- Eg elski ólavsøku, men eg sleppi ikki á ólavsøku í ár, tí eg skal arbeiða.
Tað sigur Fríðhild Winther.
- Mær dámar væl at ganga oman og niðan gjøgnum býin og práta við vinir og kenningar, og mær dámar eisini væl at vera til felagssangin á Vaglinum.
Fríðhild Winther sigur, at henni dámar eisini at fara til eydnuhjól í KFUM og at vitja søvn og annað, sum er í ólavsøkuskránni.
- Alt hetta er so hugnaligt, leggur hon aftrat.
Hon heldur, at ólavsøkan er broytt, tó ikki so nógv. Nógv fleiri fólk eru í føroyskum búna, og tað ger ólavsøkuna meiri hátíðarliga.
- Skrúðgongan er eisini hátíðarlig, men her vantar húgvan hjá amtmanninum, sigur hon brosandi.
Fríðhild Winther sigur, at tað onkuntíð hevur pínt hana at síggja ung fólk, sum eru full og ikki glað, tá náttin gongur.