Tað hevur verið spenningur, undirhald og fín avrik, og í gjárkvøldið kendist tað sum um, at atgongumerkið at vera við í Malmø var mest sum tryggjað.
Dagurin í dag var ikki blíður við føroyskan hondbólt. Fyrr í dag vann Sveis so stóran sigur ímóti Montenegro, at málmunurin, sum hevði verið Føroyum til fyrimunar, ikki var tað longur, og í kvøld taptu Føroyar 30-27 ímóti Slovenia.
Úrslitið hevur við sær, at leikluturin hjá Føroyum í hesi EM kappingini er av. Stóra føroyska ferðalagið er við at pakka saman í Oslo og er á veg til hús, meðan Slovenia er á veg til Malmø við tveimum stigum í ferðalagnum. Saman við slovenunum eru sveisararnir á veg til Malmø.
Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin sá tað út til, at Føroyar av álvara høvdu fingið fatur á rætta endanum, eftir at Slovenia allan fyrra hálvleiki var frammanfyri við trimum og einaferð við fýra málum.
Føroyar skoraðu trý tey fyrstu málini eftir steðgin og vóru frammanfyri við tveimum málum. Men so svaraðu slovenararnir aftur, og síðani eydnaðist tað ongantíð føroyska liðnum at røkka javnleikinum, sum tað var neyðugt at vinna, um Føroyar skuldu vinna seg til Malmø.
Tá ið tað restaðu fýra minuttir, var Slovenia frammanfyri við fýra málum. Føroyingarnir vildu ikki leggja seg, og tað eydnaðist at minka um munin til tvey mál.
Men tá ið sponsku dómararnir bríkslaðu fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 28-28. Slovenararnir fegnaðust, og tað gjørdu sveisararnir eisini.
Føroyar hava bæði spælt javnt og vunnið, og eina tapið bar við sær, at Føroyar ikki halda fram í hesi kappingini. Avrikini á vøllinum og ikki minst millum áskoðararnar vísir, at Føroyar eiga framtíð í endaspølum. Seinni í vár fæst at vita, um Føroyar vera við í HM endaspælinum um eitt ár.
-Í verjuni fingu vit ongantíð ordiliga tak á teimum, og ov ofta misnýttu við møguleikar, tá ið vit vóru heilt leysir. Byrjanin var torfør, og tað setti seg í okkara menn. Mótstøðuliðið skoraði 30 mál, og vit eiga at hava møguleika at skora fleiri enn so, men tað var ikki í kvøld. Í Berlin vunnu vit ein javnleik, og nú hava vit vunnið ein javnleik og ein sigur. So vit vóna, at tað næstu ferð verður uppaftur betri, sigur Hjalti Mohr Jacobsen hjálparvenjari í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpinum.
Slovenia - Føroyar 30-27 (16-15)
Føroyskir málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 4, Leivur Mortensen 2, Vilhelm Poulsen 2, Teis Horn Rasmussen 2, Allan Norðberg 1











