EM: Óli hevur flest upplegg til mál og málstig í innleiðandi bólkaspælinum

Óli Mittún hevur eisini næstflest mál í opnum spæli

Mynd: Ritzau Scanpix

Nú okkara hetjur hava riggað av aftaná eitt megnar avrik í Oslo, so kunnu vit staðfesta, at føroyingar eru at finna fremst í teimum ymisku yvirlitunum aftaná innleiðandi bólkaspælið.

 

Bert 20 ára gamli Óli Mittún hevur flest málgevandi sendingar (assist) í innleiðandi bólkaspælinum. Tær eru 24 í tali.

 

ÓIi hevur eisini flest málstig í innleiðandi bólkaspælinum. Talan er um 47 málstig. Óli hevur 23 mál og 24 assist. Á hesum yvirlitunum er Elias Ellefsen á Skipagøtu nummar fimm. Elias hevur 40 málstig. 

 

Óli hevur skotið øll síni 23 mál í opnum spæli, og á tí yvirlitinum er hann næstfremst. Bert danski stórleikarin, Mathias Gidsel við 25 málum í opnum spæli liggur hægri enn Óli á tí yvirlitinum.

 

HER eru tey trý yvirlitini, har Óli er millum teir fremstu í Evropa:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Mynd: Ritzau Scanpix