Fótbóltur
Tíðliga í morgun – við pyjamsrutuni sum danir plaga at taka til – lætti fótbóltslandsliðið úr Vágum. Kósin er til Estlands, har landsdystur verður á skránni mikudagin.
Hetta verður fimta ferðin, at føroyingar og estlendingar (og ikki estar sum tað ofta verður tikið til) hittast í fótbóltslandsdysti.Higartil hava estlendingar vunnið tvær ferðir, eina ferð hevur verið javnt, og Føroyar hava vunnið eina ferð.
Tveir teir fyrru dystirnir eru hugaligari at minnast aftur á, enn tað er at minnast aftur á tvær tær seinnu ferðirnar.
Fyrsti dysturin var á Kypros 24. Februar 1996. Føroyska landsliðið við Allani Simonsen á odda var á venjingarlegu, og tað var Estland eisini. Uppgerðin endaði 2-2. Føroyskir málskjúttar í Pyla vóru Óli Johannesen og Henning Jarnskor.
6. august í 1997 vitjaðu Føroyar í provinsbýnum Tartu. Tað hilnaðist væl, tí Føroyar vunnu 2-0. Ivaleyst var úrslitið væl betur, enn føroyingar í fyrstu syftu góvu sær far um. Tvær tær seinnu uppgerðirnar hava víst, at Estland nú eigur væl betri landslið enn Føroyar eiga.
Í undankappingardystinum í Tallinn 4. juni í 1998 var talan um satt skrædl, tí Estland vann 5-0. Hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen hesa ferð er Jens Martin Knudsen. Hann og føroyski liðformaðurin hesa ferð, Jákup Mikkelsen, minnast heilt væl túrin fyri tíggju árum síðani. Teir kappaðust um plássið millum stólparnar, og Allan Simonsen valdi Jens Martin at verja málið. Men Knudsen varð rikin av vøllinum fyri at nýta neyðbremsuna, og tískil varð Jákup Mikkelsen skiftur inn á vøllin.
Tá ið Estland vitjaði á Tórsvølli 4. September í 1999 varð vónað, at tað skuldi bera til at vinna stig. Tí var tað stórt vónbrot, at estlendingar fóru úr Føroyum við 2-0 sigri. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.
1997 var eitt tað besta landsliðsárið yvirhøvur hjá Føroyum. Umframt 2-0 sigurin í vinardystinum í Estlandi, eydnaðist tað Føroyum at vinna tveir undankappingardystir ímóti Malta. Úrslitið var báðu ferðirnar 2-1.
Eftir vitjanina í Tartu spældu Føroyar tríggjar undankappingardystir. At støðið var á góðari leið, verður undirstrikað av, at tað kendist sum ikki sørt av vónbroti at tapa 2-0 á heimavølli og útivølli ímóti Tjekkia og at tapa 3-1 á útivølli ímóti sjálvum Spania.
Tað er bara Jákup Mikkelsen eftir í ferðalagnum hesa ferð av teimum, sum vóru við til at vinna 2-0 í Estlandi fyri knappliga ellivu árum síðani. Ta ferðina vardi Jákup Mikkelsen málið, meðan Jens Martin Knudsen sat á beinkinum alla tíðina. Hann var tann einasti, sum ikki fekk møguleikan á vøllinum. Liðið sá soleiðis út í fyrsta og higartil einasta sigrinum á Estlandi: Jákup Mikkelsen –Bartal Eliasen, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, - Allan Mørkøre (Øssur Hansen, 75.), Magni Jarnskor, Julian Johnsson (Jan C. Dam, 62.), John Petersen (Sámal Joensen, 62.), Jens Erik Rasmussen, Henning Jarnskor – Jan Allan Múller.