Stóri týski ítróttarmiðilin, Kicker hevur eina stóra grein, ið ger nógv burturúr fantastisku føroysku fjepparunum í Berlin.
Maximilian Schmidt frá Kicker er púrasta fallin fyri teimum 5.000 føroysku fjepparunum, ið hann nevnir: "Hin hvíta múrin".
- Hesir serstøku fjeppararnir vildu eisini feirað tað um tey høvdu tapt. Og óannsæð hvussu ringt tapið hevði verið hjá føroyska liðnum, so vildu teir føroysku fjeppararnir, ið hava ferðast við teimum, staðið og klappað í minuttir aftaná dystin. Júst sum tey gera ígjøgnum 60 minuttir, og framvegis gera tá liðið er farið inn í umklæðingarrúmið. Ein partur av høllini var fullkomuliga dekkaður av hvítum landsliðstroyggjum, stórum fløggum, lítlum fløggum, andlitsmálaðum fólki. Teir føroysku fjeppararnir vildu hava viðurkenning fyri tað tey eru. Við teirra avrikum í dystunum móti Slovenia og Noreg tryggjaðu tey sær, at eingin kemur at gloyma tey í nærmastu framtíð, skrivar Maximilian Schmidt.
- Føroysku fjeppararnir góvu okkum tað fyrstu gásarholds-løtuna, tá tey so inniliga sungu við til tjóðsangin. Tá liðið sum er bygt kring risatalentinum hjá Kiel, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hjá Füchse Berlin, blivu ein og ein presenteraðir og róptir inn í høllini, so bleiv hvør einstakur leikarari fagnaður sum ein poppstjørna. Móttøkan fyri Eliasi Ellefsen á Skipagøtu var so stór, at tað minti um móttøkurnar Freddie Mercury fekk til konsertir. Føroysku fjeppararnir kunnu best samanberast við enskar fótbóltsfjepparar. Teir fagnað hvørjari hending undir dystinum. Um Føroyar skora er tað sum um, at tey øll leypa upp frá sínum setri, lyfta armarnar, fegnast og klappa. Tá dómararnir døma ímóti Føroyum rungar eitt "buh" í høllini, nakað sum ikki er vanligt í hondbólti, og sum eisini fekk smílini fram hjá okkum miðlafólkum. Passiónin hjá fjepparunum verður transporterað til vøllin og aftur - tann perfekta symbiosan. Allatíðina runga stríðsróp frá túsindtals fólki. Mátin sum tey syngja, og hava sínar chants-tónar prógva, at tónlistarlig útbúgving er sjálvandi ein partur av føroyska arvinum. Staðfestir Maximillian Schmidt.
Maximillian Schmidt er eisini hugtikin av, at nærum 12 prosent av føroyska fólkinum er í Berlin fyri at stuðla sínum liði. Tað er sambært honum bara danskir fjepparar, ið hava keypt fleiri EM-atgongumerki enn føroyingar.
- Tjóðsangirnir báðir vóru uttan iva ein heilt serlig gásarholds-løta. Ja í fleirtali. Tí aftaná, at føroyingarnir av hjarta høvdu sungið sín egna tjóðsang, so sungu teir knappliga við til tann norska tjóðsangin. Aftaná norska tjóðsangin fagnaðu mótstøðuliðnum. Aftaná tjóðsangirnar fóru føroysku fjeppararnir aftur yvir í "Sport-mode", og Noreg var aftur "fíggindin". So væl lýsir Maximillian Scmidt tað.
So tit niðri í Berlin: Haldið fast um góða leistin tá vit møta Pólandi í morgin klokkan 17.