Tá løgreglan í gjár hevði tørv á at vita, hvussu ein persónur æt, vildi viðkomandi ikki svara løgregluni. Og gert tú ikki tað, so er tað eitt lógarbrot. Tí tú skalt svara.
Viðkomandi varð tí tikin við á politistøðina og settur klivan fyri at koma upp á betri tankar.
Vaktleiðarin sigur, at hann slapp at sova til hann bleiv eitt sindur meira edrúur. Tá hann so hevði hugsað seg eitt sindur um, segði hann navnið, og so var tað málið loyst.
Í gjáramorgunin steðgaði løgreglan nøkrum bilum, tí fólk ikki brúktu trygdarbelti. Tríggjar bøtur vórðu givnar í hesum sambandi.
Seinnapartin steðgaði løgreglan einum manni, sum koyrdi í bili. Hildið var, at maðurin var ávirkaður. Hann var tí handtikin og blóðroynd tikin.
Og um 17 tíðina í gjár varð løgreglan boðsent til eitt matstað í Havn, har ein maður var dottin og hevði koppað einum borði. Hann var fullur og avdottin. Løgreglan fór á staðið og fekk mannin til hús. Á matstaðnum vildu tey bara hava hann til hús.
Um nátturðatíð var mistanki um, at ein persónur hevði koyrt ávirkaður. Men tað var trupult at prógva. Løgreglan tók tí eina fyribyrgjandi samrøðu við persónum á einum skeinkistað í Klaksvík og tóku lyklarnar frá persóninum.











