Frakland er evropameistari í manshondbólti. Teir skuldu av røttum ikki spælt í finaluni, ið av røttum skuldi verið millum Danmark og Svøríki.
Men hvat er og ikki, so vunnu fraklendingar 33-31 á Danmark aftaná longda leiktíð. Tað endaði 27-27 aftaná vanliga leiktíð. Danmark tók ikki av møguleikunum í vanligu leiktíðini, og í longdu leiktíðini var Frakland eina tonn betri.
Talan er um fjórða EM-gullið hjá Fraklandi, ið eisini vann EM-gull í 2006, 2010 og 2014.
Málverjin, Emil Nielsen var valdur til dagsins leikara, Mathias Gidsel fekk heiðurin at vera toppskjútti í hesum EM-endaspælinum við 54 málum. Mikkel Hansen er nú søguligur EM-toppskjútti við 296 málum í EM-endaspølum. Men tað var ein fátækur uggi hjá donsku leikarunum at fáa hesar heiðrar aftaná taptu EM-finaluna í Lanxess Arena í Köln.
Danski venjarin, Nikolaj Jacobsen segði við danska TV2 aftaná dystin, at hann helt, at donsku leikararnir máttu stríðast meira fyri málunum enn Frakland.
39 ára gamla Nikola Karabatic vann sítt ellinta endaspæls-gull við Fraklandi. Karabatic hevur vunnið fýra EM-gull, fýra HM-gull og trý OL-gull, og hann kann nú saman við liðfeløgunum vinna OL-gull á heimavølli í París, um ikki Danmark, Svøríki ella onkur annar steðgar teimum.
Talan er um áttandu EM-heiðursmerki hjá Danmark. Danmark hevur vunnið tvey EM-gull, tvær EM-silvur og fýra EM-bronsur síðani 2004.
Jóhan á Plógv Hansen var ikki við í danska hópinum í kvøld.
Frakland - Danmark 33-31 (27-27 - 14-14)
Frakland: Liudovic Fabregas 8, Nedim Remili 5, Yanis Lenne 4, Elohim Prandi 4, Dylan Nahi 4, Kentin Mahe 3, Dika Mem 2, Hugo Descat 2, Nicolas Tournat 1.
Danmark: Mikkel Hansen 9, Mathias Gidsel 8, Simon Pytlick 5, Niclas Kirkeløkke 3, Emil Jakobsen 2, Magnus Saugstrup 2, Magnus Landin 1, Michael Damgaard 1.