Tá ið dómarin stjelur fótbóltin!

Flestu okkara spæla og hyggja at fótbólti fyri at stimbra um tær síður av okkum, sum fevna kapping, stríðsvilja og fagurfrøði.

 

Kenslur og langtan, sum í dagsins samfelag kunnu kennast heldur fjarar, m.a. tí skíggjanýtslan í stóran mun elir upp ættarlið, sum kenna nærleika, og kropsligan stremban, sum ein fjaran skugga av farnari tíð.

Og tað er so vælsignað at síggja ungu ítróttarfólkini kýta seg til tað ítarsta, í royndini at flyta seg móti hægri ítróttarligum málum. At vinna og gerast best.

Deiligt, gevandi og stór kontrast til passiva og følnandi skermlívið.

Júst hesa spreinging av jaligum hugburði hava vit sæð, hjá landsliðum okkara í hondbólti. Og ein skuldi ikki trúð at tað kundi lata seg gera at lítla felagið B71, kundi finna uppá at bjóða av í fótbólti aftur. Við øllum heimsins hagtølum ímóti, hevur lítla felagið ment ein hóp av ungum leikarum, sum megnaðu greipuna í fjør. Against all odds!

Fantastiskt fyri flottu unglingarnar, fyri felagið og fyri breiddina í fótbóltsføroyum.

Í gjárkvøldið skuldu hesir frægu unglingar, spæla fjórðingfinalu í steypakappingini fyri U21 lið. Mótstøðuliðið var NSÍ í Runavík. Kortini var høvuðsmótstøðan ikki frá vertsliðnum. Hon var frá dómaratrioini. (og harvið eisini frá FSF)

Makan til ússaligt dómaraavrik skal ein leita leingi eftir. Fyri tað fyrsta var tað burtur úr vón og viti, hvussu lítið skuldi til av dysti millum liðini bæði, til floytað var, og til kortini fullu.

At eingin gjøgnumgangandi linja var í dømingini, gjørdi bara støðuna nogv verri.

Síðst men ikki minst, tóktist tað sum at dómarin aldrin hevði verið í livandi fótbólti áður, har nógv stendur uppá spæl. Hann var uttanfyri alt dystarflow. Østi spælarar tá hann, tá hann átti at gera tað øvuðgta, og drap spælið, tá passión, rútma og spæligleði runnu saman.

Bæði lið vóru fyri støðugari vandøming, og bæði liðini sum stríddust fyri møguleikanum at enda í eini steypafinalu, vóru líka frustreraði, sum ein Newyorkari í grindadrápi.

At orð ókst av orði, er einki at siga til, tá dómarin stjelur tað góða fótbóltsspælið frá teimum sum eiga dystin.

Skammið tykkum FSF, fyri at seta so út av lagi óegnaðar dómarar, at døma ein avgerandi dyst, millum vælviljaðar, stríðandi unglingar, ið eru sterkir sum oksar.

Øll vita at slíkir dystir krevja mynduga leiðslu, og ikki verður givin upp í hendurnar á reinari inkompetansu.

Tað minsta tit eiga at gera er at umbera fyri ússaligheitina, og seta nýggjan dyst millum liðini, við eini dómartrio, sum veit hvat fótbóltur er, og hvat tað inniber. Tí tit stjala ikki bert fótbóltin frá ungu monnunum, men í eins stóran mun trúnna uppá at tað eru fótbóltsevnini, sum gera av hvør ovastur er, tá avtornar.

Við veruligari fótbóltskvøðu.


Páll á Reynatúgvu