Tað gongur sum eftir ánni hjá føroyska U19 kvinnulandsliðnum í EM-undankappingini.
Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar 3-1 á vertstjóðini, Litava, og fyrrapartin gjørdist talan um ein 5-0 stórsigur á Moldova. Í steðginum var støðan 1-0.
Sara Benjaminsen skoraði hattrick. Kára Sigurðsson og Birita Mohr skutu hini bæði málini. Sara hevur higartil skotið fimm mál í kappingini. Kára skoraði eisini annan dystin á rað.
Leygardagin klokkan 10 spæla Føroyar bólkafinalu móti Kosovo.
Fyrstu 11:
1 Rannvá við Streym (M)
2 Sofía Ejdesgaard Hansen
3 Ró Gray Djurhuus
5 Helga Mikkelsen
7 Kára Sigurðsson
8 Sara Benjaminsen
9 Silja Ragnarsdóttir Trier
10 Brá Zakariasardóttir
11 Eydna Olsen Dalheim (L)
15 Birita Mohr
17 Lý Gray Djurhuus
Eyka:
12 Ingrið Berg Rasmussen (M)
4 Emma Charlotta Knudsen
6 Halla Morgan Ejdesgaard
13 Reima Isaksen
14 Mirjam Skoralíð
16 Margreta Elisdóttir í Buð
18 Karla Sjóstein
Kelda: FSF
##med2##












