Emil fluttur á annað sjúkrahús

Emil Bjarnaskor, sum á Summarfestivalinum, fekk onkur rúsevni í seg, varð í gjár fluttur á sjúkrahúsið í Silkeborg

Tað gongur framá men ógvuliga spakuliga hjá 19 ára gamla viðinginum Emil Bjarnaskor, sum sunnumorgunin eftir Summarfestivalin kom heim til skyldfólk síni i Klaksvík og misti vitið.
Nakrar fáar dagar eftir varð Emil Bjarnaskor fluttur av Landssjúkrahúsinum niður á Ríkissjúkrahúsið, men hósmorgunin varð hann fluttur víðari til sjúkrahúsið í Silkeborg. Hetta sjúkrahúsið hevur serkunnleika í at endurbyggja skaðar í nervalagnum, sambært heimasíðuni hjá sjúkrahúsinum.
Onkuntíð seinni skal hann á stovn til endurvenjingar.
Hann fær framvegis ikki tosað, men eyguni ru klárari, hann hevur flutt armar og bein eitt sindur, og eisini hevur hann snarað høvdinum, sigur mosturin Mariann B. Petersen. Tað er hon, sum greiðir frá, tí foreldrini eru ikki so væl fyri. Foreldrini og yngsta systirin sita stútt hjá dreinginum.

Skilir alt
Alt bendir á, at Emil Bjarnaskor er við fult vit, tí tey hava fingið tað at rigga, at hann blunkar eina ferð fyri at siga ja og tvær ferðir fyri at siga nei.
Tá ið hann mikudagin fekk at vita, at hann skuldi flytast á eitt annað sjúkrahús, varð hann keddur, tí nú var hann komin at kenna Ríkissjúkrahúsið.
Mosturin heitir enn eina ferð á fólk um at koma við upplýsingum um, hvørjum Emil var saman við henda sunnumorgunin, og hvørji rúsevni hann kann hava fingið í seg. Okkurt hava familjan og narkopolitiið fingið at vita, men í flestu førum eru upplýsingarnar komnar frá onkrum, sum hevur frætt nakað frá øðrum. Ov lítið av ítøkiligum er komið fram, sigur Mariann B. Petersen.