Vit minnast enn myndirnar frá Oyggjaleikunum á Rhodos í summar. Myndirnar av tí tá 15 ára gomlu Elspu Mørkøre, sum í uttandura svimjihylinum á pirinum í Rhodos býi vant burtur allari mótstøðu, og ferð eftir ferð trein ovast á sigurspallin, har føroyski tjóðsangurin bleiv eitt við suðurlendskt sólsetur. Átta gullmerki og eitt silvur vann Elspa Mørkøre fyri Føroyar hesar dagar. Men síðani hvarv hon av landsliðspallinum.
Í summar flutti Elspa Mørkøre til Esbjerg, har hon svimur fyri felagið West Swim.
- Eg vildi enn meira við míni svimjing, og havi ment meg sera nógv hetta síðsta hálva árið. Umstøðurnar eru sera góðar, eg venji í einum 50 metra hyli og havi ein sera góðan venjara, Bo Jacobsen. Harafturat er sera gott samanhald millum svimjararnar í felagnum, sigur Elspa Mørkøre.
Sambært Elspu Mørkøre sjálvari hevur hon heili 18 ferðir sett nýggj, føroysk met, síðan hon flutti til Danmarkar í summar. Í flestu førum er talan um, at hon hevur sligið síni egnu met.
Landsliðsdyrnar opna
Góðu úrslitini hjá Elspu Mørkøre í West Swim hava latið dyrnar upp fyri øðrum møguleikum. Longu nú hevur hon svomið so mikið væl, at hon hevur klárað kravtíðirnar, sum danska svimjilandsliðið setir sínum svimjarum.
- Eg havi svomið kravtíðirnar, og tað merkir so, at eg burdi havt ein møguleika at koma á landsliðið. Men sjálvandi er einki avgjørt enn. Eg eri jú ikki úttikin, sigur Elspa Mørkøre.
Men nú kennir 16 ára gamla gentan úr Gøtu seg til reiðar. Hon satsar uppá at vinna sær pláss á danska landsliðnum, hóast hon harvið samstundis veittrar farvæl til føroyska landsliðið.
- Tað var ein sera trupul avgerð, sum eg havi tikið í samráð við mammu og venjaran hjá mær í Esbjerg og Petur Heðin á Fløtti, ið var venjari hjá mær heima í Føroyum, sigur Elspa Mørkøre.
Hon tykist tó ikki ikki at vera heilt avklárað við avgerðina enn, tykist framvegis at ivast eitt sindur.
- Jú, eg ivist enn. Eg vil jú fegin umboða Føroyar til stórar kappingar. Og vinni eg, vil eg jú fegin hoyra føroyska tjóðsangin. Tí er tað ein sera trupul avgerð. Men nú royni eg, sigur Elspa Mørkøre og ljóðar brádliga meira sannførd á málinum.
Karantena
Eftir eru so formellu viðurskiftini. Umvegis sítt danska felag og danska svimjisambandið, Dansk Svømmeunion, hevur Elspa Mørkøre søkt Svimjisamband Føroya um at fáa loyvi flutt til Danmarkar, so hon harvið kann gerast danskur svimjari og harvið hava møguleikan at umboða Danmark. Ein umbøn, sum Svimjisamband Føroya um dagarnar hevur gingið á møti.
Síðani skal danska svimjisambandið fáa altjóða svimjisambandið, FINA, at góðkenna flytingina. Reglurnar hjá FINA siga, at tá ein svimjari skal flyta sína landsliðsumboðan frá einum landi til annað skal viðkomandi í karantenu í eitt ár. Enn er ógreitt, nær eitt ára karantenan hjá Elspu Mørkøre byrjar – um hon byrjar frá tí at hon seinast umboðaði Føroyar í altjóða kapping (tvs. Oyggjaleikirnir í summar), um hon byrjar tá umbønin um at flyta loyvið er dagfest (tvs. í desermber), ella tá umbønin verður gingin á møti. Í síðsta enda liggur avgerðin hjá FINA.
Dreymurin um OL
Fyri Elspu Mørkøre merkir óvissan, at hon í løtuni ikki heilt veit, um ella nær hon kann umboða Danmark í altjóða kappingum. Men fellir alt til hennara fyrimun, so kann hon kanska longu sleppa til HM í stuttbana, tvs. í 25 metra hyli, í Manchester í summar. Men fyri 16 ára gamla svimjaran eru hetta smálutir í stóru myndini.
- Eg havi fingið at vita, at eg kann sleppa at venja saman við danska landsliðnum, longu í mars mánaða, og tað gleði eg meg sjálvandi nógv til. Og so taki eg tað harfrá, sigur Elspa Mørkøre.
Hon gongur í dag í 10. flokki, og eftir summarfrítíðina ætlar hon sær í student. Hon hevur fingið tilboð um at blíva knýtt at Team Danmark, sum er ein yvirskipað elitudeild hjá donskum ítrótti. Tað merkir, at hon fær nógva tíð og góðar umstøður at venja, umframt eitt sertilboð um at taka studentaskúlan uppá fýra ár.
- Eisini gevur eitt landsliðspláss góðar møguleikar fyri at sleppa á venjingarlegur í longri tíðarskeið, har eg burtur av brúki tíðina til at gerast betri, umframt at danska landsliðið er við í hópin av kappingum, sigur Elspa Mørkøre, sum hevur sett kósina móti einum stórum máli, ið liggur langt úti í havsbrúnni.
- Mítt stóra mál er at sleppa til OL í London í 2012. Tað er mín dreymur, sigur Elspa Mørkøre sannførandi.
Føroyar eru ikki sjálvstøðug tjóð og hava tískil ikki rætt til limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC. Og tí kunnu Føroyar ikki senda ítróttarfólk til OL.
- Sjálvandi vil eg allar helst umboða Føroyar og hoyra føroyska tjóðsangin, um eg vinni. Men skal eg til Olympisku Leikirnar, so má tað vera á henda hátt. Føroyar sleppa jú ikki til OL, sigur Elspa Mørkøre.
FAKTA
16 ára gamla Elspa Mørkøre hevur vunnið umleið 300 heiðursmerki í ymsum greinum innan svimjing. Hon er skjótasti, føroyski svimjari í heili 13 greinum –50 m rygg, 100 m rygg, 200 m rygg, 100 m blandað, 200 m blandað, 400 m blandað, 50 m frí, 100 m frí, 200 m frí, 400 m frí, 50 m firvald, 100 m firvald, 100 m bringu.
Størstu løturnar eru OyL á Rhodos (8 gull og 1 silvur), NJM í Finnlandi og Íslandi (tilsamans 1 silvur og 3 bronsu). DKM, sum er danmarksmeistarakapping (5 gull)