Týski landsliðsvenjarin, Alfreð Gíslason hevur kunngjørt hópin til EM-endaspælið í manshondbólti, ið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki.
Týskland er í innleiðandi bólki A, ið verður leiktur í Boxen í Herning. Har vera Spania, Eysturríki og Serbia mótstøðuliðini Hjá Týsklandi. So týskararnir eru komnir í ein torføran innleiðandi bólk.
HER er týski EM-hópurin:
Málverjar: David Späth (Rhein-Neckar Löwen), Andreas Wolff (THW Kiel)
Vinstru vengur: Rune Dahmke (THW Kiel), Lukas Mertens (SC Magdeburg)
Vinstru bakkar: Marko Grgic (SG Flensburg-Handewitt), Tom Kiesler (VfL Gummersbach), Matthes Langhoff (Füchse Berlin), Miro Schluroff (VfL Gummersbach)
Spælskiparar: Juri Knorr (Aalborg Handbold), Julian Köster (VfL Gummersbach), Nils Lichtlein (Füchse Berlin)
Vinstru vengur: Franz Semper (SC DHfK Leipzig), Renars Uscins (TSV Hannover-Burgdorf)
Høgru vengur: Mathis Häseler (VfL Gummersbach), Lukas Zerbe (THW Kiel)
Strikuleikarar: Justus Fischer (TSV Hannover-Burgdorf), Johannes Golla (SG Flensburg-Handewitt), Jannik Kohlbacher (Rhein-Neckar Löwen)
Týskland leggur fyri við dysti móti Eysturríki 15. januar.










