EM: Ukraina kom í bólk við Kroatia, Frakland og Serbia

Um vit høvdu vunnið heimadystin á Ukraina, ið vit taptu 26-27 høvdu Kroatia, Frakland og Serbia verið mótstøðuliðini í endaspælinum.

Dagarnar 13. til 30. januar í 2022 verður EM-endaspælið í manshondbólti avgreitt í Ungarn og Slovakia. 

 

Føroyar vóru bert tvey mál frá at vinna seg í EM-endaspælið. Høvdu Føroyar t.d. vunnið 27-26 og ikki tapt 26-27 í heimadystinum móti Ukraina høvdu Føroyar verið ein av betri trý´arunum við fýra stigum, og høvdu vunnið seg í EM-endaspælið. Tað hendi ikki, og nú kunnu vit staðfesta, at Ukraina endaði í einum krútsterkum bólki.

 

Kroatia, Frakland og Serbia vera mótstøðuliðini hjá Ukraina í bólki C.

 

Innleiðandi bólkarnir síggja soleiðis út: 

 

A: Slovenia, Danmark, Norðurmakedonia og Montenegro

 

B: Portugal, Ungarn, Ísland og Niðurlond

 

C:  Kroatia, Serbia, Frakland og Ukraina

 

D: Týskland, Eysturríki, Hvítarussland og Póland

 

E: Spania, Svøríki, Kekkia og Bosnia Hercogovina

 

F: Noreg, Russland, Slovakia og Litava