EM hetjan bjargaði Grikkalandi

Hann skoraði einsamalla málið í finaluni í 2004 og í kvøld tryggjaði hann Grikkalandi luttøku í EM endaspælinum. Kroatia gjørdi sína skyldu og vann, men tað røkkur bara til annað plássið.

 

Grikkaland skuldi bara hava javnleik í Georgia fyri at tryggja sær plássið í EM endaspælinum, men teir komu í trupulleikar longu í fyrra hálvleiki. David Targamadze legði heimliðið um miðjan fyrra hálvleik og soleiðis varð støðan líka til tíggju minuttir vóru eftir.

 

Tá javnaði Giorgos Fotakis við langskoti og so var Grikkaland víðari aftur. Fimm minuttir seinni staðfesti EM hetjan frá 2004, Angelos Charisteas, plássið í EM endaspælinum, tá hann legði Grikkaland á odda 2-1.

 

Kroatia greiddi sína skyldu og vann 2-0 á Lettlandi. Fyrrverandi Arsenal framherjin, Eduardo, legði Kroatia á odda, meðan Mario Mandzukic staðfesti sigurin og annað plássið.

 

Bólkur F:

Kroatia – Lettland 2-0 (0-0)

1-0 Eduardo, 64

2-0 Mario Mandzukic, 71

 

Georgia – Grikkaland 1-2 (1-0)

1-0 David Tragamadze, 19

1-1 Giorgos Fotakis, 80

1-2 Angelos Charisteas, 85

 

Malta – Ísrael 0-2 (0-1)

0-1 Lior Rafaelov, 11

0-2 Rami Gershon, 90+3

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Grikkaland 24

2. Kroatia 22

3. Ísrael 16

4. Lettland 11

5. Georgia 10

6. Malta 1

Grikkaland beinleiðis víðari, meðan Kroatia skal spæla um at koma víðari.