Dysturin millum Portugal og Montenegro í okkara EM-undanbólki, bólki 4 er júst liðugur.
Dysturin endaði við 34-26 sigri til Montenegro. Í steðginum var Montenegro á odda 17-13.
Úrslitið merkir, at Føroyar enda í ringasta føri á øðrum plássinum í bólkinum. Okkara kvinnur eru betri innanhýsis móti Portugal. So sjálvt um bæði Føroyar og Portugal enda á seks stigum hvør, so taka okkara kvinnur annað plássið, og hava harvið vunnið seg til EM-endaspælið.
Hetta er triðja endaspælið á rað, ið føroysku kvinnurnar vinna seg til. Eitt bragd, ið manslandsliðið enn ikki hevur megnað.
Kvinnulandsliðið hevur eisini megnað tvey ting, ið manslandsliðið hevur til góðar at fremja í verki. Tær hava vunnið seg til eitt HM-endaspæl. Og tær hava eisini vunnið seg víðari til eitt millumumfar. Nú liggur tað á monnunum at svara aftur í mai við at vinna ein samlaðan HM Play Off sigur á Bosnia Hersogovina, og harvið vinna seg til eitt HM-endaspæl á fyrsta sinni.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Montenegro og Føroyar bólkafinalu í Podgerica. Somu klokkutíð spæla Ísland og Portugal á Ásvellum.
Montenegro er fremst við átta stigum. Føroyar hava seks stig, og Portugal hevur fýra stig. Ísland er aftast í bólkinum við tveimum stigum.
Vinna Føroyar við sjey málum ella fleiri málum vinna okkara kvinnur undanbólkin. Vinnur Ísland við tveimum málum ella fleiri málum enda tær triðfremst í undanbólkinum.
Føroysku kvinnurnar kunnu tó spæla frítt og uttan nervar. EM-luttøkan er tryggjað.
In.fo ynskir kvinnulandsliðnum hjartaliga tillukku við EM-endaspælsplássinum. Føroyar Framá.











