Tað bleiv á ogan hátt talan um eitt dreymalutakast fyri føroyska landsliðið á hesum sinni. Flestu av londunum, sum fyrrverandi spælarar og onnur hava peikað á endaðu í øðrum bólkum.
Føroyar í bólki F. Úr styrkisbólki eitt fingu vit eitt av avbera vánaligt lutakast við Grikkalandi, tá onnur fingu millum annað Ongland, Spania, Týskland.
Vertir eru Ruud Gullit og Bixente Lizarazu. EM 2016 verður í Fraklandi. Av tí sama er Frakland ikki við í undanspælinum, men verður koyrt í ein bólk, har teir luttaka sum hini londini, men dystirnir telja bara sum venjingardystir
Tað eru 53 lond við í lutakastinum. Nummar eitt og tvey fara beinleiðis víðari til EM endaspælari, saman við besta 3' arinum. Hinir átta 3' arnir spæla um fýra tey seinastu plássini. 24 lond koma til EM endaspælið. Gibraltar er við fyri fyrstu ferð.
Her er lutakastið beinleiðis:
Bólkur A:
Holland, Kasakstan, Ísland, Letland, Turkaland og Kekkia
Bólkur B:
Bosnia og Hersegovina, Andorra, Kýpros, Wales, Ísrael og Belgia
Bólkur C:
Spania, Luksembourg, Makedonia, Hvítarussland, Slovakia og Ukraina
Bólkur D:
Týskland, Gibraltar, Georgia, Skotland, Pólland ogÍrland
Bólkur E:
Ongland,San Marino,Litava, Estland, Slovenia og Sveis
Bólkur F:
Grikkaland, Føroyar, Norðurírland, Finnland, Rumenia og Ungarn
Bólkur G:
Russland, Liktinstain, Moldova, Montenegro, Eysturríki og Svøriki
Bólkur H:
Italia, Malta, Aserbadjan, Bulgaria,Norra og Kroatia
Bólkur I:
Portugal, Albania, Armenia, Serbia og Danmark (Frakland)
Her eru styrkisbólkarnir:
Styrkisbólkur 1: Spania (Verandi EM vinnarar), Týskland, Holland, Italia, Ongland, Portugal, Grikkaland, Russland, Bosnia og Hersegovina
Styrkisbólkur 2: Ukraina, Kroatia, Svøriki, Danmark, Sveis, Belgia, Kekkia, Ungarn, Írland
Styrkisbólkur 3: Serbia, Turkaland, Slovenia, Ísrael, Norra, Slovakia, Rumenia, Eysturríki, Pólland
Styrkisbólkur 4: Montenegro, Armenia, Skotland, Finnland, Letland, Wales, Bulgaria, Estland, Hvítarussland
Styrkisbólkur 5: Ísland, Norðurírland, Albania, Litava, Moldova, Makedonia, Aserbadjan, Georgia, Kýpros
Styrkisbólkur 6: Luksembourg, Kasakstan, Liktinstain, Føroyar, Malta, Andorra, San Marino og Gibraltar
Les eisini: Dreymabólkurin hjá aðalskrivaranum
Les eisini: Dreymabólkarnir hjá Lukasz
Les eisini: Dreymabólkurin hjá Toda
Les eisini: Dreymabólkurin hjá Rógva Jacobsen