Elton John bergtók føroyingar

Fantastisk! - Ótrúliga gott! - Sikken ein kunstnari! Umdømini vóru sera góð, tá fólk, eftir 2,5 tímar, fóru heim frá Elton John konsertini á Tórsvølli Elton John hevði tá - uttan steðg - sungið frá kl 19.00 til 21.30. Síðstu sangirnir vóru Circle of Life og Your song, ið nógv eisini nevndu, sum favorittarnir.

Tórsvøllur var so at siga fullur av fólki, og veðrið var av tí besta.

Elton John er longu farin avstað aftur, men segði, at føroyska landslagið var nakað av tí vakrasta hann hevði sæð.