Endalig tilmæli frá ST nevndini til Føroya landsstýri
Nú eru endalig tilmæli frá ST nevndini til Føroya landsstýri komin úr Geneve. Sjálvsagt eru tað viðurskifti, sum eru góð, og tað eiga vit at gleðast um. Tá tað er sagt, so eru ítøkilig tilmæli, sum Føroya Landsstýri fær boð um at arbeiða málrættað við og fáa í rættlag.
Arbeiða málrættað at menna brekøkið
Fyri nærum tveimum árum síðani byrjaði MBF – Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum – at arbeiða við skuggafrágreiðing viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.Hetta var ein serstakur møguleiki hjá MBF, sum er meginfelagið og harvið umboðar tey 24 limafeløgini við umleið 4000 limum, at seta orð á manglar og vísa á møguleikar fyri at arbeiða málrættað við at menna brekøkið í Føroyum.
ST sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. Grundað á sáttmálan peikar skuggafrágreiðingin á tey viðurskifti, sum Føroya Landsstýri enn ikki nøktandi hevur tikið stig til fyri at íverkseta og harvið eisini halda sáttmálan.
Tilmæli úr Geneve út til øll
ST sáttmálin er víðfevndur og viðgerð hópin av viðurskiftum, sum fólk, ið bera brek, eiga at hava rætt til. Tí hevur tað týdning, at ikki bara politiska skipanin er við, men at allir partar í føroyska samfelagnum gera sítt til, at hesi rættindi verða tryggjað.
Greiða yvirskipaða tilmælið frá ST nevndini er, at Føroya landsstýri setir tilmælini í verk soleiðis, sum tey eru sett fram. Nevndin mælir víðari til, at Føroya landsstýri sendir endaligu tilmælini til viðgerðar hjá øllum landsstýrinum og tinglimum, starvsfólki í viðkomandi ráðunum, myndugleikum og limum í viðkomandi fakbólkum, so sum innan útbúgving, heilsu og lógarverki. Eisini skulu fjølmiðlarnir fáa tilmælini.
Nevndin mælir til, at Føroya Landsstýri eisini breiðir út endaligu tilmælini til feløg, sum eru politiskt óheft, limafeløg fyri fólk, ið bera brek, og eisini beinleiðis til tey, ið bera brek og familjur teirra.
Hetta skal vera á føroyskum máli, teknmáli og í atkomuligum sniði á heimasíðuni hjá Føroya Landsstýri www.tinganes.fo.
Tilmælini frá ST nevndini eru býtt í fimm partar:
· Innleiðing
· Viðmerkingar við rósi um tað, sum er nøktandi
· Tey problemøki, sum hava størst tørv á broytingum og tilmæli
· Eftirmeting og týdningurin av útbreiðslu til viðkomandi partar
· Um næstu frágreiðing
Ætlan fyri brekøkið
Fyrsta tilmælið nevndin vísir á er, at eingin yvirskipað ætlan er fyri brekøkið í Føroyum. Tí er tilmælið frá nevndini, at Føroya Landsstýri leggur eina miðvísa og neyva ætlan fyri økið og harvið eisini, hvussu sáttmálin skal setast í verk.
Gleðiligt er, at longu áðrenn tilmælini komu, so hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, víst á, at hetta verður sett í verk. Hetta hevur stóran týdning fyri hvussu, og við hvørjum arbeitt verður.
ST sáttmálin grund fyri lógarsmíði
Eisini vísir ST nevndin á, at sáttmálin enn ikki klárt og týðiliga er runnin saman við lógarverkið í Føroyum. Tilmælið frá nevndini er, at sáttmálin til eina og hvørja tíð verður grundarlagið fyri lógarsmíði í Føroyum.
Munur er nevniliga á, tá ið ST sáttmálin verður nýttur sum grund fyri lógarsmíði, og tá arbeitt verður soleiðis, at nóg mikið er, bara tað ikki er í mótstríð við sáttmálan. Um sáttmálin er grund fyri lógarsmíði, so er hann runnin saman við andanum í sáttmálanum.
Framtíðin boðar frá batum
Fari í komandi greinum at vísa á onnur tilmæli, sum ST nevndin sendi Føroya landsstýri. Tó vil eg fegin undirstrika, at tilmælini eiga at skiljast sum ein gongd leið ímóti einum betri landi fyri allar føroyingar og ein partur av ymiskum, sum longu er sett á skinnarar. At neyðugt er fyri batum, vita vit øll, men avgerandi er, at vit gera okkum greitt, hvussu vit í felag koma víðari.
Tóra við Keldu, forkvinna í MBF