Endalig skrá fyri klimaráðstevnuna klár

Tað verður eitt lið av vísindadaligum, politiskum og vinnuligum úrmælingum, sum fara at leggja fram á altjóða ráðstevnuni TransAtlantic Climate Conference 7. og 8. apríl. Heili 32 røðarar úr øllum norðanlondum, Stóra Bretlandi og USA fara at siga frá sínum granskingarúrslitum, hugsanum og royndum.

Nýggjasta navnið á skránni fyrra dagin er íslendski fiskimálaráðharrin Einar K. Guðfinnsson, sum er blivin kendur fyri ein sera avgjørdan fiskivinnupolitikk, ið fylgir tilráðingum frá fiskifrøðingum. Somuleiðis fer Josef Motzfeldt, fyrrverandi grønlendskur ráðharri í uttanríkismálum at røða um, hvussu grønlendigar uppliva veðurlagsbroytingarnar.

Harumframt fara m.a. Al Gore, Bogi Hansen og Rasmus Ole Rasmussen at røða í Norðulendalhúsinum mánadagin 7. apríl.

Seinni dagurin setur fokus á, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka fiskivinnuna við atliti at tilfeingi, veiðu, marknaði og íløgum. Somuleiðis verða orkuspurningar viðgjørdir. Boð verða givin uppá, hvussu orkusparingar kunnu fremjast á sjógvi og landi. Harumframt verða framløgur um tøkniliga nýskapan, sum økir um burðardygga orkunýtslu.

Ráðstevnuan fer eisini at viðgera møguleikarnar hjá Føroyum at gerast ein altjóða vitunardepil innan gransking og menning av loysnum, sum betra um havumhvørvið.

Ráðstevnan hevur fingið dygga undirtøkum bæði frá føroyskari vinnu, politisku skipanini og teimum, sum í dag arbeiða við gransking og menning í Føroyum. Harumframt hevur ráðstevnan vakt ans uttanlands, og NORA og Nordic Innovation Center hava ynskt stuðla og verða partur av ráðstevnuni.

Endaliga skráin sæst á heimasíðuni www.tacc2008.com. Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðuni ella við at venda sær til Bitland. Síðsta freist at melda til er fríggjadagin 4. apríl, um ikki fullteknað er áðrenn.

Høvuðsstuðlar til TransAtlatnic Climate Conference eru Eik Banki og Føroya Banki. Harumframt stuðla Føroya Lívstrygging, Framtaksgrunnur Føroya, Atlantic Petroleum, Føroya Tele, Injector Trawldoors, SEV, Atlantic Airways og Nordic Innovation Centre.

Fyrireikarar eru Bitland, Vinnuhúsið, SamVit og NORA.