Svenski landsliðsvenjarin, Michael Apelgren hevur kunngjørt hvørjir leikarar skulu manna svenska EM-hópin.
Svøríki er saman við Noregi og Danmark vertur fyri EM-endaspælið í manshondbólti í januar.
Svøríki fer at spæla innleiðandi dystirnar í Malmö.
Svenskarar eru ikki komnir í tann lættasta innleiðandi bólkin, tí millum mótstøðuliðini eru Kroatia og Niðurlond. Fjórða liðið í bólki E er Georgia.
5. og 7. januar spælir Svøríki á heimavølli tveir venjingardystir móti Brasil. 17. januar spælir Svøríki fyrsta EM-dystin móti Niðurlondum.
HER er svenski EM-hópurin:
Málverjar:
Andreas Palicka
Fabian Norsten
Mikael Appelgren
Vinstru vengur:
Hampus Wanne
Jerry Tollbring
Strikuleikarar:
Max Darj
Oscar Bergendahl
Felix Möller
Høgru vengur:
Sebastian Karlsson
Daniel Pettersson
Vinstru bakkar:
Jonathan Carlsbogård
Eric Johansson
Nikola Roganovic
Spælskiparar:
Felix Claar
Jim Gottfridsson
Axel Månsson
Høgru bakkar:
Albin Lagergren
Lukas Sandell











