EM: Íslendingar bjargaðu sær eitt stig móti dystarenda

Tað endaði við javnleiki millum Ísland og Serbia í innleiðandi bólki C

Ísland hevði ryggin móti múrinum í tí fyrsta EM-dystinum í innleiðandi bólki C móti Serbia í München.

 

Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Serbia á odda 27-24. Men við einum fantastiskum endaspurti eydnaðist tað Íslandi at knógva ein javnleik heim.

 

Í allarseinasta sekundi javnaði Sigvaldi Björn Guðjónsson við einum góðum skoti til endaliga úrslitið 27-27.

 

Klokkan 19.30 byrjaði dysturin í sama bólki millum Ungarn og Montenegro.

 

Gongdin: 0:0, 2:2, 3:3, 7:5, 9:7, 11:10, 12:12, 13:15, 16:18, 19:21, 24:25, 27:27.

 

Ísland: Bjarki Már Elísson 7, Sigvaldi Björn Guðjónsson 6, Viggó Kristjánsson 4, Aron Pálmarsson 2, Elvar Örn Jónsson 2, Ómar Ingi Magnússon 2, Janus Daði Smárason 1, Elliði Snær Viðarsson 1.

Bjargingar: Viktor Gísli Hallgrímsson 15, 39,5% – Björgvin Páll Gústavsson 0.

Serbia: Dragan Pechmalbec 5, Petar Djordjic 4, Bogdan Radivojevic, 3, Lazar Kukic 3, Uros Borzas 3, Uros Kojadinovic 2, Nemanja Ilic 2, Vanja ilic 2, Predrag Vejin 2, Mijajlo Marsenic 2.

Bjargingar: Dejan Milosavljev 9, 25,7% – Vladimir Cupara 2, 100%.

 

Hagtøl: handbolti.is