Nú samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin er komin undir land, so koma í øllum førum seks og helst sjey varafólk á ting fyri landsstýrisfólkini – sum helst verða vald úr tingmanningunum hjá flokkunum.
Sum skilst á lagnum, so verða tað sjey heldur enn seks aðalráð. Og tað verður fyri at fáa valdsbýtið í landsstýrinum at ganga upp, nú Fólkaflokkurin er so nógv størri enn hinir báðir flokkarnir.
Býtið av landsstýrisfólkum verður so, at Fólkaflokkurin fær løgmann og tvey landsstýrisfólk, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey landsstýrisfólk í part.
Fyrstu varafólk hjá Fólkaflokkinum eru:
- Fía Selma Nielsen við 327 atkvøðum
- Astrið Breckmann við 322 atkvøðum.
Næstur er Kristian Krog Hentze við 297 atkøvðum – um Fólkaflokkurin fær trý fólk í landsstýrið.
Hjá Sambandsflokkinum eru fyrstu tvey varafólkini:
- Magni Højgaard við 342 atkøvðum
- Anna Falkenberg við 272 atkøvðum
Roknast kann við, at Anna Falkenberg tekur farloyvi úr Løgtinginum fyri at røkja Fólkatingsarbeiðið. So verður tað Hermann Samuelsen, býráðslimur í Klaksvík, sum kemur á ting sum fastur varamaður. Hann fekk 255 atkvøður.
Hjá Javnaðarflokkinum eru varafólkini:
- Bjørt Lind við 287 atkvøðum
- Eyðgunn Samuelsen við 263 atkvøðum.
Lesið eisini: Aksel og Margit í landsstýrið fyri Javnaðarflokkin
Eyðgunn Samuelsen er tann einasta av hesum, sum hevur sitið á tingið áður. Og har hevur hon drúgvar royndir, tí hon hevur sitið á tingi at kalla út í eitt síðani 2008. Hon hevur eisini sitið í landsstýrinum frá 2015 til 2019.
Lesið eisini: – Eg taki av um flokkurin vil hava meg í landsstýrið
Tíðindafundur verður í morgin, har teir tríggir flokkarnir skriva undir samgonguskjalið, sum samstundis verður almannakunngjørt. Tá verður býtið av málsøkjum og landsstýrissessum eisini kunngjørt.











