EM24: Albanskur leikari fær leikbann fyri at niðra grannalond

UEFA hevur sligið hart niður á atburðin hjá Mirlind Daku

Mirlind Daku (Mynd: Scanpix)

Aftaná 2-2 javnleikin millum Albania og Serbia í innleiðandi EM-bólki B í Hamburg farna mikukvøld fekk albanski landsliðsleikarin, Mirlind Daku fatur í einari megafon.

 

Við megafonini rópti Mirlind Daku niðrandi róp móti grannalondunum, Norðurmakedonia og Serbia.

 

Aftaná hevur Mirlind Daku angrað niðrandi rópini, men tað er ikki nóg mikið hjá UEFA, ið slær hart niður á slíkt.

 

Mirlind Daku hevur fingið leikbann í tveir dystir fyri óhóskandi atburðin.

 

Albanska fótbóltssambandið hevur eisini fingið eina bót frá UEFA, tí albansk viðhaldsfólk róptu: "Drepið Serbia" undir dystinum. 

 

26 ára gamli, Mirlind Daku fær sostatt ikki hjálpt Albania í dystinum móti Spania í Düsseldorf klokkan 20 í kvøld. Samstundis spæla Kroatia og Italia í Leipzig.

 

Spania er fremst við seks stigum og hevur vunnið bólk B. Italia hevur trý stig, og Kroatia og Albania hava eitt stig í part. 

 

 

 

 

 

 

 

Mirlind Daku (Mynd: Scanpix)