M.a. speirak hann Heina O. Heinesen, tí hann hevði ov lítlan málkunnleika, og hann stuttleikaði sær um fyrrverandi løgmenn, sum vóru upprisnir úr politiskum gravum.
Tá ein vandar sær ov lítið um, kann spei falla øvugt í oyra áhoyrarans ella spottarin verður raktur av »bomerangini«.
? Spott kemur aftur í spottarans hús ? søgdu teir gomlu so væl.
Orðini um Heina høvdu ein farra av óndskapi yvir sær, meðan teir speiriknu ex-løgmenn helst eru glaðir fyri at vera slopnir upp aftur úr grøvini at svala sær á.
Men samstundis komu mær til hugs ávísir søguligir veruleikar. M.a. at á seinasta fólkatingsvali fekk annar av hesum uppafturgrivnu 1400 atkvøður, ella meira enn øll valevnini á fólkaflokslistanum fingu samanlagt, tá Óli Breckmann er frátikin. Hesi valevni, Óli nevndu so framúrskarandi í sendingini.
Petur Mohr Dam fall á fólkatingsvali í 1957, tá var hann 59 ára gamalur, kortini byrjaði hansara politiska glæstritíð árið eftir, tá gongd kom á skipbygging, samfelagsútbygging, sosiala trygd (fólkapensjón), hospitalsbygging, studentaskúli og mangt annað.
Hann var so afturvaldur á Fólkating í 1964, 1966 og 1968. Ta ferðina 69 ára gamalur.
Um eg sleppi nóg langt út um kirkjugarðsliðið, skalt tú, Óli, helst ansa tær, skulu vit ikki nápa 1,8% frá tær, tá fert tú afturum, tí røddir frá grøvini kunnu rópa hart, serliga um tær røkka samvitskuna hjá teim, ið lurta.
Síðani kom mær til hugs, at tú ongantíð hevur átt egna rødd.
Hetta hava tey flestu gloymt og hava vant seg við títt óargaliga orðaskvaldur. Ja, tey taka helst tínar provokatiónir og tína argan sum »sort humor«, ella »makaber spøg« sum danir siga.
Tú kanst jú eisini vera bara fittur við hvørt og tí taka teir danir á tingi, sum tú dagliga spillir út og argar, teg ikki longur fyri fult.
Vit sum høvdu gloymt at tú ongantíð tosaði við egnari rødd, men allar dagar hevur tosað úr eini grøv, megu viðhvørt minna okkum á, at hendan í veruleikanum er ein massagrøv (hópgrøv), har allar avoldaðar hugsjónir fara so við og við.
Tey liggja har øll, og tey, sum komu fyrst, eru trýst so lang niður, at tey hoyra grát og tannagrísl.
Teir fremstu ideologarnir úr Týsklandi í 30?unum og 40?unum, Franco, Verwoert, Pinochet, Stalin, Thatcher, Friedmann fyri at nevna nakrar fáar av skurðgudum tínum.
Tey iðra seg helst um gerðir og misgerðir sínar og rópini verða tí ønskriligari og ønskriligari.
Men sum sagt, tá ein ikki tekur teg fyri fult, so gloymir ein eisini ta menniskjansfjendsku og kynisku lívsáskoðan, sum teirra tankar ? bornir fram av tær ? umboða.
At skýra hesa røddina frílynta, hóvliga og liberala er veruliga at spotta seg sjálvan.
Tað er »begrebsforvirringur« við lít, men eisini søgufalsan.
4. mars 1998
Atli P. Dam