var so ósigiligt, at eg kann ikki greiða frá tí, at eg slapp at líða fyri Krists skuld.
Men tað, sum er hent nú, kann eg heldur ikki greiða frá. Hetta hevur verið so myrkt og so ræðuligt, at tað er ikki orð fyri tí. Eg fór burtur frá Jesusi og fór í hóslag við hesar, sum siga, at tað er eingin Gud. So settu teir meg í fongsul, og hetta hevur verið ein ræðulig tíð. Men so talaði Gud til mín. Inni í fongslinum var eitt pinkalítið koptiskt kapell. Eg visti, at har lógu bíbliur. So onkuntíð fór eg inn har at lesa í bíbliuni. Viðhvørt kom onkur annar og gjørdi tað sama. Men eg tordi ongantíð at spyrja teir nakað um kristindómin. Tað var ikki lætt at vita, um teir eisini vóru kristnir ella teir vóru njósnarar.
Henda tíðin gekk so, og eg sá, at eg hevði svikið Gud. Eg rópti til Gud um fyrigeving. Eg trúgvi eisini, at eg havi fingið syndanna fyrigeving. Síðan hevur lívið verið nýtt fyri mær. Eg eri eitt Guds barn, og nú vil eg fylgja Jesusi, hvat tað enn kann kosta mær," segði hann.
Hetta vildi hann siga mær. Eg kendi ein klump á hálsinum og tárini trýstu seg fram. Tíbetur kom vaktarmaðurin ikki aftur beinanvegin, so Dana fekk tíð at siga tað, hann hevði á hjartað. Tað hevði nú heldur ikki verið gamansleikur fyri Dana, um vaktin hevði sæð okkum tosa saman.
Eg segði hinum kristniboðarunum frá hesum á okkara vikuliga bønarmøti, sum var sama kvøld. Hetta gjørdist tí eitt takkarmøti.
Latin leysur
So skuldi eg fara heim til Føroya, hetta var summarið 1980. Ein sunnumorgun beint áðrenn, eg skuldi fara í kirkju, nú stendur Dana í durunum.
“Dana,” sigi eg, “er tú sloppin út úr fongslinum?” Ja, hann var sloppin út fyri nøkrum døgum síðani. “Eg havi hoyrt, at tú skal fara heim skjótt. Og eg vil so fegin hitta teg,” sigur hann.
Vit sótu so saman eina góða løtu. Eg gav honum ein drekkamunn, og vit lósu úr Bíbliuni. Kona hansara var alla hesa tíðina komin trúføst til gudstænasturnar á missiónsstøðini.
So fór hann avstað. Hetta var 2-3 vikur áðrenn eg skuldi fara, og hann segði: “Eg komi aftur næsta sunnudag”, og tað gjørdi hann. Tá fingu vit aftur eina góða løtu saman. Hann segði, at hann skuldi koma aftur næsta sunnudagin, beint áðrenn eg skuldi fara heim, men tá kom hann ikki. Tá var okkurt komið í vegin.
So fór eg heim til Føroyar, og kom út aftur eitt ár seinni. Tá kom eg at arbeiða í Yirga Alem, so eg visti einki um, hvar hann var.
So var eg einaferð í Addis Abeba og fór í kirkju. Fólkini standa og práta uttanfyri aftaná gudstænastuna. Knappliga síggi eg eitt andlit, sum eg bar kenslu á. Eg hyggi uppá hann, og hann hyggur uppá meg, og nú síggi eg, at tað er Dana. Hann kemur leypandi yvir móti mær og vit hálsfevndust. Hetta var stórt! “Er tað tú Elsa?” “Er tað veruliga tú Dana? Eg havi ikki sæð teg í so nógv ár.”
“Ja, nú havi eg tað gott. Eg gangi í kirkju hvønn sunnudag. Eg vil fylgja Jesusi eftir, kosta hvat tað kosta vil. Familjan býr nú í Addis Abeba.”
Næstu ferð
Nú kemur Elsa til Yirga Alem, har tey eisini merkja til harðræðið. Tá fer millum annað at verða greitt frá søguni um sangaran Tesfaye Gabiso, sum etiopisku myndugleikarnir ikki fingu niður við nakkanum. Tað er eisini ein spennandi og hugtakandi frásøgn