Í gjár klokkan 14.40 hendi eitt ferðsluóhapp uttan fyri tunnilsmunnan í Kaldbaksbotni.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eitt solo-óhapp, har førarin helst hevur mist tamarhaldið á bilinum.
- Bilurin fór út av vegnum og endaði á takinum, og førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan heldur tó ikki, at talan var um álvarslig likamlig mein, men her var materiellur skaði.
- Vit vita í løtuni ikki, hvør orsøkin til óhappið var, men Illgruni var ikki um rúsdrekka.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey fara at avhoyra bilføraran og royna at fáa greiði á, hví óhappið hendi.