Randi Jacobsen
Í Sunda kommunu eru nú fýra barnaskúlar, í Haldórsvík, í Hósvík í Hvalvík og Norðskála-Oyrar skúli. Samanlagt er barnatalið í teimum fýra skúlunum niðan fyri 200.
Skúlarnir við Gjógv og í Tjørnuvík eru stongdir, tí barnatølini har vóru so smá, at foreldrini hildu tað vera betri fyri børnini at sleppa at ganga í skúlum, har fleiri børn vóru.
Í Sunda kommunu kunnu foreldrini velja, í hvørjum skúla børn teirra ganga.
Barnatalið er ymist í bygdunum frá einum ári til annað. Eitt ár kann vera trongt í einum skúla, og árið eftir er ríkiligt av plássi.
Fyri at sleppa undan at byggja uppí skúlar, tí eitt ár er trongligt, kom borgarstjórin Kim Durhuus við uppskotinum um at savna allar 7. floksnæmingarnar í kommununi á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Uppskotið varð sent skúlaráðunum og skúlunum til hoyringar. Bara Felagsskúlin tók undir við uppskotinum.
Mentanarnevndin tók heldur ikki undir við tí.
Kortini samtykti býráðið mánakvøldið at broyta bygnaðin, so allir 7. floksnæmingar í skúlanum komandi skúlaár fara at ganga í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Fyri mong eru bygdarskúlar eitt kensluborið mál. Bygdirnar eru bangnar fyri at missa.
Kim Durhuus er sannførdur um, at hetta er ein skilagóð broyting í skúlabygnaðinum í kommununi.
- Fyri tað fyrsta sleppa vit frá at byggja skúlar út, sum ynski altíð er um, tá ið barnatalið eitt ár er høgt. Sum alla aðrastaðni í landinum minkar barnatalið. Vit hava heldur ikki ráð at byggja fleiri skúlar út, og við hesum er tað heldur ikki neyðugt, sigur Kim Durhuus.
Betri fyri næmingarnar
Hann heldur tað eisini vera betri fyri næmingarnar at ganga í flokki við fleiri næmingum, tí tann størri skúlin hevur betri skúlatilboð enn tann lítli. Hann sær hetta sum eitt stig á leiðini at savna enn fleiri flokkar á einum skúla. Rætt er at byrja við teimum elstru næmingunum.
Í Felagsskúlanum ganga sum er næmingar úr 8. flokki til 10. flokk. Næmingatalið er upp ímóti 100, og tað eru næmingar, sum búgva í Sunda og Eiðis kommunum.
Í 7. flokki í skúlanum næsta ár verða 22-25 næmingar, tað vil siga ein flokkur.
Sáttmálin millum Eiðis kommunu og Sunda kommunu sigur, at skúlin hevur framhaldsdeild, men kommunurnar kunnu leiga seg inn til aðrar skúlaflokkar eisini. Skúlin hevur rúm fyri 7. flokki eisini.
Tala hevur leingi verið um at útbyggja Norðskála-Oyrar skúla, men tað verður so ikki gjørt nú.
Mynd av Felagsskúlanum á Oyrarbakka