Frankaríkið – Bulgaria 3-2, (18-25, 22-25, 26-24, 25-21, 15-12).
Tað gjørdist sera spennandi í Sofia leygarkvøldið, tá Frankaríki og vertirnir úr Bulgaria møttust í semifinaluni hjá monnum um Evropeiska meistaraheitið.
Bulgaria kom best frá byrjan, og vann tey bæði fyrstu settini. Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sum var í høllini sigur, at stemningurin og larmurin var øgiligur frá teimum 12.500 áskoðarunum, og at hann ikki hevur upplíva tílíkt áður. Og serliga 3. settið gjørdist spennandi við tað, at Bulgaria hevði vunnið tey bæði fyrstu.
Men alt 3. settip førdi Frankaríki, men seinast í settinum kláraði Bulgaria at koma upp á javnleik – men við stríð og strev vann Frankaríkið 26-24.
4. settið vann Frankaríkið nøkulunda trygt 25-21. Magnus Tausen sigur, at Bulgaria, sum tvey tey fystu settini hevði spælt sum eitt lið, fór meira og meira í upploysing, so vónirnar til 5. setti vóru ikki góðar hjá Bulgaria. Men í 5. setti kom Bulgaria aftur best frá byrjan og førdi tá liðini skiftu síðu, men so kom Frankaríki framum, og vann settið 15-12, og harvið dystin 3-2. Hin semifinalan var millum Slovenia og Italia.
Slovenia vann 3-1 (25-13, 23-25, 25-20 og 25-20). Finalan verður sosatt millum Slovenia og Frankaríki í dag klokkan 18,45 føroyska.
Dysturin um 3. plássið verður kl. 15,30.
Tað ber til at fylgja dystunum live-score á cev.lu.