Hanus Kamban
Bremen er, líkasum Hamburg og Lübeck, ein av teimum gomlu hansabýunum, hann er somuleiðis gamalt býarríki, sum eisini í dag hevur sína egnu stjórn. Tey, sum kenna søguna, minnast helst eisini, at Hamburg og Bremen fyri túsund árum síðani vóru eitt erkibiskupssetur, og at Norðurlond, og sostatt eisini Føroyar, til 1104, tá nýtt erkibiskupsdømi varð sett á stovn í Lund, vóru undir hesum kirkjuliga umráði.
Mikudagin tann 4. juli í ár fari eg á jarnbreytarstøðina í Lübeck og fari við tokinum fyrst til Hamburg og eftir ein steðg víðari til Bremen. Nevnt kann verða, at á hesi leið er tað ikki býtt at brúka almennar ferðamøguleikar. Í summar royndu vit at koyra við privatbili eftir motorvegnum, sum gongur frá Hamburg til Bremen. Sunnan fyri Hamburg kom tøppur í hesa landsins meginæðr, í einar fýra tímar kom ferðslan at kalla ikki úr stað, og farið varð tí heim aftur sum av torvheiðum. Skilið var serliga ringt, tí at fólk í trimum týskum statum henda dagin fóru undir sína summarfrítíð, men sagt verður, at ein slík ferðslustillstøða á Hamburg-leiðini, har tú situr og sveittar í tínum akfari og hvørki bøn ella illbøn hjálpir, er vanlig alt árið.
Sarah Kirsch
Komin til Bremen, fari eg til gongu í seinnapartslýkkuni oman til býargrøvina, sum ringir seg um tann gamla býin eystan- og norðanfyri. Eg gangi oman við Contrescarpe og síggi fólk standa og blaka træsprek út í ánni, so at teirra hundar skulu loypa á bláman og fáa eitt, ivaleyst tiltrongt, kvøldarbað.
Komin til Wulwesstrasse, har vinkona mín, skaldið Ulrike Marie Hille býr, verði eg nakað seinni sessaður við nátturðaborðið, saman við mínum verti og vinkonuni Ortrude, sum er pianistur. Hetta kvøldið hevur Ulrike salong, og ein tíma seinni koma gestirnir, tólv í tali, tríggir menn og níggju kvinnur. Evnið hetta kvøldið er yrkjarin Sarah Kirsch, salongfrúgvin letur ljósprent við hennara yrkingum fara runt, og fólk fáa sær av tí reyðvíni, hvítvíni ella vatni, sum stendur frammi.
Salongin byrjar við, at pianisturin spælir Tað gamla Slottið eftir Musorgskij, dragandi og samstundis nostalgiskur romantikkur, sum fær ein at hugsa um Poe ella Heine. Gestirnir skiftast um at lesa tekstirnar, so er orðið frítt. Nøkur hava lisið uppá, onnur (m.a. undirritaði) hava at kalla onga vitan um skald ella tekstir. Fyri mær er tað sum at vera staddur í myrkastovu, har tú nertir við innbúgv og borðbúnað og roynir at fáa eina hugmynd av tí ósædda. Sum ein lurtar, rivar fyri eygunum, ljósið fellur, kámt í fyrstuni, men klárnandi í hvørjum, á ein ógvuliga áhugaverdan yrkjara, hvørs tekstir eru beiskir og daprir, vekja til lívs so ymisk evnir sum nazi-fortíðina, vistfrøðiliga vanlukku, Norðurlanda kulda og trøldóm, tekstir ið tykjast knotutir og beinkendir og sum í støðum eiga tølandi musikalitet og vakurleika.
Emil Nolde
Seint seinnapartin dagin eftir lukkast mær at gera eitt rend oman í Böttcherstrasse, ivaleyst ta mest áhugaverdu gøtuna í Bremen, eina gong, ið er sum ein minnisvarði yvir tann týska Jugend-listamannin Bernhard Hoetger. Í hesi gøtu er í løtuni ein forkunnug og merkilig framsýning av akvarell-myndum eftir tann dansk-slesvíkska listamálaran Emil Nolde (1867-1956). Framsýningin hevur navnið ungemalte bilder 1938-1945 (Ómálaðar myndir 1938-1945).
Forsøgan er tann, at tað nazistiska valdið í Týsklandi frá 1933 setti í verk ein trongan, hugmyndafrøðiliga kroystan mentanarpolitikk, har øll list, sum var modernað, eksperimenterandi ella djørv, varð skilmarkað sum “dekadent” ella, sum nazistarnir tóku til (við einum hugtaki frá Max Nordau): entartet. Emil Nolde upplivdi nú, at 1052 málningar eftir hann vórðu inndrignir, at nakrir teirra vórðu brendir, saman við øðrum týskum verkum, á eini autodafé í Berlin í 1939, og at meginparturin ikki kom afturíaftur. Og seinast í august 1941 fekk hann í einum brævi at vita, at hann hereftir hevði máliforboð.
Sprækin litgleði
Hetta er eitt dømi aftrat um eitt søguligt tíðarskeið, har listin skal lofta sær í einum totaliterum rúmi, ein støða, vit eisini kenna frá Sovjetsamveldinum, ikki bara í sama tíðarskeiði, men heilt fram at Gorbatsjovs døgum. Emil Nolde gjørdi, í hesum trongu skóm, tað, at hann fann sær ein avbyrgdan krók í sínum húsum í Seebüll og fór at mála har í loyndum. Oljulitir hava sterkan lukt, sum lættliga hevði avdúkað listamannin, um Gestapo kom á gátt, Nolde fór tí at brúka vatnlitir og skapti árini 1938 til 1945 eina ørgrynni av akvarellum, sum bara nakrir fáir vinir vistu um, og sum hann orsakað av pappírstroti læt vera ógvuliga smáar, ofta ikki størri enn eitt handarbak.
Paradoksið er, at hesi verk blivu skapt í eini, politiskt sæð, ófrælsari tíð, men at tey samstundis eru frukt av einum, listarliga og andaliga sæð, óvanligum frælsi. Tí hesar kveikingar, festar á japanpappír við tempera, akvarell- ella pastell-litum, ofta bygdar upp í løgum, reytt undir bláum, grønt undir myrkaviolettum, komu beint úr listamansins huga og vórðu, uttan skitsu ella undantekning, skaptar um til lit og umgerðir. Markið millum rúm og tíð, dreym og veruleika, upplivað og gyklað er her burturkámað.
Emil Nolde avmyndar á hesum akvarellum dans og spæl, familjulív, víkingar, nyk, risa, trøll, fólk hann hevur kent ella droymt, skip í ódn, mjørkasveipt berg. Í roynd og veru bera hesar myndir - poetiskar, fullar av stemningi, eymar, vakrar, groteskar - vitnisburð um sprækið hugflog, formligt fræsli og intensa, spríkjandi litgleði.
Worpswede
Frá Emil Nolde til Heinrich Vogeler er eitt langt lop. Fyrrapartin henda sama dag koyrdi Ulrike Marie Hille meg við leigaðum bili til ein blett, sum er at finna í ein landnyrðing úr Bremen, og sum í meira enn hundrað ár hevur verið eitt Mekka í týskari listasøgu.
Worpswede, í sunnara enda á Teufelsmoor, var fyri stórthundrað árum síðani eitt fjarbýlt bygdarskapilsi, har fólkið dyrkaði grønmeti, fekst við torvgrevstur og livdi eitt fátækt, einfalt og stríggið lív. Eitt serligt glitrandi ljós sveimaði yvir hesum stað, har lind, fura, eik og bjørk vuksu á heiðunum, neyt og ross gingu á biti, lágar kroysur hýstu bygdafólkinum og sólin skygdi í vatnfyltum torvgrøvum, og har tann bæði ráliga og klára luftin fekk allar litir og allar umgerðir at daga við óvanligum klárleika.
Í tíðini nakað undan 1900 reistist í Týsklandi eitt rák, eyðkent av romantiskum náttúrudrátti og tráan burtur frá modernitetinum, ein utopisk langtan eftir tí upprunaligu, óspiltu tilveruni, sum m.a. elvdi til, at listafólk í felag grundaðu avbyrgd listaumhvørvi. Í sínum uppruna var hetta rák tó væl eldri, tí longu í 1790 høvdu ensk listafólk sett seg niður í Cockburnspath í Onglandi, og í 1844 var eitt samfelag av sama slag grundað í Macchiaiola í Toskana í Italia.
Paula Modersohn-Becker
Í 1889 fluttu tríggir týskir listamálarar, Fritz Mackensen, Otto Modersohn og Hans am Ende, eftir fleiri ferðir at hava búð í Teufelsmoor, til Worpswede. Hesir listarligu búreisingar bygdu nú eina listafólkakoloni, sum í dag er ein tann kendasta í heiminum, útgjørd við listafólkabústøðum, atelierum, matstovu, søvnum og framsýningarhøllum.
Hesir tríggir listamenninir, sum allir vóru landslagsmálarar, vóru so dugnaligir, at teirra fyrsta framsýning, hildin í Bremer Kunsthalle í 1895, vakti ekkó um alt Týskland. Nú amaðust onnur listafólk upp á henda blett, og í 1898 vitjaði tann ungi yrkjarin Rainer Maria Rilke á fyrsta sinni í bygdini. Rilke skrivaði eina bók um Worpswede og tess málarar og gjørdi soleiðis staðið uppaftur meira kent.
Tann mest áhugaverdi Worpswede-málarin var ein kvinna, Paula Becker, sum kom hagar í 1897. Paula Becker hevði búð eina tíð í París og har fingið íblástur frá eitt nú Cezanne og Paul Gauguin. Tematiskt varð hon meira drigin at menniskjum enn at náttúru, hon avmyndar í sínum málningum arbeiðsmenn, fátæk bygdarfólk, børn, men kanska serliga kvinnur saman við børnum, ofta bróstabørnum.
Menniskjuni eru í hennara myndum endurgivin við sterkum rúmsansi, sakligum veruleikatrúskapi og holdlitum, sum eru autentiskir og samstundis viðhvørt næstan lýsandi. Tá ið Paula Becker andaðist í 1907, alt ov ung, sannaðu hennara medlistafólk í Worpswede, at eftirsjón var í hesi kvinnu, sum ár eftir ár hevði tikið seg fram móti einum alsamt djarvari og búnari meistaraskapi. Paula Becker verður í dag, saman við t.d. Cezanne, van Gogh og Matisse, tikin fram sum ein fyriboðan um modernaða, europeiska list.
Heinrich Vogeler
Eitt høvuðsmið hjá øllum, sum fyrstu ferð koma til Worpswede, er húsið Barkenhoff. Hesi húsini læt listamaðurin Heinrich Vogeler byggja. Vogeler hevur eina serstøðu í søguni hjá Worpswede, ikki tí at hann var tann mæstasti listamaðurin har, men tí at hann var so fjølbroyttur, og tí at hansara menning og lívssøga eru so merkilig. Líkasum Klaus Mann og Emil Nolde er Vogeler eitt dømi um, hvussu listin siglir, ella skáksiglir, í einum politiskum, totaliterum rúmi.
Heinrich Vogeler, føddur í Bremen í 1872, sonur ein rættiliga múgvandi jarnhandilsmann, fekk útbúgving á listarakademinum í Düsseldorf og gjørdi á ungum árum ferðir til m.a. býir sum Sluis og Brügge í Belgia, Genova og Rapallo í Italia. Komin til Worpswede í 1894, mentist hann skjótt og gjørdist sum frá leið listamálari, arkitektur, grafikari, rithøvundur, gávuríkur sniðgevi, og seinni eisini námsfrøðingur og politikari.
Jugend og elegansa
Vogeler forelskaði seg í Worpswede-gentuni Marthu Schröder, hon var hansara prinsessa og sæst avmyndað í hansara fyrstu málningum, sum miðdepil og drotning. Seinni giftust tey og fingu tríggjar døtur. Tey búðu á Barkenhoff, og har búðu eisini teirra vinir, m.a. eisini Rilke og Clara Westhoff, sum yrkjarin giftist við á vári 1901, nakað um somu tíð sum Vogeler og Martha giftust.
Vogeler varð tíðliga hugtikin av Jugend-stílinum, men læt seg eisini á ungum árum hugtaka og ávirka av gotiskari list, endurburðarlist og av praerafaelittunum í Onglandi. Tær tekningar og skavmyndir, hann skapti í hesum tíðarskeiði, m.a. til bøkur eftir Oscar Wilde, J.P. Jacobsen og Hugo von Hofmannsthal og til Ex Libris prent, hava somu elegansu, men ikki sama dekadenta dám sum listin hjá Aubrey Beardsley. Umframt at tekna sjáldsom hús, formaði hann sum sniðgevi m.a. eisini gløs, spegl, knívar, gaflar, koppar, skálir og stólar.
Paradísoyggin
Vogeler hevði henda dreymin um at skapa eina paradísoyggj, har menniskju – listafólk sum onnur – kundu liva og evna til sína egnu utopi, men nettupp henda utopiska hugmyndin var samstundis hansara stóri veikleiki og vansi, og tær gullborgir, hann bygdi fyri at gera menniskjað fullkomið og halda lukkuni fastari, rivnaðu sum frá leið.
Tilveran í húsinum Barkenhoff í Worpswede, sum Vogeler – ið hevði arvað fitt av pengum og hevði høga inntøku av sínum mongu og ymisku verkum – teknaði og læt byggja, og har gerandisdagurin, bæði hjá Vogeler, húski hansara og hinum húsfólkunum, varð pallsettur næstan sum rituelt teatur, við meira enn einum farra av biedermeier-anda, kundi ikki halda fram. Martha fekk hug á einum ungum løgfrøðingi. Eisini Jugend-stílurin føldist sum frá leið sum reinur formur, eitt hylki við ongum kjarna.
Men Heinrich Vogeler megnaði at endurnýggja seg. Fyrri heimsbardagi, sum hann luttók í, læt honum eyguni upp fyri sosialum spurningum og kapitalismunnar eirindaloysi, og í hesum manni, sum leingi var at kalla ópolitiskur, birtist nú ein sosialistisk hugsjón, har anarkisma, kommunitarisma og kristin næstakærleiki runnu saman.
Til Sovjetsamveldið
Í Barkenhoff grundaði hann eina sosialistiska kommunu, sum var til var 1919 til 1923. Hann kom at kenna ta russisku Sonju Marsjelevsku, tey fingu ein son, Heinrich Vogeler flutti til Sovjetsamveldið, giftist uppaftur við Sonju og fór undir eina nýggja tilveru, har alt ið minti um Jugend varð lagt aftur um bak, og listin gjørdist sosial, politisk, stundum enntá sosialrealistisk. Eftir 1933 var sjálvsagt ikki hugsingur um at fara aftur til Týsklands.
Soleiðis bar tað á, at hesin gávuríki týski listamaður, sprottin úr tíðini hjá Herman Bang og Oscar Wilde, kom at uppliva Stalin-tíðina sum sovjetskur borgari og moskovittur. Hann royndi sum frægast at halda sær á lívi í hesi ræðuligu tíð, og hann var flokskósini lýðin, hóast hann var granni hjá Karl Radek og sá mangar av sínum landsmonnum verða handtiknar, tá Moskva-rættarmálini gingu, og seinni hvørva ella verða skotnar. Einki bendir tó á, at Heinrich Vogeler, sum so mong onnur listafólk, nakrantíð ók á øllum fýra fyri Sovjetsamveldisins reyða Führer-Messias.
Pávar og kompleksmyndir
Eins og Nazi-Týskland hevði Sovjetsamveldið eisini eina yvirstætt av skriftlærdum, sum vildu ráða yvir mentan og list. Frá 1934 var sosialrealisman útrópt sum tann einasta rætta kósin. Vogeler royndi at fylgja við og skapti hesa tíðina verk, hann rópti “kompleksmyndir”, sett saman av ymiskum pallmyndum, kanska ikki ólík tí, vit nú rópa “montasjur”.
Teir sovjetsku listapávarnir funnust at hesum málningum og kastaðu Vogeler fyri, at hann enn ikki var sloppin av við sín borgaraliga arv, kanska einamest, tí hesar myndir høvdu yvir sær ein farra av kubismu og futurismu. Vogeler beindi tí fyri nøkrum av sínum verkum, men hann var tó ikki, sum so mong onnur listafólk í Sovjetsamveldinum, handtikin ella fongslaður.
Vogeler helt fram at vera listarliga virkin. Hann ferðaðist dúgliga um sítt velduga nýggja føðiland, í m.a. Usbekistan, Kabardino-Balkaria, Karelia og í landspørtum, har kurdar búðu, og skapti á hesum ferðum ein hóp av oljumálningum og tekningum.
Utopia
Tá ið Týskland tann 22. juni 1941 leyp á Sovjetsamveldið, var Vogeler straks fúsur at verja sítt nýggja føðiland, hann fór at arbeiða í propagandadeildini hjá Tí Reyða Herinum, gjørdi plakatir, málningar og keipumyndir, skrivaði herróp, sum vórðu ætlað týskum hermonnum. Tá ið týskurin á heysti 1941 nærkaðist Moskva, varð Vogeler, sum stóð á nazistanna deyðslista, biðin um at flýggja. Hetta vildi hann ikki, men hann bleiv so av myndugleikunum tvingaður at rýma og endaði í Kasakstan.
Hetta var ein trupul tíð, postsambandið var vánaligt, lønin kom ikki fram, og Heinrich Vogeler, sum í long tíðarskeið ikki átti sýru í vegg, moyddist nú at bidda og at bøna fólk í hesum fremmanda landi um tak yvir høvdið. Hann andaðist, illa á holdum komin av hungri, kulda og sjúku, í einum sjúkhúsi í sambýlinum Budjonnij við Kornejevka tann 14. juni 1942.
Eins og Paula Modersohn-Becker umboðaði Heinrich Vogeler eitt fravik frá tí upprunaligu, náttúrutrúgvu Worpswede-listini. Tí hóast trø, blómur, morgun- og kvøldarstemningar rúgva nógv upp í hansara fyrstu málningum, er hansara list samstundis kynstrug, filigranfín, innsnúgvin, sum boðberi um onkra serliga, vakurleikatysta individualismu. Sóknin eftir tí privatu utopiini drívur gonguverkið.
Tá ið Vogeler, komin til Sovjetsamveldið, royndi at finna ein veruleika, sum sampakkaði við hansara Atlantis-dreym, fann hann neyvan hesa utopi í kommunismunnar Moskva (har fólk dagliga skríggjaðu, seigpínd av sovjetskum torturmeistarum, í Lubjanka og serliga fongslinum Lefortovo), men kanska, í hepnum løtum, í tí fjarskotna Aserbadjan, har armenar, aserbadjanar, kurdar og russarar livdu, arbeiddu og stuttleikaðu sær saman í friði og náðum. Kanska føldi hann tá, onkra lukkuliga løtu, at hann var komin heim aftur til Worpswede.