Føroyar skuldu eftir ætlan luttikið í EM í borðtennis í fjør, men vegna korona-smittuna varð kappingin, sum spælast skal í Vila Real í Portugal, útsett fyrst frá apríl til september, og síðani frá september til januar í ár.
Føroyska landsliðið hevur verið á venjingarlegum, og endaligi hópurin var eisini úttikin og til reiðar at fara til Portugal at kappast vikuskiftið 23. og 24. januar, men nú er EM blivið útsett fyri triðju ferð.
Orsøkin er, at fleiri av luttakandi londunum, eitt nú Føroyar, Ísland, Wales og Malta, høvdu trupult við at ferðast til Portugals, og sum heild, vegna korona-smittuna, ynsktu at útseta kappingina enn einaferð.
Hetta ynskið varð gingið á møti, og evropeiska borðtennissambandið ætlar nú í staðin at hava EM-kappingina í apríl ella í mai.
Talan er um C-kappingina í EM. Fremsta landið í bólkinum flytur upp í B-kappingina, og møguleiki er at vinna seg heilt til endaspælið. Kappingarskipanin minnir um hana sum vit kenna frá Nations League í fótbólti.