EM-undankappingin: Føroyar eru í løtuni triðbesti tríarin

Føroyar eru aftanfyri tveir tríarar og frammanfyri fimm tríarar nú tvey umfør eru eftir í EM-undankappingini

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur ein møguleika at vinna seg í EM-endaspælið, ið verður í Ungarn, Sveis og Eysturríki síðst í hesum árinum.

 

Tað gerst møguligt um Føroyar eru millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum. 

 

Úrslitini móti aftastu liðunum, í okkara føri stórsigrarnir móti Luksemborg telja ikki í tríarara-roknskapinum. 

 

Nú tvey umfør eru eftir í EM-undankappingini sær støðan millum tríararnar soleiðis út. Við í roknskapinum eru bara dystirnir móti liðunum, ið eru nummar eitt og tvey í teimum átta EM-undankappingarbólkunum:

 

##med2##

 

Kelda: Soccerstand (ið hevur hagtøl frá nógvum ymiskum ítrótti)

 

Føroyar spæla móti Svøríki á heimavølli 3. apríl og móti Íslandi 7. apríl. Móti Svøríki snýr tað seg um at tapa so lítið sum møguligt. Vit kunnu sjálvandi droyma um at fáa stig móti Svøríki, men tað er ikki sannlíkt. Ísland vinnur sannlíkt á Luksemborg 3. apríl. Vit kunnu bara taka annað plássið frá Íslandi um okkara kvinnur vinna á Íslandi við seks málum, ella einum fimmmálssigri omanfyri 28-23. Ísland vann 28-23 á Føroyum í høllini á Hálsi, og hevur tí tann fyrimunin undan dystinum 7. apríl. Men fáa okkara kvinnur eitt ella tvey stig móti Íslandi er ógvuliga sannlíkt, at vit enda millum fýra teir bestu tríararnar.

 

Serbia sum í løtuni er besti tríarin hevur dyst eftir móti fýraranum í bólki 6, Bulgaria sum hevur staðið seg illa, og tí fer Serbia eftir øllum sólarmerkjum at vinna tann dystin. Serbia endar á heimavølli móti Turkalandi, ið tær leiktu javnleik 29-29 ímóti á útivølli. Vinnur Serbia á Turkalandi senda tær Turkaland niður á triðja plássið. Men tá er Turkaland ein tríari við einum stigi, og er sannlíkt millum fýra teir bestu tríararnar í endaliga roknskapinum. 

 

Portugal sum í løtuni er næstbesti tríarin hevur dyst eftir ímóti krútsterka niðurlendska liðnum á heimavølli fyrst. Niðurlond hava fult stigatal í bólki 3, og Niðurlond vinna sannlíkt á Portugal. Portugal endar á útivølli móti Kekkia. Portugal tapti á heimavølli 26-30 fyri Kekkia, og tí verður Kekkia favorittur til at endurtaka sigurin á Portugal. Tað hevði merkt, at Portugal endaði á triðja plássinum, men tær taptu "bert" 27-38 fyri Niðurlondum á útivølli. Tí liggur Portugal væl fyri at kunna liggja millum fýra teir bestu tríararnar, um tær ikki tapa ov stórt fyri Niðurlondum og Kekkia í apríl. 

 

Grikkaland sum í løtuni er fjórðbesti tríarin hevur dyst eftir ímóti Kroatia á heimavølli fyrst í bólki 1. Kroatia vann á heimavølli 32-22 á Grikkalandi. Grikkaland endar á útivølli móti greiða oddaliðnum í bólki 1, Rumenia. Sannlíkt er, at Grikkaland sum hevur minus 22 mál í tríararoknskapinum - júst sum Føroyar - tapir fyri Kroatia og Rumenia. Men so er spurningurin um tær gera tað betri enn Føroyar gera tað ímóti Svøríki og Íslandi? 

 

Litava sum í løtuni er fimtbesti tríarin hevur dyst eftir ímóti Spania á heimavølli fyrst í bólki 5. Spania er greitt oddalið við fullum stigatali, og vinnur sannlíkt á Litava. Litava endar á útivølli móti Norðurmakedonia. Norðurmakedonia vann fyrra dystin í Litava 31-28, og verður tí favorittur til at vinna á Litava á heimavølli. Litava tapti heima 14-47 fyri Spania, og um tær sponsku aftur spíla seg út, so fer Litava ikki at hava ein góðan málmun í tríara-roknskapinum. 

 

Slovakia sum í løtuni er sættibesti tríarin hevur dyst eftir ímóti fýraranum, Ísrael á uttanveltaðum vølli í bólki 2. Slovakia vann 31-22 á Ísrael á heimavølli, og er favorittur til at endurtaka sigurin á Ísrael, ið sannlíkt endar á fjórða plássinum í bólki 2. Slovakia endar á heimavølli móti Ukraina. Fyrri dysturin millum Ukraina og Slovakia endaði 25-20 til Ukraina, og her kann heimavøllurin bjarga Slovakia eitt ella tvey stig, og harvið vera tær millum bestu tríararnar.

 

Italia sum í løtuni er sjeyndibesti tríarin hevur dyst eftir ímóti fronsku heimsmeistarunum á heimavølli. Frakland vann fyrra dystin 50-16, og er krútsterka franska liðið sum fyrireikar seg til OL á heimavølli aftur væl fyri á degnum, so fær Italia aftur ein avsmurning í hesum dystinum í bólki 4. Italia endar á útivølli móti Slovenia. Dysturin í Italia endaði 31-18 til Slovenia, so tað er ógvuliga sannlíkt, at Slovenia eisini vinnur á Italia á heimavølli.

 

Kosovo sum í løtuni er vánaligasti tríarin hevur dystir eftir móti Pólandi á heimavølli og á útivølli í bólki 8. Bert trý lið manna bólk 8, Danmark, Kosovo og Póland. 

 

Póland hevur tapt heiðurliga 22-26 og 31-39 fyri sterka danska liðnum, meðan Kosovo hevur tapt heili 19-40 og 17-44 fyri Danmark. Tað liggur í kortunum, at Póland vinnur tveir greiðar sigrar á Kosovo. Kosovo fer ikki at hótta málmunin hjá Føroyum í tríara-roknskapinum. 

 

Men ofta henda óvæntaði ting, og tí má føroyska kvinnulandsliðið hugsavna seg um egin avrik móti Svøríki og Íslandi. Møguleikin at skriva føroyska hondbóltssøgu er til staðar.