Elsa Jacobsen: Ræðuleikar í etiopiskum fongslum

Hvørja ferð eitt ræðustýri fer í søguna, halda fólk, at hetta kann ikki fara at endurtaka seg. Men tað ger tað ósvikiliga. Vit hava sæð hetta í Europa so seint sum í 1990-unum. Hetta var so eisini galdandi fyri Etiopia, har ræðuleikarnir vóru so øgiligir, at ein illa kann trúgva tí. Hetta kom Elsa at uppliva so nær, sum tað kundi gerast. Sjálv var hon sum so vard sum útlendingur. Verri var við hinum. Í hesum parti fara vit at greiða frá nøkrum av tí, sum hennara kenningar í Etiopia komu út fyri

7. partur

 

Dugdu væl propaganda

Sum onnur einaræðisstýri dugdi tað etiopiska eisini væl hetta við propaganda, har tað varð pyntað rættiliga nógv uppá veruligu viðurskiftini. Eitt gott dømi um hetta er bókin “Under Ethiopian Skies”, sum kom út fyrst í 1983 og síðan í 1987. Hetta er fyrst og fremst ein framúr góð myndabók, sum í vøkrum litmyndum lýsir Etiopia, fólk og land.

Men seinast í bókini er eitt kapitul sum kallast: “Nádd mál hjá kollveltingini.”

Her verður greitt frá nøkrum av úrslitunum, sum vera søgd at vera komin burtur úr kollveltingini. Sagt verður, at hon hevur merkt størstu broytingar í søguni hjá Etiopia. Kollveltingin hevði havt við sær eina umskipan av politisku skipanini, sum hevur tryggjað øllum etioparum ein rættvísan part av landsins ognum og framleiðslu. Hon hevur eisini fingið undirvísing av borgarunum og sosiala vælferð út til allar partar av landinum.

Hetta verður so sammett við viðurskiftini undan kollveltingini, har fá áttu næstan alt. Hetta merkti ein útnyttan av fólkinum, sum bert skapaði neyðarsligar umstøður. Hetta og mangt annað, serliga hungursneyðin, elvdi til kollveltingina, sum setti keisaran frá og nýggja stýrið til valdið.

Men hetta var alt broytt nú. 5,5 milliónir bóndafamiljur vóru nú skipaðar í bóndafeløgum, og eisini vóru skipaðir statsbónda­garðar eftir sovjetiskari fyrimynd. Hetta skuldi tryggjað, at meira kom burtur úr landbúnaðinum.

Nógv verður gjørt burturúr tí stóra herinum uppá 300.000 hermenn, sum við eldhuga vildi verja landið móti “innan- og uttanlands fíggindum,” sum tað verður sagt.

Alt var eisini so sera demo­krat­iskt. Landið fekk í 1987 eina nýggja grundlóg, sum varð sam­tykt á fólkaatkvøðu við loyni­­ligari atkvøðugreiðslu eftir eina breiða viðgerð millum fólk. Annars varð eisini sagt, at neyvan var nakað, sum varð framt í landinum uttan viðgerð í demokratiskt valdum stovnum. Tí kundi landið nú av røttum kalla seg Demokratiska Fólkatjóðveldið Etiopia!

Alt hetta var rein propaganda uttan hald í verunleikanum. Longu í 1991 lá lovprísaða skipanin í knúsi, sum vit fara at greiða meira frá í komandi pørtum.

 

Elsabet: Mátti grulva á grúsvegi

Í seinasta parti varð greitt frá atsóknini móti teimum, sum fóru í kirkju jólaaftan 1979. Tey, sum vóru í kirkjuni, vórðu sett føst, tí tey ikki sum álagt teimum vóru farin á politiskan fund í kirkjutíð.

Tað varð heldur óregluligt við gudstænastum aftaná hesa hending. Tey, sum sótu longst í hesum umfarinum, sótu í umleið hálvan triðja mánað. Millum hesi vóru eisini nakrar ungar gentur, sum eg kendi.

Tann dagin, tær vórðu sleptar út, stóð eg í durunum í húsinum, har eg búði tætt við sjúkrahúsið, tá ið eg sá tær koma niðan brekkuna móti húsinum hjá mær.

Eg bað tær koma inn og gav teimum ein drekkamunn, meðan vit talaðu saman.

Tær virkaðu eitt sindur tung­lyntar. Tað hevði havt sína ávirkan á hesar ungu gentur at verða settar í geglið, bert tí at tær vóru farnar í kirkju.

Umstøðurnar, har tær høvdu sitið, høvdu ikki verið av teimum bestu. Tær høvdu gjøgnumgingið ymiskt, sum eg seinni fekk at vita.

Tá ið tær ikki vildu avnokta Jesu navn, vórðu tær revsaðar á ymiskan hátt. Ein háttur var at tær skuldu grulva á einum grúsvegi á berum knøum og albogum. Ein fangavørður gekk undir liðuni av teimum við einum píski í hondini. Tær fingu at vita, at um tær hugdu til viks, var pískurin vísur. Aster, ein av gentunum, kom eina ferð at hyggja eitt sindur til viks og fekk pískin um andlitið. Annað eygað hovnaði upp.

 

Forboð móti at fara í kirkju

Tá ið tær endiliga sluppu leysar, fingu tær strong forboð móti at fara í kirkju aftur. Tær máttu ikki lesa í bíbliuni heldur.

Seinni sóu vit, at summar teirra vóru bangnar og tordu ikki at koma í kirkju. Men aðrar høvdu meira dirvi, sjálvt um tær vistu, at tað kundi koma at kosta teimum nógv.

Eitt kvøldið vóru nøkur av teimum, sum høvdu sitið føst fyri sína trúgv, komin saman inni í stovuni hjá mær.

Tey talaðu um tað, sum fór fram í tíðini, og tey hildu, at nú var Jesu aftur­koma nær. Tað galt um at vitna um Jesus, so at nógv kundu verða frelst.

Eg stóð í køkinum og gjørdi teimum drekka. Hurðin stóð opin, so eg hoyrdi, hvat ið tey talaðu um. Eg hoyrdi Elsabet siga: “Vit skulu ikki vera bangin. Vit vita, at menniskju verða ikki frelst uttan við trúgv á Jesus. Hvussu kunnu tey trúgva, um tey ikki hoyra um hann?”

So hoyrdi eg ein drong siga: “Elsabet! Nú mást tú ansa tær. Tú hevur sitið í fangahúsið fyri trúgv tína á Jesus. Tú kann blíva sett føst aftur, ja, tú kann koma at lata lívið”. Svarið hjá Elsabet komi eg ongantíð at gloyma, “Á”, segði hon, “so komi eg beint heim til Jesus”.

Elsabet vitjaði okkum í Føroyum fyri nøkrum árum síðani. Hon vitnaði og greiddi á fleiri møtum frá sínum upplivingum. Hon segði frá teimum stúgvandi fullu kirkjun­um í Etiopia og teimum, sum hava liðið fyri Guds navns skuld.

Hjá okkum hava øll tað so gott tímiliga sæð. Eg haldi, at hon saknaði himmallongsulin millum tey trúgvandi. Hesin ger ikki fólk veruleikafjar og óvirkin, sum onkur vil halda. Nei, er hjarta okkara trygt í himlinum, so ganga vit við føstum fetum á jørðini ørindini fyri Jesus.

Elsabet er gift við Samuel, sum arbeiðir sum mekanikari. Tey eiga tríggjar dreingir. Elsabet arbeiðir í kvinnuarbeiðinum hjá Mekane Yesus kirkjuni. Hon vitnar og lærir kvinnurnar um Jesus.

Tey hava eitt trúgvandi heim, sum er tann størsti vitnisburður í heiðinskapinum.

 

Maður Gaidu drap hennara barn

Eg kom at kenna Gaidu, orsakað av, at beiggi hennara Eike hevði verið fyri eini skotvanlukku heima. Tá komu tey við honum til sjúkrahúsið í Arba Minch. Tað tók fleiri dagar at bera hann yvir dalar og fjøll í bakandi sól. Tá ið teir komu á ein veg fingu teir steðgað einum lastbili, sum flutti hann seinasta strekki. Hann kom fram meira deyður enn livandi.

Mamman kom fyrst við honum, og tá ið hon noyddist heim aftur, kom fyrst dóttirin Gaida og síð­­an ein systir hennara, Galti. Tær sluppu at arbeiða á sjúkra­húsi­n­um at vinna sær nøkur oyru. Í frítíð­ini skiftust tær um at sita hjá beiggjanum.

Tey gjørdust øll kristin og vórðu doypt. Við Eike gekk tað spaku­liga framá. Hann kom eisini fyri seg og giftist.

Gaida vaks upp í heidnum um­hvørvi. Tá ið hon var smágenta, varð hon lovað burtur til ein mann, sum hon seinni skuldi giftast við. Hann hevði goldið fyri hana, men hon hevði ongantíð sæð hann. Gjaldið var tíggju krukkur av hunangi og geitir og seyðir sum tíðin leið.

Einaferð hon fór at vitja foreldr­ini, gjørdist hon við barn við ein­um øðrum manni. Afturkomin til Arba Minch var var hon ógvuliga kedd og vildi einki siga, um onkur spurdi, hvat ið bagdi. Hon tordi ikki at tosa við nakran um hetta.

Stutt eftir rýmdi hon heim aftur til sína heimbygd. Ein dagin hon var úti á akrinum saman við mammuni, komu nakrir ungir menn og rændu hana. Hon skríggjaði og rópti, men einki hjálpti. Tískil varð Gaida noydd til at vera hjá hesum manni, ið stóð aftan­fyri ránið. Hann hevði jú keypt hana og átti hana. Seinni, tá ið barnið varð føtt, og mað­urin visti, at hann ikki var pápi at tí, kvaldi hann barnið og blakaði tað út í skógina. Hon græt og var heilt ólukkulig, men har var einki at gera. Seinni fingu tey bæði eina dóttir og ein son. Mamma hennara tók sær av soninum. Hetta var hon fegin um, tí tá kom hann undir kristna ávirkan.

Í 1995 var eg aftur og ferðaðist í Etiopia. Gaida hevði frætt, at eg skuldi koma, og hon var komin hendan langa vegin at hitta meg. Hetta var sera kensluborið fyri okkum báðar.

Gaida var nú aftur við barn. Maðurin hevði eina konu frammanundan. Nú hevði hann fingið sær eina triðju, sum enn var smágenta. Maðurin var heidn­ingur og dámdi ikki, at Gaida var vorðin kristin. Hann er deyður aftaná, at vit vóru har.

 

 

___________________________________

 

 

Gudina og Tsehay, tvey offur fyri kollveltingina

 

Ein av kenningunum hjá Elsu úr Etiopia er Tsehay Tolessa. Hon hevur á egnum kroppi merkt, hvussu ræðuligt stýrið í Etiopia 1974-1991 var, soleiðis sum Elsa eisini greiður frá.

Tað er skrivað ein bók um hennara søgu, sum á norskum eitur “I ildovnen”. Rithøvundurin er Aud Sæverås, sum Elsa eisini kendi sera væl, og sum eisini hevur verið trúboðari í Etopia. Hon er síðani eins og maðurin deyð í góðum árum.

Hetta er bæði ein hugvekj­andi og ein ræðulig bók.

Vit fara at endurgeva ein saman­drátt av hesi søgu, sum sera væl lýsir, hvussu ræðu­liga menni­skju kunnu bera seg at móti hvørjum øðrum

 

Tschay er fødd í ein útnyrðing frá Addis Abeba í 1937 og er tískil 71 ára gomul.

Sum ung hitti hon tann 9 ár eldri Gudina Tumsa, og tey gift­ust. Tey vóru evangelisk kristin. Gudina kom at virka sum prestur, og hann gjørdist aðalskrivari í Mekane Yesus kirkjuni.

Her blivu skjótt avbjóðingar. Tær fyrstu vóru nevniliga hungurs­neyðirnar, har kirkjan gjørdist miðdepil fyri at hjálpa fólkinum.

Hungursneyðin førdi eisini til hernaðarkvettið í 1974, sum nógv í kirkjuni í fyrsta umfari dámdu væl. Ásannað varð, at neyðugt var við broytingum í landinum. Tað ljóðaði eisini væl, at tað skuldi vera javnrættur, frælsi fyri øll og skúlaskapur fyri øll.

Men tað var skjótt, at pípan fekk eitt annað ljóð. Nýggju makt­havararnir fingu sær sam­band við kommunistheimin, serliga Sovjet.

Tað ringa var tískil, at sam­stund­is fekst kommunisman. Hon setti Gud og alla gudstrúgv til viks. Hetta var ikki eitt stýri eftir høvdinum á Gudina, sum undir øllum umstøðum setti Gud á fyrsta plássi.

 

Handtikin fyrstu ferð

Hetta kravdi eina balansugongd í tí kristiliga arbeiðinum, sum eisini var at gagna fólkinum. Tað var tí skjótt, at myndugleikarnir fingu ringt eyga á Gudina.

Og so hendi tað, sum ótti kundi vera fyri. Ein dagin koma teir frá Dergen, ovasta myndugleikan í Etiopia, eftir Gudina saman við fleiri øðrum.

Tey fóru til politistøð nr. 3, sum var kend fyri sítt ræðuliga fongsul. Har varð Gudina sett­ur inn saman við tjóvum og ráns­monnum í einum lítlum rúmi, har tað als ikki var pláss fyri øllum at leggja seg niður. Tí máttu teir skiftast um at sova, meðan hinir máttu standa.

Tsehay fann fram til, hvar hann var, og bar honum mat. Síðan var hann fluttur til ein bý, Asella, longri suðuri í landinum. Har rokn­aðu tey við, at teir fóru at lata hann hvørva, uttan at nakar skuldi vita av tí. Tað hendi tó ikki. Hann kom aftur til Addis Abeba, har hann varð førdur til Dergen, sum eisini var kent sum eitt ræðuligt stað.

Nakað seinni varð hann latin leysur móti, at skrivstovumaðurin hjá kirkjuni veitti trygd fyri, at teir altíð kundu fáa fatur á honum aftur.

Tað, sum teir vóru úti eftir, var at fáa Gudina at arbeiða fyri myndugleikarnar. Hetta vildi verið eitt kvett fyri stjórnina, tí Gudina hevði gott orð á sær, eisini í útlandinum. Men hetta avvísti hann blankt.

 

Øll vóru rædd

Men so ein dagin varð Gudina tikin aftur. Tá varð hann tikin til Dergen, høvuðsstøðina hjá politinum. Nú varð hann ákærdur fyri at prædika ímóti landsins áhugamálum. “Tú lærir, at kvinnurnar skulu vera monnum sínum lýdnar. Kollveltingin sigur, at menn og kvinnur eru javnsett. Tað skal ikki vera nakar munur. Tú tosar ímóti kollveltingini. Tú førir ungdómin skeivar leiðir, so hann ikki fylgir málunum hjá kollveltingini”.

Teir tóku eisini dóttrina Lensa, og hon hevði eisini ræðuligar upplivingar. Hon varð noydd at hyggja at, meðan fangar vórðu píndir. Teir royndu eisini at seta pápa og dóttir upp móti hvørjum øðrum. Dóttirin slapp leys aftur.

Tað sama slapp Gudina enn eina ferð, eftir at svenska stjórnin hevði hótt við at steðga øllum stuðli til Etiopia, um hann ikki varð sleptur leysur.

Hetta var ein ræðulig tíð. Øll vóru óttafull. Næstan allar familjur vóru raktar. Kom onkur ov seint heim frá arbeiði, var familjan ræðslusligin av ótta um, at tað ringasta kundi vera hent. Eingin tordi heldur at vísa sína stúran. Hetta merkti jú, at ein var fíggindini av kollveltingini, og tað var í sær sjálvum vissur deyði.

Tað var sera lætt hjá stjórnina at sleppa av við óynskt fólk. Tað var bert at skuldseta tey fyri at vera fíggindar av kollveltingini. So var at gera skjótt av við eini kúlu.

Tað vóru nógv, sum funnu synir og døtur á gøtuni í einum blóðhyli og við einum pappírslepa á bringuni, har skrivað var, at tey vóru fíggindar hjá kollveltingini og høvdu fingið sína uppibornu revsing. Tað var heldur ikki loyvt at syrgja tey deyðu, tí hetta var tað sama sum at stuðla fíggindum hjá kollveltingini.

Ein dagin tóku teir av misgáv­um prestin Jadessa. Teir hildu hann vera Gudina. Tískil var hann ávaraður. Gudina gjørdi kortini einki fyri at krógva seg, hóast hann fekk áheitanir um tað.

Tann dagin Gudina varð tikin aftur, 28. juli 1979, hevði hann nógv um at vera við møtum og kirkjugongd.

Seinnapartin vóru Gudina og Tshay steðgað í eini røð av løgreglubilum. Nakrir menn lupu úr einum bili og skræddu Gudina úr bilinum og fóru avstað við honum. Síðan tá Tsehay hoyrdi einki frá manni sínum.

 

Verður sjálv tikin

Tsehay greiðir víðari frá:

 

Eg varð sjálv tikin 2. februar 1980 beint eftir eitt møti. Ein bilur steðgaði uttanfyri húsini, og fólk komu upp gjøgnum trappurnar. “Upp í bilin, Dergen vil hava fatur á tær!” Tá ið eg kom hagar, vildu teir vita, hvar Gudina var. Men tað visti eg ikki.

Her kann verða nevnt, at Gud­ina hevði bygt sær eini hús, sum vóru fíggjað av kirkjuni. Seinni kom hann eftir, at hetta kanska ikki var rætt. Hann seldi húsini og rindaði lánið aftur. Hvørki hann ella kirkjan høvdu tap ella vinning av húsunum.

“Kom so við pengunum, tit fingu fyri húsini,” søgdu teir. Tað kundi eg heldur ikki. Vit høvdu jú selt húsini og goldið lánið aftur! Her var slætt borð. Aftursvarið var ókvæmisorð og banning av ringasta slag.

Klokkan átta tóku tey meg til eitt annað stað. Kl. 6 morgunin eftir dukaði aftur á hurðina, og krav varð aftur sett fram um umrøddu pengar. Teir kundi ikki fáa annað svar enn tað sama.

Síðan bundu teir mínar hend­ur saman við beinini. So varð eg hongd upp við einum træ­pela um øklarnar. Tískil hekk eg við høvdin­um niður. Hetta var í sær sjálvum sær ein sera ring støða. Eg kundi bert røra ein fingur. Síðan fyltu teir munnum á mær við skitnum kloddum, so eg ikki kundi geva eitt ljóð frá mær. Eg føldi, sum eg skuldu kvalast. So byrjaðu teir at buka meg alla staðni á kroppinum. Ósbeinið brotnaði. Húðin losnaði í fløgum. Tess verri eg fekk tað, tess meira stuttleikaðu teir sær. Ikki fyrr enn á kvøldi sleptu teir meg niður. Tá kundi eg ikki standa á beinunum.

Teir góvu mær boð um at reisa meg. So varð eg rikin berføtt eftir einum vegi við hvøssum gróti, hóast eg bert var kjøt og blóð. Síðan varð eg blakað í ein bil sum ein sekkur.

Nú koyrdu teir meg til eina nýggja politistøð. Eingin væntaði at koma livandi haðani. Her varð eg koyrd inn í eitt litið rúm. Vit vóru 62, sum vóru stúgvað inn higar. Har var bert pláss at standa. At seta seg niður var ikki hugsingur um. Eg kundi nóg illa standa á beinunum, so illa sum eg var viðfarin.

Her inni var myrkt alt samdøgr­ið. Lítið var eisini av luft.

Um náttina kundu ikki øll sova samstundis, so trongt var tað. Vit máttu skiftast.

Tað einasta, sum vísti at tað var dagur, var ein ljósrípa í einum holi í takinum, sum eisini gav okkum nakað av luft.

Vit høvdu einki at liggja á. Fingu vit madrassur frá okkara næst­ring­um, vórðu tær tiknar frá okkum.

Hetta var alt ein marra, sum ikki greiðast kann frá.

Tað gingu tríggir mánaðir, áðrenn eg var komin meg so dánt eftir viðferðini, eg fekk at byrja við.

 

Aftur undir tortur

Tá koma teir eftir mær aftur. Teir bakbundu meg aftur, hongdu meg við beinunum uppeftir og róptu: “Tshay, kalla nú á tín Jesus!”

Tá byrjaðu teir at píska meg aftur og aftur, og skjótt datt húðin av, sum júst var blivin heil aftur. At enda hoyrdi eg onkran siga: “Nú er hon deyð”. Tá loraðu teir meg niður aftur. Eg lá har í einum blóðhyli. Síðan var eg blakað inn í bilin, meðan teir bannaðu og háðaðu meg.

Eftir hetta fekk eg trupulleikar at sleppa av við vatnið. Kroppurin brann, sum var eg í eldi.

Fyrru ferð var eg sjúk í 3 mán­aðir. Tíggju ár seinni var eg enn ikki komin fyri meg eftir seinnu ferðina.

Eg hevði ikki fyrr trú, at menni­skju kundu vera so ónd móti øðrum menniskjum. Tað var, sum at teir frøddu seg um okkara líðingar.

Men tað var ikki liðugt við hesum. Aftur komu hermenninir eftir mær til forhoyr í Dergen, gamla slotti­num. Teir slerdu og pískaðu meg, meðan teir róptu: “Hvar eru bøkurnar hjá Gudina?”, “Hvat hevur hann skrivað?”, “Hvønn plagdi Gudina at vera saman við” og so framvegis.

Millum forhoyrini blivu vit jagstrað inn í eitt fangarúm. Tað var eisini ræðuligt. Teir komu við onkrum matrestum og stoyttu tær á gólvið. Vit skuldu so grulvandi eta hetta upp av gólvinum.

Hetta var so ringt, at tað vóru fleiri, sum beindu fyri sær.

 

Mistu limir av torturi

Óttin reið okkum sum eina marra. Tá ið ein okkara varð heintaður av vaktum visti eingin, um hetta var til enn ein ræðuligan tortur ella fyri at verða dripin. Hvønn dag hvarv onkur. Menn komu aftur frá torturi og høvdu mist onkran lim, sum hond ella fót. Av teimum, eg var saman við á triðju politistøðini, vóru ikki nógv, sum yvirlivdu. Samstundis mátti eg hugsa um, hvat ið var hent manni mínum.

Ákæran móti mær var ikki bert, at eg var kristin. Eg var eisini ákærd fyri politiskt undir­gravingarvirksemi. Eg hevði ikki gjørt annað enn at royna at liva sum ein kristin. Men bara tað at vera ein kristin var ein brotsgerð.

Eg var eitt gott ár á politistøð­ini, men eg var heppin av sleppa við lívinum. Gud sendi vinir, sum komu við mati til mín, so eg ikki doyði í hungri sum mong onnur.

Allir fangarnir liðu av tannapínu umframt aðrar plágur. Tenninar rotnaðu og duttu út. Vánaligu viðurskiftini førdu eisini til tuberklar.

Onkur skaffaði mær eina bíbliu, sum eg sníkti meg til at lesa í.

Síðan var eg flutt aftur til tað stóra fongslið saman við einum av mínum medfangum, Marta, sum eisini var kristin. Vit vóru koyrdar inn í eitt rúm við 60 fangum. Teir flestu vóru tjóvar og mordarar.

Her vóru hvørki sengur ella madrassur, men ótoy. Her vóru herar av loppum, lýs og veggjalýs, sum bitu seg fastar alla staðni á kroppinum við øllum tí fortreð, sum hetta førir við sær. Og so vóru herar av ágangandi rottum. Lukturin var eisini ræðuligur.

Aftaná trý ár komu Marta og eg í ein sovisal, og nú fingu vit koyggjusengur at sova í. Men annars var ikki nakar stórur bati. Tað var hart at síggja góð menniskju verða oyðiløgd.

Millum fangarnar vóru eisini útlendingar, sum høvdu áttu handl­ar og fyritøkur. Myndug­leikarnir høvdu lagt hald á alt, tey áttu, og sendu eigararnar í fongsul.

 

Virðisløn fyri morð

Knappliga kundu teir koma og rópa onkran út. Bert eina løtu seinni var viðkomandi dripin. Ein dagin lógu trý lík uttanfyri. Tey vórðu síðan blakað í eina hópgrøv.

Tá kundu tey rópa fólk út at hyggja. “Soleiðis gongst tykkum, um tit rýma”, søgdu teir. Skipanin var tann, at tá ið ein hermaður hevði dripið ein fanga, hækkaði hann í tign og fekk hægri løn. Úrslitið var eisini hareftir.

Sum fráleið gjørdist møguligt at gera okkurt handaligt arbeiði, og sjálv gjørdi eg nógv handarbeiði til kirkjurnar. Nakrir vinarliga sinnaðir vaktir vóru sendiboð.

Vaktarfólkini vóru ymisk. Summi vóru ikki so galin, meðan onnur vóru ímynd av óndskapi.

Ein dagin var tað ein ung genta, sum ongan mat hevði fingið, so eg gav henni av tí sindri eg hevði. Tá kom ein av hesum óndsinnaðu kvinnuligu vaktunum til staðar. “Tú skal ikki geva hesum vána menniskjanum nakað”, segði hon. So tók hon matin frá gentuni og blakaði hann burtur. Síðan sat henda neyðars kvinna inniløst í 14 dagar og var so send til hesa ræðuligu politistøðina, har einki gott var í vænti.

Eg skuldu pískast afturfyri, at eg havi leskað hesa neyðars kvinnu, og varð førd út. Men hinir fangarnir grótu og bóðu fyri mær, og eg slapp við skrekkinum.

Í fongslinum vóru nógv børn, sum eg tók mær av, meðan tey vuksu upp.

 

Vitjan av Mengistu

Ein dagin kom sjálvur forsetin Mengistu Haile Mariam á vitjan, og kom eg á tal við hann. Eg greiddi honum frá, at eg nú hevði sitið seks og eitt hálvt ár uttan dóm. Mínir medfangar spurdu meg aftaná, hví eg ikki blakaði meg fyri føtur hansara fyri at fáa náði. Men eg svaraði, at eg kastaði meg ikki niður fyri øðrum enn Gudi!

 

Høvdu veitslu aftaná avrætting

Aftaná 10 og eitt hálvt ár slapp eg leys. Beint áðrenn slapp eg eisini á sjúkrahús, har eg fekk viðgerð fyri mítt brotna ósbein, sum hevði givið mær so nógva pínu alla hesa tíðina.

Nú ráddu um at fáa at vita, hvat var hent við Gudina. Nógv høvdu roynt at finna útav, hvat var hent honum. Kirkjufelagsskapir bæði í Etiopia og uttanlands høvdu gjørt sítt. Fleiri útlendskar stjórnir, eisini tann norska, høvdu lagt trýst á etiopisku stjórnina at vita, hvat var hent við Gudina Tumsa. Men eingin vildi siga nakað. Maðurin var fullkomiliga horvin. Hann varð ein av teimum mest eftirspurdu fangunum hjá Amnesty International.

Beiggi hansara Nehassa hevði øll hesi árini roynt at leita, men har var úrslitið tað sama.

Men aftaná at kommunisman var fallin eydnaðist at finna fram til eina grøv, har átrúnaðarligar leiðarar vóru jarðaðir. Hetta var við eitt slott sum kallaðist Ras Kasan. Hetta slott varð eisini brúkt til vitjan av høgtstandandi útlendskum gestum. 38 persónar vóru eina ferð dripnir í senn, og ein teirra var Gudina. Tað eydnaðist eisini at finna líkið av Gudina, og eg kendi hann millum annað av støddinini, hann var av størstu monnum, og klæðum, hann var í.

Opningin av grøvini varð send beinleiðis í etiopiskum sjónvarpi. Hann fekk eisini eina tignarliga og kensluborna jarðarferð 27. juni 1992 frá Mekane Yesus kirkjuni í Addis Abeba. Hetta var fyrsta lutherska kirkjan í býnum.

Tað kom eisini fram, at Gudina var dripin sama dag, sum hann var tikin. Tað fekst eisini ein frágreiðing um, hvussu hann varð dripin. Her var heldur ikki víst nøkur náði. Hann varð nevniliga kvaldur og fekk eftir tí, sum eg havi hoyrt ein ræðuligan deyða.

Forsetin Mengistu Haile Mariam var staddur í hæddina uppi yvir, har alt hetta hendi saman við øðrum stjórnarlimum. Tað var nevni­liga vanligt, at tá ið týdningar­miklir fangar skuldu takast av døgum vildi leiðslan vera til staðar at tryggja sær, at drápini veruliga vóru framd. Aftaná varð hildin veitsla á slottinum!

Hetta var frásøgnin hjá Tsehay.

 

Hevur vitjað Føroyar

Tsehay var í Føroyum í 1993, tá ið hon vitjaði Kirkjuliga Missiónsfelagið, har hon á møtum greiddi frá síni søgu. Systir mín Lea, Hanna systir Doris og eg hittu hana eisini, tá ið vit vitjaðu í Etiopia í 1995.

Í dag vitjar Tshay sjálv fongsul í Addis Abeba og aðra staðni, har hon boðar gleðiboðskapinum. Hon vitjar eisini somu fongsul, har hon sat so leingi. Og nú vitnar hon fyri teimum fangavørðum, sum fóru so illa við henni og øðrum. Nú eru teir fangar fyri sínar brotsgerðir.

Nú er gjørdur ein grunnur til minnis um Gudina Tumsu.

 

 

 

 

Næstu ferð:

Ágangurin heldur fram enn í fleiri ár. Roynt verður at umvenda fólkið til marxism­una, men hetta gekk ikki væl